leygardagur 15. september 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 108 — 15. september 1984 tíðindablaðið ($0Si lurin | : Síða 11
Vit eru stýrd í
eina risakreppu
— meðan vit hava dansað um gullkálvin eins og eingin vandi var
fyri framman, sigur Jorgen Thomsen m. a. í hesi politisku við-
merkingini
Mangt er, sum bendir á,
at politikkararnir, ið stýra
í dag, ikki hava fylgt við tí
útviklingi, sum hevur ver-
ið innan feroysku hevuðs-
vinnuna. Ein er eisini
ræddur fyri, at hetta er av
politiskum klandri í sam-
gonguni. Menn hava verið
meiri upptiknir av at
klandrast um smámálini
enn at hugsa um hevuðs-
vinnu okkara.
Hetta kom týðuliga
fram, tá ið landsstýris-
menninir vóru at hoyra í
útvarpinum í samband við
ta kreppisteðu, sum sam-
felagið er komið út í. Har
varð sagt, at henda krepp-
an er komin sera knapp-
liga.
Tað kann á ongum sinni
góðtakast, at landsstýris-
menn — at sjálvur fíggja-
málaráðharrin og sjálvur
ídnaðarmálaráðharrin ikki
eru vitandi um hesa stæðu,
sum avgjert ikki er komin
knappliga.
Vit hava nú í dagavís
hoyrt langar reður frá løg-
tingsins reðarapalli, um
hvussu sera góð landsins
figgjarstøda er. Vit fingu
at vita frá samgongu-
monnum, at nú vóru vit
byrjaðir at gjalda niður
gamla skuld, tí her var
eitt fitt avlop á figgjar-
lógini. Men ásannast má,
at hetta yvirskot er nógv
bliknað eftir tí, ið nú er
komið undan kavi um fer-
oyska samíelagið og fer-
oyska vinnulívið.
Vit hava víst á, at
henda samgongan brúkti
ein sera legnan atburð í
fíggjarmálum heilt frá
byrjan. Hitt fyrsta, sum
var gjørt, og sum virkaði
rættiliga logið var, at teir
legdu 25% oman á allar
umsóknir frá teimum al-
mennu stovnunum. Vit
vístu á, at hetta einans
kom at føra til størri al-
menna nýtslu.
Økingin í almennu út-
reiðslunum hevur verið
rættiliga stór, og tyngir
vanliga skattgjaldaran í
Feroyum. Vert er at und-
irstrikað, at øktu útreiðsl-
urnar eru ikki farnar ril
fiskivinnuna.
Hendan samgongan
byrjaði við at gera seg upp
sum borgarlig. Hetta eig-
ur fyrst av ellum at sigast
við fólkaflokkin, sum
byrjaði við at reypa um,
at studningurin til fiski-
vinnuna skuldi minkast,
upphæddin til hetta enda-
mál skuldi læsast fost.
Upphæddin, sum hevur
verið sett á figgjarlogina,
er lítið hægri enn hon var í
1980, men tá var figgjar-
lógin einans 700-800 milli-
ónir, meðan hon nú er nær
við 1400 milliónir krónur
— ella tvífaldað hesi fýra
árini.
Hesir niðurskurðir
vóru gjørdir uttan at
broyta nakrað lóg nakað
munandi, bert okkurt
smávegis sum einki hevur
bøtt um støduna. Hetta
varð gjert uttan at hugsa
um fylgjurnar av bara at
lata standa til politikki-
num hjá hesari samgong-
uni.
Hóast vi hava havt eitt
metár, eru vit í kreppu-
stødu. Mangur má ti seta
spurnartekin við hesa
steðu og spyrja hvønn
veg, peningurin er stýrd-
ur, ið komin er inn í
føroyska samfelagið or-
sakað av tí veldiga út-
flutningsvirði, sum vit
hava havt í seinri árum.
Harafturat er skattatrýst-
ið og tolltrýstið á vanliga
fólkið ekt munandi og
figgjarlogin er tvífaldað.
Tað er ti so sera torført at
skilja, tíans heldur at góð-
taka, hesa kreppusteðu,
vit eru komin í.
Undir viðgerðini av log-
mansreðuni gretti eingin
samgongumaður uttan Ol-
af Olsen um vinnulivs-
kreppu, meðan aðrir mál-
aðu alt ljósareytt. Sam-
gonguskeiðið varð líknað
við ein hampuligan skips-
túr harumframt royndi
figgjarmálaráðharrin at
lata væl at figgjarsteðuni.
At hetta var ein reingj-
an av veruleikanum, er nú
komið undan kavi, tí vit
standa nú við rokningini,
sum føroyski skattgjald-
arin verður noyddur at
gjalda fyri førda politikk-
in.
I stadin fyri at hava
staðið á løgtingsins rød-
arapalli og ført valpropa-
gandu, åtti figgjarmåla-
ráðharrin 5. Poulsen, idn-
aðarmálaráðharrin P. Ell-
efsen og fiskimálaráðharr-
in A, Kallsberg at sagt
tinginum og ellum Fer-
oya fólki, at tað var álvar-
som kreppa í hesum sam-
felag, alt annað er ábyrgd-
arleyst.
Nógv hevur verið ávar-
Jergen Thomsen, legtingsmaður
að ímóti tí figgjarpolitikki
sum rikin hevur verið
seinastu árini í Feroyum.
Víst hevur verið á, at
hendan samgongan skúgv -
aði ell vandamálini fram-
man undan sær út í fram-
tíðina til eftirkomararnar.
Meðan lítið og einki hevur
verið gjert til tess at
loysa ella í minsta lagi at
minka um vandamálini so
hvert.
Fiskivinnuráðið boðaði
frá, at fiskivinnan kom at
hava brúk fyri ímillum
100-200 milliónum krón-
um. Hetta varð tikið til
eftirtektar, men vit eru
stýrd inn í eina risa-
kreppu, meðan vit hava
dansað um gullkålvin eins
og eingin vandi var fyri
framman.
Jergen Thomsen
Landsskútan kollsigldi
Sverri Midjord skrivar
Bert nakrar dagar aftan á
heimkomu aftan á ein rok-
túr, har fiskiskapurin var
sera góður, skipið var
borðfult, og manningin
var noydd at bróta vakt
fyri at viðgera og gera
reint — sjálvt við hesum
úrsliti er reiðaríið farið á
húsagang.
Tað verður torfert at fáa
útgerðarlán til ein
nýggjan túr, fyri ikki at
siga, hver vil manna hesa
skútu.
Ikki kann skyldast upp
á illa viðgjerda veru, tí í
eina heila viku hava vit
hoyrt, frá skipara til kokk,
lovprísa hesum túri. Og
ikki at gloyma lovprísan
av teimum á brúnr:.
Og hverjir vóru so teir?
Til róðurs stóð ein tel-
grafistur, honum undir lið
ein navigaterur og navi-
gatiónslærari, og kokkur-
in gamli, hann var sjálv-
andi í kokkahúsinum.
Og ikki skal hann lastast,
tí hann hevur roynt at
fóðra bæði yvirmenn og
manning við ellum góðum,
men kanska var fóðringin
ov dýr. Tað er nakað, sum
eitur kostprísur
Hver veit, onkur skal
hava skuldina, og telgraf-
isturin, hann er fimur í
fingrunum, so hver veit,
kanska var tað fóðringin.
Men eitt, sum undrar, er,
at stjálvt við einum væl
útbúgvnum telegrafisti á
brúnni, so hevur einki
neyðarkall verið sent, man
hann hava gloymt,
hvussu tað ljóðar. Tað
man ikki vera so.
Útbúgvingin man vera í
lagi, og einki er gloymt,
sjálvt fordeilingin av lipp-
unum úr lippukassanum
er farin regluliga fram, so
vinir og kenningar eru ikki
gloymdir, sjálvt um sjálv-
ur reiðarin og reiðaríið er
koyrt á húsagang.
Illa er fongurin viðfarin,
men sjálvandi skal ikki
bara telegrafisturin hava
alla skuldina, tí undir lið
síni hevur hann havt nakr-
ar av bestu gerpum lands-
ins og sjálvandi
navigaterar við og tað
fleiri, ikki bara á brúnni,
nei eisini á dekkinum vóru
fleiri, tó tað hava kanska
verið ov nógvir. Men tann,
sum setti út í kortið, er
sum sagt ikki bara
navigaterur, hann er lær-
ari við, so leiðin skuldi
verið greið, og um á skuldi
staðið, so vóru aðrir at
spyrja til ráðs. Men eitt er
kort at skilja, eitt annað er
skip at fera, hetta má
sannast her.
Men kokkurin gamli
nýtis ikki at krógva seg
burtur, ti sjålvt við øllum
tí góða, hann hevur borð-
reitt við, so er ikki bara
mannignin, men sanniliga
yvirmenninir við falnir í
maktarloysi, jú illa hevur
gingist.
Tað var ikki TEVATN
og BREYÐ, sum borðreitt
varð við, nei her var meira
fóðurtungur matur, men
kanska er tað tað, sum
gjerdi túrin so drúgvan,
og sjálvt aftan á rokfiski-
skap, bar túrurin seg ikki.
Ein av manningini segði
aftan á túrin, tá skipið lá
við bryggjuna:
— Túrurin var góður,
men spurningurin verður
tó, um reiðarin er negdur.
Við hesum úrsliti, sum nú
er komið fram, verða nokk
allir uppsagdir, ikki bara
telegrafisturin, navigater-
urin og kokkurin, men øll
manningin verður ikki bið-
in við aftur, tí veruleikin
er tann, at skútan hevur
rikið fyri vág og vind, tí av
ellum gloymdu teir, at í
skútuni er ein motorur, og
verður eingin olja til mot-
orin og er eingin motor-
passari, so hjálpir ikki, og
tað var tað, sum gloymt á
hesum seguliga túri.
Spennandi verður, hver
ið útreiðir skútuna til
næsta túrin, hann byrjar
8. november.
Sverri Midjord
ÉT
Framhald av sidu 3
felag, sum skal hava ein
nybygning á Skála, hevur
bílagt sær tvær maskinur
av hesum slagnum.
Tórmóður heldur fyri,
at tá teir royndu hesa
nýggju prototypuna á
Bacalao fyri trimum ár-
um síðani, vóru m. a. poli-
tikarar, ið hildu fyri, at
slík maskina fór ikki at
rigga.
— Men nú síggja vit so
úrslitið.
Sleppa undan
studningi
— Í dag fær m.a. allur
svartkjaftur, sum er land-
aður til Bakkafrost, eina
krónu í studningi pr. kilo.
Vit ynskja at veiða meira
av svartkjafti og jú meira
vit veiða við verandi
studningsskipan, tess
dýrari verður tað fyri
landskassan.
Veiða vit t.d. 200.000
tons av svartkjafti, kostar
tað landkassanum 200
Miele Miele Miele Miele Miele
Mikrobylgju-
ovnar
Telefon 14949
Á Hálsi - 3800 Tórshavn
P/E JAKUP Á DuL
mill. kr. Kunnu vit so
venda hesi gongdini til
eitt nettoyvirskot uppå
100 mill. við at brúka
aðrar maskinur, so er tað
jú rætti vegurin at ganga.
Og tað var júst hetta vit
vildu vísa, tá vit royndu
skerimaskinuna fyri
tveimum árum síðani
Øll studningsveitan til
svartkjaft kann við slíkari
maskinu detta burtur.
Tað var eisini hetta vit
Framhald á síðu 15