leygardagur 15. september 1984síða 23
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Havnar Sangfelag:
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
eiðraði gamla
sangstjóran
Í sambandi við at stóra
tónaskald okkara, Hans
Jacob Hejgaard,
týsdagin 11. september
fylti 80 ár, heiðraðu
limir í Havnar
Sangfelag teirra gamla
sangstjóra við undir
húsinum hjá dóttur
hansara Ann-britt, har
Hans Jacob henda há-
tíðardag var staddur,
at syngja sangir og
sálmar við legum, sum
Hans Jacob hevur
gjørt. Útvarpið, sum
var hjá, sendi beinleiðis
uppteku frá hesi hátíð-
arstund henda sama
morgunin kl. 9.15.
Eisini Føroyska
sjónvarpið var har,
meðan Hans Thomsen
vegna limirnar í
Havnar Sangfelag bar
fram hesa kveðu til
teirra gamla
sangstjóra
Góði Hans Jakku!
Vit eru nakrir veteranar
ella nøkur úr ti gomlu gar-
duni úr Havnar Sang-
felag, sum her eru saman-
komin í morgun at bera
gamla sangstjóra okkara
eina heilsan, nú hann fer
um tey fýr sinstjugu
Tilikan morgun sum
henda er tad so mangt,
sum rekur fram fyri hug-
an. Eg minnist, sum
stórur smådrongur, tå
tygum plagdu at koma
sudur til okkara her i
Havn vid Toftakórinum.
Her suðuri hjá okkum
vórðu tygum altid róptur
Toftalærarin. Meg minn-
ist enn, hvussu ringt
mangan var at fáa at-
gongumerki. Halin av
fólki, sum vildu sleppa inn
at lurta, plagdi at rekka
av Sjónleikarhústrappuni
og langt oman í Niels
Finsensgetu. So nógv eru
tíðirnar hjá okkum
broyttar, nú so nógv ann-
að er, sum dregur, at tað
mangan stendur á at
savna fólk til eina líkinda
samkomu. Men sangurin,
tit framferdu, var óhoyrd-
ur í Feroyum tá í tíðini, og
øll gleddust og undraðust
um tær fråliku røddirnar,
tað stigfasta stevid, og so
hetta, hvussu skilliga
teksturin varð framborin.
Í ollum teimum mongu og
frálíku løgunum, tygum
hava givið fólki okkara,
vóru tygum nýskaparin.
Her suðaði brimið við
Feroya strendur, aldaði
hin hábærsligi Kingo-
sálmurin og dundi hin før-
oyski dansurin. Hetta var
íheimligt og kent tilfar og
ongar grælingafjarðar,
tygum góvu okkum.
Seinni komu tygum
suður til Havnar og gjørd-
ust lærari her. Sum song-
stjóri i Havnar Sangfelag
góvu tygum okkum, sum i
morgun standa her, mang-
ar óteljandi og ógloym-
andi letur. Minnist so væl
allar konsertirnar, vit
hevdu og hvussu nervar-
nar plagdu at standa á
tambi, tá tær stóru kon-
sertirnar skuldu vera. Og
so frein á okkum, tá alt
gekst væl í hond. Tá
kendur vit á okkum, at vit
hevdu givið fólkið nakað
frá okkum.
Og so allar uttanlanda-
ferðirnar, vit hevdu. Árið
1953, tá vit vórðu boðin í
stórfingna hátíðarhaldið,
tá Noregs Sangerlag fylti
25 ár og vit í Oslo sungu
saman við kórum úr øllum
Noregslandi og hinum
Norðanlondunum við. Tað
var ein spennandi låta, tå
vit småu hidani ur At-
lantshavi vóru sett at
leggja fyri á tí stóru hev-
uðskonsertini á Nasjonal-
teatret. Letan tá myrkt
gjørdist niðri í salinum og
tað stóra, reyða silki-
tjaldið fór frá, meðan tey
bjørtu leikhusljósini
sendu sína glæmu oman
yvir okkara sangaraflokk í
føroyskum búnað og
skygdu í nýpussaðum
silvurkneppum og
— spennum. Har sótu
Hákun sjeyndi, Noregs-
kongur, og sonur hansara,
Olavur, uppi í kongalosj-
uni og hvert eyga niðri í
salinum hvíldi á okkum.
Tá stóð á gomlum nøgl-
um, men fjørdin vunnu vit
og yvirum komu vit. Og
so hvussu errin og takk-
som, vit vóru, tá stersta
blaðið í Noreg, »Aften-
posten<, dagin eftir við
stórari yvirskrift skrivaði:
<Færeyingane kom, sáng
og segrade!«.
Eitt, sum kanska gjerdi
mær mestan munin á hesi
ferðini, var tann stóra
konsertin, vit høvdu úti á
Jordal Amfi, tá vit saman
við ellum hinum kórunum
skipaðu eitt risakór við
2.5000 sangarum og
sungu ein sang umboð-
andi hvert landið. Eg
minnist, okkara var >Tá ið
teir sóu landið<. Nótarnar
hevdu vit frammanundan
sent ímillum, so ell kórini
fingu vant. Eg havi ong-
antíð á levitidini hoyrt so-
vorðnan kórsong — born-
an fram av 2.500 sangar-
um — ikki minst tá
»Pingst«, umbodandi
„Sveriges Kårforbund«
varå borin fram. Eg
gloymi ongantíð tær
vekru undir- og yvirredd-
irnar, meðan bjartir tenor-
ar hevjaðu seg himmal-
hegt, meðan bass-røddir-
nar komu rullandi sum
fjart brim niðri í neðra.
Pingst
«Høgt áver land och
vatten
sig Pingstkvellons
Stjárnor tánt.
Och sángen doftar
i Natten
som man kostelig Røkelse
brånt.
Som Solsken
den Dimmorna skingrar,
den stiger från
Vårldernes Ort
och klappar med vitaste
Fingrar
på Himlarnas
stångda Port.«
Ju, slika løtu kendist
himin nær.
So mangt kundi verið at
drigið fram slíka løtu sum
hesa, eisini okkurt av
meira skemtiligum slagi,
sum ta ferðina vit báðir,
hans Jakku, svóvu í dup-
ultsong suðuri í Ábenrá og
tygum vildu hava meg at
liggja konumegin. Men eg
skal ikki gera longri av,
bert ynskja tygum hjarta-
liga til lukku frá okkum,
sum her standa og takka
tygum fyri tygara trótt-
uga starv fyri foroyskum
songlívi. Tann dýri forn-
ingur, tygum hava litið
okkum upp í hendi at
umsita, fer til allar tíðir at
standa sum ein lýsandi
varði yvir tygara idna ar-
beiðsdag.
Takk fyri, Hans Jakku!
Hans Thomsen
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Hans Jacob Højgaard, takkar her limum í Havnar Sangfelag fyri kórsangin á
morgni hátíðardagin, tá tónaskaldið fylti 80 ár
Framhald av síðu 17
ti vildi býráðið ikki játta
bygging til størri fyritøk-
Eisini Posthúsið
havt ætlanir at
byggja á ekinum, við
na úrsliti
har
So var tað at Sjóvinnu-
bankin av sinum einting-
um keypti økid og sethus-
ini ta horninum,
Gigga Jacobsen åtti
Hóast peningastovnur-
in fekk bod um, at teir ikki
fingu byggiloyvi har, so
keyptu teir tad kortini.
Sidani hevur verid sam-
ráðst millum byrådid og
Sjóvinnunbankan. Urlsit-
ið bleiv makaskifti. Sjó-
vinnubankin fekk eitt eki í
R.C. Effersøesgøtu ístað-
in.
sum
Trupulleikin var bert,
at Sjóvinnubankin vildi
hava býráðið at keypa set-
húsini, sum ikki fylgdi við
makaskiftinum. Tað vildi
býráðið ikki.
Ti var viðmerkt í maka-
skiftisskjalinum, at húsini
skuldu takast niður, áðr-
enn býráðið yvirtók ekið
við J. Paturssonargetu.
Sostatt noyddust ein
býarmynd at dvína, fyri
at loysn kundi fáast á
málinum millum myndug-
leika og peningastovn.
Í býráðnum vita teir
ikki rættuliga, hvat ekið
skal nýtast til, men bert
at parkeringspláss skulu
gerast, á slíkan hátt at
okkurt annað enn bilar
skal fáa innivist har.
Men tað er ein onnur
sega, sum einki hevur við
tey nærum 100 ára gomlu
sethúsini at gera, sum var
tikið burtur úr býarmynd-
ini.
Dagny
ÚTSTOYT
Esmar Simonser
3813 Fuglafjørdur