týsdagur 18. september 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
EB — VB, 3. deild: 2—3 (1—0):
tíðindablaðið
VB er framvegis við
Næstovasta lidip í 3.
deild, VB, var leygar-
dagin norðuri ga Eiði og
spældi móti EB, sum i
støduni liggur mitt i deild-
ini.
Dysturin byrjaði við
varligum spæli, har tað
ikki var nógvur broddur í.
Tó var tað VB, sum byrj-
aði betur, og tað vóru teir,
ið høvdu flestu álopini
Tó var tað EB, sum
fekk tað einasta málið,
sum kom í fyrra hálvleiki.
Tað var tá 20 minuttir
vóru leiktir at EB var í
álopi. Eftir nakrar royndir
at fáa bóltin í netið varð
avleverað til Tóra, sum
lættliga setti bóltin í netið
til 1—0. Málmaðurin hjá
VB lá niðri tá, so tað var
honum ómeguligt at fáa
fatur á bóltinum.
Nú vaknaði EB nætti-
liga, og meira ferð kom á
teirra spæl, og tað sum
eftir var av hálvleikinum
vóru teir rættiliga væl við
í spælinum, og teir høvdu
enntá kanska enn meira
spæl enn VB.
EB byrjaði seinna hálv-
leik á sama hátt sum teir
endaðu fyrra, og tað gav
úrslit longu tá 5 minuttir
vóru leiktir. Tá gjerdist
knappliga eitt stórt hol í
verjuni hjá VB og EB
leikti seg igjøgnum, og
tað eydnaðist Tóra enn
einaferð at seta bóltin í
netið.
Nú var froi á eiðis-
monnum, og teir royndu
tað teir kundu at varð-
veita leiðsluna. Og nóg
bendi á, at tað fóru teir at
klára, tí rúm tíð gekk,
áðrenn VB kom rættiliga
við aftur.
Men so byrjaði kondiin
hjá EB at svíkja, og so við
og við yvirtók VB spælið.
Tá 28 minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki,
fór VB í eitt skjótt mót-
álop. Tað eydnaðist ikki
verjuni hjá EB at koma
upp á pláss, og Tom Silv-
urdal setti bóltin í netið til
1—2.
Spælid hjå VB vant alt
meira upp å seg, og tå 37
minuttir vóru leiktir, fekk
VB eitt hornaspark í
vinstru siðu. Sofus Olsen
varð settur at skjóta tað,
og tað kom væl innfyri.
Vindurin tók í bóltin, sum
fór beinleiðis í netið, áðr-
enn tað eydnaðist nøkrum
eiðismanni at koma imill-
um.
Nú var javnleikur 2—2,
og EB royndi sítt ítarsta
at bjarga sær tað eina
stigið, sum teir enn høvdu
í ljósmála.
Men tað eydnaðist
teimum ikki. Tá 41 min-
uttir vóru leiktir av seinna
hálvleiki, spældi Mann-
bjørn Tausen seg igjøgn-
um verjuna hjå EB og
setti bóltin í netið til
endaliga úrslitið 3—2 til
VB.
Um dystin kann annars
sigast, at EB hendan
dagin spældi eitt tað
frægasta, teir hava gjert í
ár. Og teir mundu eisini
vunnið dystin. Seinastu
minuttirnar av dystinum
átt VB, men gjegnum-
gangandi mundi EB eiga
fleiri álop enn VB.
Tá EB var komið upp á
1—0, trektu teir spælið
longur fram á vellin, og
mangar ferðir hendi tað,
at VB kom í rangsteðu, tá
teir royndu at fáa eitt álop
í lag.
Men VB dróg tað longra
stráið í hesum dystinum,
og tað ger, at teir fram-
vegis eru við í kappingini
um uppflytin í 2. deild eitt
stig aftan fyri B71. Men
júst hesi bæði oddaliðini
skulu metast í Vági leyg-
ardagin, og tá fellur so av-
gerðin um hver vinnur
deildina.
LÍF — B36, 1. deild: 1 —0 (0 — 0)
Seinasta vikuskifti var
rættiliga spennandi, tá
talan er um fótbóltslands-
kappingina. Fleiri avgerð-
ir kundu falla, men vit
fingu bert eina avgerð:
B36 flytur niður í 2. deild
komandi kappingarár.
Men kortini var dystur-
in móti LÍF ikki tann
ringasti hjá B36.
B36 burdi fingið minst
javnleik burtur úr dyst-
inum, um ein metir út frá
spælinum.
LÍF er eitt ringt lið at
spæla ímóti. Tað nyttar
einki at byggja eitt álop
upp, tá spælt verður móti
LÍF. Tað hevdu B36-ar-
arnir eisini gjørt sær
greitt, og spælið var ti
merkt av longum bóltum
fram til ålopid, uttan at
miðjan varð tikin vid.
Og tað riggaði bara væl
hjá B36. So væl, at teir í
fyrra hálvleiki hevdu
munin í spælinum og
kundu tá tvær ferðir av-
gjørt dystin.
Einaferð tå málmaðurin
hjá LÍF blakaði seg eftir
bóltinum, misti hann bólt-
in aftur, men hann fekk
hann tó aftur, áðrenn
nakar B36-leikari fekk tíð
at koma ímillum.
Letu seinni eydnaðist
tað B36 at fáa bóltin inn
um málmannin, men verj-
an hjá LÍF var innanfyri,
og teir fingu bóltin vekk
aftur.
Men tað var tó LÍF,
sum fekk einasta málið,
sum kom í hesum dyst-
inum. Tað var tá 37
minuttir vóru leiktir av
seinna hálvleiki, at Martin
Nudgent fær bóltin í
vinstru síðu stutt frá bak-
linjuni. Tveir B36-leikarar
fóru eftir honum, men tað
eydnaðist honum at leggja
bóltin innfyri, har Óla
Jákup Joensen heilfluktar
bóltin aftur um seg. Tað
sá út til at bólturin fór væl
við síðina av, men hesum
vóru málmaðurin hjá B36
og fleiri aðrir snýttir av, ti
bólturin rakti í innaru síðu
av stongini og endaði inni
í málinum.
Eina aðra ferð hevði
LÍF eisini ein annan sera
góðan møguleika, tá Mar-
tin Nudgent fór igjøgnum
verjuna hjá B36 einsa-
mallur, men tá hann
skuldi seta bóltin í netið,
fekk hann ikki skot á
bóltin og Jan Alberg
bjargaði lættliga.
Eitt. sum serliga merkti
fyrra hálvleik, var at LÍF
markeraði ógvuliga kont-
ant. Tað sá fleiri ferðir út
sum tað ráddi um at
skumpa mótsteðumannin
heldur enn at raka bóltin.
Samanumtikið ein vála-
ligur fótbóltsdystur. Lið-
ini spældu javnt, og úr-
slitið kundi lættliga verið
okkurt annað. Men tann
dapri veruleikin stendur
klárur fyri B36: Teir skulu
næsta leikár kappast í 2.
deild.
Landskappingin í 1. deild:
Avgerðin fellur
næsta vikuskiftið
Ikki fyrr enn aftan á seinasta leikumfar
fæst at vita, hvor gerst foroyameistari i ár,
B68 ella TB
Næstseinasta leikumfar í
1. deild gav ikki nakað
svar uppá um tað verður
TB ella B68, ið ognar sær
meistaraheitið í ár.
TB vann dyst sín móti
NSÍ við tveimum málum
móti einum, meðan B68
spældi javnleik 2-2 móti
HB. Sostatt eru framveg-
is tvey stig á muni millum
liðini bæði. B68 hevur 20
meðan TB hevur 18. Mál-
úrtekan hjá B68 er +10,
meðan tann hjá TB er 48.
Næsta sunnudag tá sein-
asta leikumfar í kapping-
ini 1984 verður leikt hitt-
ast B68 og LÍF á vellinum
á Svangaskarði á Toftum,
meðan TB skal royna seg
móti KÍ í Klaksvík. Hend-
ir tað, at B68 spælir javnt
ella vinnur, er einki at iv-
ast í: B68 verður foroya
meistari. Men tapir B68,
hevur TB meguleikar at
vinna FM. Tá verður mál-
munurin avgerandi.
B68 tykist at vera væl
betri fyri enn TB og rokn-
ast má eisini við, at før-
oyameistaraheitið á fyrsta
sinni endar á Toftum.
Er framvegis einki av-
gjort í fremra endanum,
so fall avgerðin um, hver
skal tungu gongdina niður
í 2. deild. Tá B36 tapti
dyst sín í Lorvík móti LÍF
við ongum máli móti ein-
um varð greitt, at tað
verður B36, sum í 1985
noyðist at hava besta lið
sítt í lægri deild enn 1.
deild. B36 hevur, sum er,
8 stig og kann sostatt bert
fáa 10 stig tilsamans,
meðan tey lið, ið liggja
næstnidast, KI, Ns4l og
GÍ. longu nú hava tryggj-
að sær 11 stig.
Sostatt skal B36 næsta
ár berjast fyri at sleppa
upp aftur í 1. deild í 1986,
tá felagið verður hálvt-
hundrað ár