Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. september 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fimm vaga- myllur til USA Arbeiða við sáttmála upp á 2700 vindmyllur eisini til USA — til eitt virði upp á góðar 2 milliardir krónur Tað er nógv sum bendir á, at ein heilt nýggj idnaðar- grein av álvara er við at taka seg upp í Feroyum. Tað er framleiðsla av vindmyllum. A verkstaðnum hjá J. K. Joensen í Miðvági eru teir komnir væl áleiðis við at gera fimm nýggjar vindmyllur, sum ein keyp- ari í amerikanska statin- um California skal hava. Vindmyllurnar eru ti- skil tær fyrstu, sum fara til útflutnings. Arbeitt hevur annars verið við framleiðslu av vindmyll- um nú í fleiri ár. Higartil hevur mest verið talan um royndir, og ein vindmylla hevur staðið á Vestur- túgvu í Sandavågi í nøkur ár A verkstaðnum hjá J. K. Joensen og á tekni- stovuni hjá danska vind- mylnubyggjaranum, Christian Riisager, hevur verið arbeitt uttan íhald oll hesi seinastu árini. Nú er teir so á einum avger- andi vegamóti. Tær fyrstu myllurnar skulu gerast og sendast av landinum. — Vindmyllur teknaðar av einum dana og framleidd- ar av føroyskum smiðum. Idnaður — orka! Bjarni Joensen, stjóri á verkstaðnum í Miðvági og nevndarlimur í felagnum »Riisager Elvindmyllur« sigur i samrødu vid Tid- indabladid Sosialin, at nú spennandi at verður Christian Riisager, vindmylnubyggjari — eitt stórt navn úti í stóru verð — hann roynir nú at leggja feroy- ingum lag á eina vindmylnuframleiðslu síggja, um hetta er veru- liga byrjanin til eina nýggja idnadargrein í Før- oyum. Sjálvur ivast hann ikki í, at vit her eiga nógvar og stórar megu- leikar. Her er bæði talan um ídnað og spurningin um at royna nýggjar leiðir innan orkuveiting. Bjarni Joensen sigur, at teir longu eru í ferð við at gera fimm vindmyllur uppá 90 kW til ein keyp- ara í USA. Myllurnar skulu vera lidnar í oktober og avskipaðar úr Føroyum áðrenn tann 15. oktober. Bjarni Joensen sigur, at teir á verkstaðnum nú eru rættiliga við at koma eftir at gera teir ymsu partar- nar til vindmyllur so sum gearkassan 0.1. — Eydnast henda royndin við fimm myllum, so rokni eg við, at møgu- leikar eru at økja fram- leiðsluna munandi, sigur Bjarni og vísir til, at sami keyparin í USA ynskir 25 myllur aftrat, um hesar fyrstu roynast væl. Pris- urin á hverjari myllu ligg- ur um 800.000 kr. 2700 myllur til ríkmannafelag Annars arbeiðir felagið Riisager Elvindmyllur eis- ini við eini aðrari ætlan. Tað er ein felagsskapur í USA, — rikmenn, ið velja gera iløgur í vindmyllur — sum einki hevur við hesar fyrstu myllurnar at gera, ið ynskir at keypa 2700 vindmyllur til eitt samlað virði uppá góðar 2 millión- ir krónur. Tað hevur verið arbeitt við hesi ætlan nú í eina tíð, og nakað bendir nú á, at ein sáttmáli er um at vera klárur. Hetta er eitt óvanliga høgt tal og verð- ur tað eisini ógjerligt at ger so nógvar vindmyllur í Føroyum. Men kortini verður arbeitt við eini ætlan, har myllur og lutir til tær skulu gerast á ymsum virkjum í Fer- oyum umframt at nakað skal gerast á donskum virkjum uppá lisens. Á verkstaðnum í Mið- vági rokna teir við at kunna gera einar 200 vindmyllur um árið, um væl fer at standa til. Bjarni Joensen sigur, at hetta projektið er so mikið stórt, at tað krevst ná- greinilig tilrættalegging. Hann heldur annars, at hesar fyrstu fimm myllur- nar til ein annan keypara í USA fara at vísa, hver dugur er í teimum. — Sjálvandi er eisini ávís risiko knýtt at slíkari framleiðslu, men vit halda so kortini, at vit hava fingið eina sera góða og kappingarfora vindmyllu. Eg haldi ikki, at tað er nakað loyndarmál, at Christian Riisager millum manna verður mettur sum ein tann besti vindmyllu- byggjarin. Vit føroyingar Nu er gongd komin å framleidsluna av vindmyllum. Å verk- staðnum hjá J.K. Joensen í Miðvági eru teir í løtuni vid at leggja seinastu hond á fimm vindmyllur, sum skulu sendast til USA í næstum Vindmyllan upp á Vesturtúgvu, tann fyrsta, sum Riisager teknaði í Feroyum og sum varð gjerd í Miðvági kunnu so bert vera fegnir um, at vit hava fingið slíkan mann higar og vóni eg, at vit kunnu fáa eitt gott samarbeiði. Gera amboð sjálvir So gott sum alt arbeiði uppá myllurnar verður gjørt í Miðvági. Teir hava gjort seg út við ymsum seramboðum og skulu til at keypa nógvar nýggjar maskinur til framleiðsl- una. Eitt nú hava teir riggað til eina maskinu sum fresar træveingir. Myllan, sum varð sett upp í Vágum fyri nekrum árum síðani hevði jarn- veingir upprunaliga, men so fann Riisager fram til, at lamineraði trævongurin er tann besti. Bleðini kunnu so eisini dreygast. Nú kann ein so spyrja, hvussu tað ber til at amer- ikanarar koma heilt til Foroya fyri at keypa vind- myllur. Tann spurningin settu vit Birgir Enni, sum hev- ur verið við í vindmyllu- arbeiðinum øll hesi árini. Hann sigur: Riisager! — Eg meti tað vera ein dýrgrip fyri okkum fer- oyingar at hava fingið ein mann sum Christian Riis- ager til Føroya at arbeiða. Hann er sera hogt virdur á sínum eki, og tað eru eisini tær myllur, ið hann gjørdi í Danmark fyrr, sum í dag verða mest seldar í USA. Nú kom hann so til Føroya, ti hann helt, at her vóru góðir møguleikar at royna nýggjar myllur, ti vit hava so nógvan vind. Eisini tí at hann visti, at her var ein smiðja, sum hevði gott fólk. Riisager legði nógv eftir seg, áðrenn hann flutti úr Danmark til Feroya. Nú hevur hann so arbeitt víð- ari og hevur teknað nýggjar og betri vind- myllur. Tað eru so hesar, sum vit nú kunnu selja amer- ikanarum. Birgir Enni sigur, at amerikanarar ynskja at fáa stórar vindmyllur so sum tær vit gera uppá 90 kW. Danir gera í dag mest myllur, sum eru um 55 kW. Amerikanarar vilja hava sterri myllur enn tær uppá 55 kW, tí avgerandi er at seta so nógvar vindmyllur upp sum til ber á einum avmarkaðum eki, teir nevna >Vind- myllupark«. Birgir Enni sigur vidari, at eftirspurningurin eftir vindmyllum er sera stør- ur, serstakliga i USA. Men eisini aðrastaðni frå koma fyrispurningarnir. Umframt tær fimm 90 kW-myllurnar, sum nu skulu latasta amerikanar- um, so skulu teir i Mið- vági eisini gera eina vind- myllu uppá 130 kW. Henda myllan skal setast upp í Vágum. Hon skal vera ein royndarmylla hjá felagnum Riisager Elvind- myllur. jan