Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. september 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 185 - 27. september 2002 Frá fríggjadegi 27. september til hósdagin 3. oktober Vit sjólívið valdu Skúlagáttin !-ítróttur Rás 2 hevur bjóðað teimum politisku flokkunum á tingi at hava teirra egnu politisku-samfelagsligu sending á Rásini í vetur. Henda sending hevur fingið heitið Floksting, sum er á skránni hvønn mikudag hetta til várs helst millum klokkan 15.10 og 16.00. Flokkarnar fara á Floksting í bókstavarað, soleiðis at Fólkaflokkurin, A, er fyrstur, Sambandsflokkurin, B, er næstur, Javnaðarflokkurin, C, er tann triði, D, Sjálvstýrisflokkurin fjórði, Tjóðveldisflokkurin, E, er nummar 5, og Miðflokkurin, H, er tann sætti. Altso sættu hvørja viku til hvønn flokkin. Flokkarnir kunnu viðgera síni egnu mál, uppskot, viðmerkingar, taka fólk úr øðrum flokkum við sær at røða um eitt ávíst mál, sum teir eru samdir um ella ósamdir um. Teir kunnu biðja leikfólk, embætisfólk, skrivstovufólk - allan almenningin, sum hann er, um teir hava hug. Tað kundi verið mál sum til dømis at yvirtaka Fólkakirkjuna. Í hesum máli eru Tjóðveldisflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin samdir, skilst. Men Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vilja yvirtaka Fólkakirkjuna við teirri treyt, at tað verður, sum teir sjálvir orðføra seg, gjørt við skili. Bjarni Djurholm skal svara ónatúrliga nógvum fyrispurningum. Annlis Bjarkhamar er í andglettinum. Jenis av Rana hóttir við at slíta samgonguna, verður grett um skrásett parlag á tingi. Jóannes Eidesgaard er við í so at siga øllum orðaskifti um alt. Løgmaður fer ikki til New York í ár. NATO-ætlan á Eiði, stuðulsstovnar verða fluttir, Tvøroyar kommuna noyðist at leiga næmingunum á Almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri tak yvir høvdið. Uppskot á tingi um at byggja havnina í Vági út. Nýggja Norrøna, nýggi Smyril. Vallyftini um eldrarøkt verða ikki gloymd. Marjus Dam og hini um gjald ella einki gjald fyri at koyra í Vágatunnlinum. Fyrsta Flokstingið á Rás 2 er mikudagin 9. oktober klokkan 15.10 beinleiðis. Flokstingið verður endursent dagin eftir klokkan 10. Floksting á Rás 2 Frásøgn frá fótbólti Sunnukvøldið kl. 21.00 Sunnudagin kl. 15.15 Fríggjakvøldið kl. 19.00 Fríggjakvøldið kl. 18.10 C M Y K 25 24