Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 1984síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Landskappingin í 3. deild: tíðindablaðið KÍ flytur niður Spurningurin um hvert lið So vann B36 aftur Sunnudagin var dyst- ur í 1. deild spældur í Havn millum B36 og GÍ. Longu áðrenn henda seinasta dystin var greitt at B36 má spæla í 2. deild kom- andi leikár, men hetta forðaði ikki fyri at B36 ognaði sær bæði stigini í hesum dysti. B36 vann við tveim- um málum móti ongum aftaná at stød- an í hálvleikinum hevði verið javnleikur 0—0. Målini skutu Kåri Gullfoss og Kjartan Mohr. må tlyta nidur i 4. deild komandi kappingarår varð eisini avgjerdur hetta vikuskiftið. Her vóru tríggir møgu- leikar fyri niðurflyting. Ty trý liðini ið vóru í vanda vóru B68, TB og KI. KI og TB leiktu í Klaksvík, meðan B68 hevði vitjan av EB á Toftum. Úrslitið av dystinum í Klaksvík gjerdist 2—2, eftir at TB eitt skifti hevði verið á odda 2—0. Vit frætta, at KÍ spældi tann vakrara fótbóltin, men TB stríddist fyri at fáa javnleik í minsta lagi. Hetta var ein heppin javn- leikur fyri TB, meðan úr- slitið var minni heppið fyri KÍ, tí teir mega nevniliga niður í 4. deild. 4. deildar- liðið hjá KI gjørdist nr. 2 í deildini, men komandi ár verða tey núverandi 4. deildarliðini býtt upp í eina 4. deild við 8 liðum og restin skal leika í 5. deild. Liðið. sum áðrenn hetta vikuskiftið lá niðast í 3. deild við 8 stigum, B68, Øg spældi móti EB leygar- dagin. B68 vann hendan dystin vid trimum målum móti einum, og harvið tryggjaðu teir sær fram- haldandi pláss í 3. deild. Bæði B68 og KI endaðu við 10 stigum, men B68 hevði betri málúrteku, so teir verða verandi í deildini. Toppdysturin í 3. deild var í Vági, og vann VB 2—2 á B71. Hesin dyst- urin er umreddur aðra- staðni í blaðnum. Fjórði og seinasti dyst- urin í 3. deild var í Havn millum B36 og HB. Henda dystin vann HB við 6 mál- um móti tveimum. HB og B36 lógu áðrenn hetta vikuskifti á 3. og 4. plássi, og tað liggja tey fram- vegis, nú kappingin í ár er lokin. AÐA AAA Framhald av síðu 6 fundurin 7. januar var Ó- lógligur, men hetta varð kveistrað til viks av nevndini. Hesin fundurin var væl mobiliseradur, eini hálvt hundrað av- bygda limir vóru mettir, tær flestu úr Sumba, onk- ur úr Porkeri, t.d. ein heimahjálp, ið ikki hevur arbeitt á flakavirki í fleiri ár, úr Lopra vóru nakrar. Øll vit her i bygdini vita, hverjar tær eru, ið stuðla klikuni, ið hevur brotið felagið niður, so ongum av teimum í Porkeri ella Lopra, sum eru ósekar, nýtist at kenna seg stoyttar Gott klárað: Avbygda fólkið kemur inn í bygdina at arbeiða og hevur fingið allar semdir, m.a. atkvødurætt í fel- agnum, og hevurnú aftur fyri hjálpt nevndini at taka atkvødurættin frá einum stórum parti av limum felagsins búsitandi í Vági. Atkveðurættin mistu tær, serliga tí nevndin helt, at partur av teimum hvílandi limunum stuðlaði fyrrverandi for- mannin í felagnum, sum hinar hava roynt at knúskað, síðan merkja- málið byrjaði. Ti máttu tær setast út úr spæl- inum. Heldur tú ikki, hatta var ógvuliga dem- okratiskt? Tá so hugsað verður um, at atkveðurætturin er tikin frá stórum parti av limum okkara, hvussu so við næstformanninum, sum ikki kemur nær nøkr- um timaløntum arbeiðs- plássi, har kvinnur ar- beiða. Men eftir hvat sigst, arbeiðir hon hjá manninum, sum áður nevnt er arbeiðsgevari. Ella ein annar nevndar- limur, sum nú er burtur- staddur, ið hevur arbeitt sum heimahjálp í fleiri ár og sitið eitt skifti sum næstformaður í Heima- hjálparafelagnum. Hvussu kunnu tær sita í nevndini, tá aðrar hava mist atkvødurættin? Eg spyrji bara. Anna bragd, tær hava gjørt: Hava keypt felagshus fyri 605 túsund krónur. Lýstu til eykaadalfundar kl. 18.30 á Polarfrost, fund- urin bleiv lýstur til kl. 20, eisini við sama ólógliga valda formanni, skiljið tað hver. ið kann. So kastar flakakvinnan við skarni eftir Ingeborg Vinther, tí hon skal hava sagt fyri fólki, at tær hava verið ólógligar, hvat skal man siga um frúur, ið slíkt gera? Triðja bragdið, tær hava útint Aftur ein eykaadalfundur, har millum annad nevndin legdi uppskot fram um at melda felagið ur F.A. Aftur til henda fund hevði avbygdafólkið mannað seg væl, til at atkvøda eitt felag í Vágs sókn út úr meginfelagnum. Hetta fe- lag, ið bleiv stovnað fyri tey, ið búgva í Vági, hevur nú avbygdafólkið atkvett út úr F.A. Nú haldi eg, tíð er uppá, at vágbingar gera vart við seg, so teir ikki verða rendir um koll í síni egnu bygd av fólki, ið kemur inn í bygdina, t.d. at ar- beiða. Nú stendur væl til. Fjallbrúður skal klára seg sjálvt, soleiðis at hini fel- gini berjast fyri at fáa ein sáttmála, og so skulu tær fáa ágoðan, tá hini eru liðug at stríðast. Tað hev- ur sjálvur Jákup sagt. Áðrenn tær tóku steðu til at melda seg út, fóru tær til arbeiðsgevaran, ið lov- aði teimum somu semdir sum hinum. Ja, so langt kann ein felagsnernd koma. Men tær finna ikki sín lika. tí slíkt er ikki hent í fakfelagsseguni í Norðurlondum. Henda kvinnan skrivar eisini, at tey hava tað so gott og frítt á Polarfrost, pausu hvenn tíma og frí frá arbeiði, tá tær vilja. Hver man hava skaffað teimum pausur hvenn tíma? Havi ongantíð hoyrt um tað, tú skrivar, at ar- beiðsfólk ikki sleppa á wc á summum virkjum, uttan at biðið verður um loyvi. At Polarfrost er blivið eitt paradis at arbeiða á, er bara gott, góða flaka- kvinna. Tá tú leggur fyrrver- andi formann í felagi okk- ara undir at hava ta á- skoðan, at man eigur at stríðast við arbeiðsgev- Týsdagin 25. 09.30 Náttúra og hvervi 11.01 Eldri fiskifer Í 12.55 Feroyski skipalist- in 18.17 Barnaletan 19.00 Barnaútvarpið Oddvá Nattestad leggur til rættis. 19.30 Tónleikasending Hans Jacob Egholm leggur til rættis. 20.00 Nyskaparin av tyskum sangi Fyrsta av trimum send- ingum um tónaskaldið Franz Schubert. martin Restorff Jacobsen leggur til rættis. 20.40 Sálmar, sangir og vísur Janus Mohr skipar fyri. um- Mikudagin 26. 09.30 Segan um Simon á Garfunkel í 11.01 Kveðuljómar til sjófólkið 19.00 Hetland í dag Fyrsta sending um grannaoyggjarnar. Sig- mund Poulsen og Jóhan Mortensen leggja til rættis. 19.30 Leg mær dámar Kári D. Petersen skipar fyri. 20.00 Fyri 40 árum síðani Sending hjá Hans Thomsen um hendingar í seinna heimsbaradaga, tá hann lækkaði móti endan- um. 20.30 Løg úr fjørutunum Tónleikasending hjá Marius Rein. aran, ja næstan hata hann, so er hetta so burtur við og líka útspillandi og rangvert, sum alt hitt, tú hevur skrivað í greinini. Annars havi eg í summ- ar frætt sum leysatíðindi, at okkurt ikki var heilt rætt viðvíkjandi nátt- urdatimanum. Farið varð til nýggja formannin í fel- agnum — sum tá sat ólóg- liga — at fáa hana at rætta hetta. Men hvat heldur tú, hon svaraði limunum aftur? — Eg tori ikki, tí Jákup er á skriv- stovuni. Gott svarað av for- manninum. Heldur tú, at Ingeborg Vinther hevði verið so jánkaslig, at hon ikki hevði torað inn á skrivstovuna, tá nakað skuldi rættast, bert tí stjórin var har? Nei, so var ikki, og tit fara og liggja, sum tit hava reitt. Bert synd at tað skal ganga út yvir tey óseku eisini. Nú tími eg ikki at svara tær meiri, men skammast tú ikki og tigur, fært tú meira at vita næstu ferð. Ein onnur flakakvinna á Polarfrost Leikstjórin Michael Winner var bert tíggju ára gamal, tá hann fekk hug at gera ein film um Lady Barbara Skelton. Tí longu í 1945 sá hann tann tá nógv umtalaða filmin um Lady Skelton >The Wicked Lady -<. Tað er í 17. eld í Ong- landi. Lady Barbara er boðin í brúdleyp hjá systkinabarni sínum. Men hon tekur brúð- gómin frá henni. Hann er ríkur og skjótt leið- ist Barbara av allari vælferðini. Fyri at fáa eitt sindur av spenn- DEN DAG HAN KOM Nr. 112 — 25. september 1984 á A hvíta 4 tjaldinum. ingi í tilveruna fer hon í hóslag við stigamannin Gerry Jackson. Tey ræna og drepa til Bar- bara svíkur Gerry stutt, áðrenn lagnan rakar hana. Faye Dunaway hev- ur hevuðsleiklutin, sum minnir ikki sert um leiklutin, sum gjørdi hana kenda i 1967, nevnliga Bonnie i »Bonnie og Clyde«. Michael Winner hev- ur gjørt fleiri filmar vid Charles Bronson, so hann veit, hvussu slikir filmar eiga at vera. EN FREMMED UDEN NÅVN Clint Eastwood sum stuttbyrsumaður í sínum egna filmi um spentu steðuna í býn- um Lago, har sheriff- urin er bardur til deyð- is við koyrli. Hetta er í 1870. Fólkið í býnum ger onki fyri at hjálpa hon- um. Men seinni síggja tey tó til, at teir tríggir drápsmenninir enda í fongsli. Teir sleppa tó út aft- ur ein dag, sama dag, sum Eastwood kemur tilLago. Tríggir menn verja býin. Teir eru dekan ov naskir við Eastwood, sum skjýtur teir allar. Nú verður hann sjálvur so biðin um at verja býin, sum óttast hevndina frá teimum trimum brotsmonnunum. Tað »betra« fólkið í Lago er gjøgnumspilt og Fastwood kann ikki kenna seg tryggan. Hann fær tó alt, hann biður um. Men hann veit, at í Amerika er ofta lítil munur á rætt- vísum og órættvísum. Báðir partar eru eins andstyggiligir og ó- moralskir. Leikhús Bio