leygardagur 15. september 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 108 — 15. september 1984 tíðindablaðið B | s É | | | | | ] Síða 7
Samgongan hevur
ongan fiskivinnu-
politik havt
Sigur Tórálvur Mohr Olsen, tingmaður javnadarfloksins i Sand-
oynni i hesum parti av rødu sini undir vidgerdini av løgmansrød-
uni
Sum tað ofta hevur verið nevnt,
hevur henda samgongan ongan fiski-
vinnupolitikk havt.
Løgmadur nevnir í síni reðu,
hvussu nógv, ið er veitt higartil í ár,
toska og hýsuveiðan er nakað hægri
enn í fjor.
Men av upsa hava vit veitt fyrra
hálvár í ár umleið 27.000 tons.
T.A.C. (mest loyvda veiða) er
ásett til 20-25.000 tons fyri árið.
Hetta er tað, ið fiskifrødingar
meta er tilráðiligt at vera.
Men við hesi gongdini kann vænt-
ast, at veiðan áðrenn árið er úti er
komin uppá 50.000 tons.
Og tað sama er galdandi fyri aðrar
fiskastovnar — at teir verða ov-
veiddir.
Tað, sum er nokk so áhugavert,
er, at legmaður ásannar hetta, men
hann hevur onki uppskot um at gera
nakað við tað.
Fiskivinnuráðið gjørdi í vár eina
meting um útlitið fyri fisivinnuni
1984. Niðursteðan var heldur depur.
Við einum vánaligum veiðuári sum
grundarlag og teimum prísum, ið
vóru galdandi tidliga í vár vísti tað
seg, at samlaði veiðuflotin fyri árið
1984 kom at hava eitt hall, ið kom at
toga upp ímóti teimum 100 millión-
um.
Nú er tað hent, at síðan henda
meting var gjørd, eru fiskaprisirnir
munandi lækkadir og lækka kanska
meira áðrenn árið er úti. Tað vil føra
við sær, at hallið verður munandi
sterri enn fiskivinnuráðið metti um
Ti kann roknast við, at veiðuflotin
kemur í kreppustødu og lands-
stýrið ger onki við hetta.
Tað vísir seg bert sum roynt
verður at skumpa >problemið< fram-
man fyri seg, ið hvussu so er til valið
er av.
Fiskivinnupolitikk hevur henda
samfongan ongan havt.
Landsstýrisflokkarnir mega neyv-
an nakrantid hava verið samdir i
teimum avgerðum, ið eru tiknar.
Framgangsmátin hevur verið í
hverjum einstøkum føri at roynt at
fáa ein meiriluta í fiskivinnunevndini
— óansæð, hvussu hesin meiriluti sá
út. Hetta vísir týðuliga, at sam-
gongan sum so ikki hevur havt
nakran felags fiskivinnupolitikk.
Eitt tað besta domi um hetta vóru
tey friðingartiltok, ið vórðu framd í
vár.
Fiskivinnuráðið mælti ferð eftir
ferð, at åvis eki, ávís tíðarskeið,
vóru stongd fyri trolveiðu.
Hetta var serliga út frá teimum
sjónarmiðum at verja um gýtingar-
stovnin.
Men tað fekst ongin semja um
hetta í landsstýrinum.
Tó var ein meiriluti fyri at leggja
málið fyri fiskivinnunevndina at
vita, hvat úrslit nevndin kom til.
Í fiskivinnunevndini fekst ein semja
um ávis friðingartiltok, men væl at
merkja, var henda semja ikki av
einum samgongumeiriluta.
Tað er kanska ikki rætt at kalla
hetta fyri eitt friðingartiltak. Ti um
tað skuldi verið friðing, so skuldi tað
verið friðing av allari veiðu. Men eg
meini hóast alt, at tað er ein bati í
hesum. Tað, at trolið, ið er ein
»effektivur« veiðuháttur, ikki kemur
ov nær inn á gýtingargrunnarnar í
gýtingartíðini. Og eisini má hugsast
um, hvussu stórur trolaraflotin er
vorðin.
Tað besta var, um vit vóru so væl
fyri, at vit kundu friða gýtingar-
stovnarnar fyri allari veiðu í gýting-
artíðini. Hettta hvedu vit ivaleyst
vunnið aftur hin partin av árinum.
Hví ongin felag fiskivinnupolitik-
kur hevur verið greiddi Hilmar Kass
so væl frá í gjár. Hann segði: at tað
vóru triggir flokkar, sum høvdu
havt eitt ávíst samarbeiði hesi
seinastu 4 árini — men samgonga
hevði ongin verið.
Hetta undrar ikki okkum aðrar, tí
hetta hava vit fyri langari tið síðan
uppdagað:
Heilsumál
Millum ell tey mál, ið nevnd hava
verið í legmansreðuni eru eisini
heilsumál, men her verður ikki gjørt
nógv burturúr.
Tað, sum er hent á hesum eki, er
stórt sæð, at tveir sjúkrabilar eru
keyptir hesi seinastu árini.
Eg ætli mær ikki at hava nógvar
viðmerkingar til hetta målsøki
Men eg kundi havt hug at sett
Páll Vang, ið umsitur hetta målsøki,
2 spurningar.
Í august mánaða í fjer sendi ein
nevnd, ið var vald av kommununum
i Sandoyar læknadømi til at skipa
fyri útbygging av læknaviðtaliheli-
num á Sandi, eina umsókn til lands-
stýrið um studning og lán til hesa
útbygging. Hetta er sambært gald-
andi kommunulæknaskipan.
I Dagblaðnum seinnapartin i juni
mánaða, altso fyri trimum mánaðum
síðan, stóð at lesa at landsstýrið
hevði vidgjørt hesa umsókn, og
hevði gingið umsóknini á meti og
játtað lán og studning til hesa út-
bygging.
Nevndin, ið sendi hesa umsókn,
hevur enn ikki fingið nakað svar frá
landsstýrinum.
Ti hevði eg verið takksamur, um
Páll Vang, landsstýrismaður kundi
greitt frá, hvat ið er hent í hesum
máli. Eisini kundi eg havt hug at
spurt Páll Vang, hvussu langt tað er
komið við setanini av tí hjálpar-
lækna, sum tingið í vár samtykti at
seta í Sandoyar læknadomi.
Nær kann roknast við at
starvið verður sett.
Lat meg enda hesa umreðu við at
venda aftur til skipamyndina, ið log-
maður nýtir.
Túrurin var
sigur logmaður.
Eg meti, at tað verður ringt at fáa
nakran fiskimann, kanska heldur
ikki nakran reiðara, at taka undir
við, at túrurin var hampuliga góður.
Tá skuldin er triggjar ferðir so stór
tá aftur verður komið sum tá túrurin
byrjaði. Eftir vanligari metan hjá
fiskimonnum verður túrurin tá mett-
ur sum ein >Bummtúrur<.
hetta
hampuliga góður,
Munur við forskel
Í Dimmalætting nr. 81
hevur blaðið hesa yvir-
skrift, har tað nevnir tveir
fyrrverandi legmenn. Nú
kemur mær í huga, at
henda yvirskrift kann í
mongum feri nýtast um
ikki í sama tilfelli. Millum
mangar kann hon sera væl
nýtast til okkara
legmanr., um vit minnast
til hansara næstu forfedr-
ar — man tað ikki vera fer-
oyskt met !
Tað stríð, sum varð lagt
í arbeiðið fyri, at tey
óhjálpnu skuldu fáa eitt
lív ella lívskveld, sum tað
ofraði nærsagt alt sítt lív
fyri at bern, sum av ym-
iskum orsøkum ikki
kundu vaksa upp i sinum
foreldraheimi, tó kortini
skuldu hava eitt
barnaheim at koma út frá,
og hava mong av teimum
eftirsíðan víst sítt
takksemi við at senda fjar-
rit og gávur heim til hesa
mammuna so langt sum
úr Japan.
Men legmaður, orðhild-
ur sum hann er, lovaði arb-
eidarafeløgunum, at um
tey komu til sættis við
arbeiðsgevararnar við eini
krónu meira um tíman, so
leikar í nongum heimi.
Ivaleyst hevur hetta
rakt harðast tey, sum arb-
eiða við lánum upp á set-
hús. Bernini vaksa upp í
einum heimi merkt av
figgjarligari trongstødu og
Hvør skrivar
undir »Kefas«?
å hesi morgunstund, at vit
Harra blaðstjóri, veiti
mær innivist.
uttan heimligan hugna.
Tad må sigast, at her er
munur vid forskel.
Vestmanna 9. 9. 1984
Andreas Højgaard
Ein røtt
rætt-
leiding
til Påll
Vang
Hatta svarið tú gav Sud-
uroyar tingmonnum um
Frímerkjadeild í Vági, er
heilt burturvið. Tað var
semir seg fyri kristin fólk.
Nú er tað so, at tað ber
ikki til at savna ell tey
óhjálpnu saman á nekur fá
pláss, og eru tað eisini
mong, sum, um tað er
meguligt, helst vilja vera
hjá sær sjálvum, men hesi
terva sjálvandi pening at
liva við, og minnast vit, at
eitt tað fyrsta bragdið, ið
okkara legmaður gjerdi,
var at siga nei til at hækka
pensiónsviðbeturnar, tí
tað skuldi ikki vera pen-
ingur til tess. Tann
danska helvtin var 9 mill.
kr., og máttu hesar bíða í
meira enn eitt ár, til tær
kundu brúkast.
Vit kunnu taka eitt ann-
að dømi. Eftir mini mein-
ing er tað heimsmet, og
ikki eingang móðir Teresa,
sum skuldi átt sterri virð-
ing millum fólk enn ein av
legmansins næstu, sum
skuldi hann nokk syrgja
fyri at taka hana frá teim-
um, og hann so gjerdi.
Hann kravdi 50 mill. kr. í
eykaavgjeldum ella tolli á
brúksverurnar. Hetta
skuldi vera í eitt ár, men
lógin bleiv ikki avtikin og
verður tað, tá árið er úti,
um 250 mill. kr., sum
eingin lenarbati er fingin
fyri og hevur hetta so fert
við sær húsarhaldstrupul-
Eg skrivi til allar, sum
eg havi sent mítt seinasta
innlegg.
Blaðstjórin á Sosiali-
num ger okkum greitt, at
hann vil vita navni á dul-
nevndum lesarabrevum.
Hann hevur partvíst
rætt. Men vit eiga als ikki
at skriva undir dulnevni.
Men eiga at taka fulla
ábyrgd. Á undurfullan
hátt hevur Guð lært meg,
skulu seta ljós okkara í
ljósastakan, sí Matt. 5.
vers 13-16.
Tað eri eg, sum havi
skrivað undir merkinum
»Kefas«, millum annað
>Kærleikin ber av øllum«.
So vinarligast set eisini
tað í blað tykkara.
Æran er Guðs alleina.
Jákup Vang
Hvarvið 10
ikki Postfelagið, sum helt
fund á Hotel Hafnia, men
eitt álitismannaskeið, har
tað vóru kanska trý fólk
frá Frímerkjadeildini við,
so tú veitst ikki nógv um
hatta. Hevur tú nakrantíð
verið á Frímerkjadeildini ?
Sig sum er, um tú veitst
meira. Tað skuldi tú helst
sum ráðharri í hesum
máli.
E. Vang