Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Framhald av síðu 1 stýrisformaðurin Ivan Johannesen hava borið fram síðan Berdal/El- sam/Orkuráðsfrágreiðing- in kom fram. Ístaðin fyri at siga, at nú vil ein taka hesa frá- greiðing til eftirtektar og arbeiða hana í eina saml- aða meting av útbygging- armeguleikum SEV's, lata teir skína igjøgnum, at Eiðisprojektið nú skal set- ast igjøgnum, tí frágreið- ing'n í hesum lítla parti av SEV útbyggingini reelt gevur SEV (ella ráðgeva SEV's) rætt, bert ein sigur at Berdal/Elsam/Orku- ráðið meta 150 milliónir skeivt, so greitt er nú at fara undir Eiði. Veruleikin er, at teir for- kasta ætlanir H&S's men vísa á ein minkaðan meguleika við 8 metra hækkan av vatnsteðuni. Samstundis fáa vit váttað tað, vit altíð hava vitað, at — sammett við onnur lond — gerst vatnorkuútbygg- ing í Føroyum ovurhonds dý-. Hetta váttar enn eina- ferð skylduna til at velja ta samanseting av út- byggingum, sum gevur mest fyri minsta kostnað — vatnorkan er sera lítil partur av samlaða útbyggingartervinum — og nakra endaliga sann- føring um hver saman- setingin er, hava vit ikki rokkið við fyriliggjandi kanningum. Men vit eru væl longri frammi. Skuldi hver dropi nýtast? Undirritaði er ein teirra, sum mestir tað avgjert neyðugt at fremja eina á- vísa vatnorkuútbygging í Feroyum, og eri eg tí eisini til reiðar at lata tekniskan og rationellan terv ganga fram um náttúruverndar- áhuga í ávísan mun, hesum slepst ikki undan al den tíð nakað skal út- byggjast. Men so mikið sterri er skyldan til at velja so skynsamar og avvegaðar loysnir sum gjørligt. Just út frá hesum álegði undanfarna landsstýri í 1978 SEV at bera nógv betri dokumentatión og próvtilfar fram, áðrenn farið varð ígongd eftir eini leysari skitsu. Skjótt stóð eisini greitt, at avgerð SEV's um at fara ígongd í áliti til ein ráðgeva, sum onki projekt hevði gjert, men vildi fremja eitt roknings- arbeiði fyri meira enn mili- iardina í Vágum, Vest- manna og Eysturoy var heilt burturvið. Tað sum undanfarna landsstýri mælti til, var at finna fram tey projektini, sun »optimaliseradu« rentabilitetin, t. v. s. at ein fann ut av hvussu nógv vatn tað loysti seg at savna til hvert verkið. Hetta tí ein hevði kenslu av, at tað kundi vera len- samari at nýta vatnið, sum tað kemur fyri í nátt- uruni og við smærri goymsium, enn at útbyggja til 90% av tek- um vatni við hverjum dropa veittum til stórar goymslur. Undirritaði er ein teirra, sum tíðliga meinti, at vit í Feroyum noyðast at spæla uppá allar streingir í orkuútbygging, nevni- liga vatni, vindi, diesel, koli og meguliga aldu. Tí er ikki so alneyðugt at út- byggja til hægst meguliga nýtslustig í vatnorkuni, tí hetta kann gerast so dýrt, at vit ikki orka at spæla uppá hinar streingirnar. SEV má ikki syndrast ! Sjålvt um tad einaferå skuldi hent, at orku- útbygging verður bein- leiðis landsuppgáva, má ein felagsskapur sum SEV altið standa fyri rakstrinum og smáu kommunurnar mugu hava sama orkupris sum tær størru. Skal SEV hanga saman, er neyðugt at farið verður undir onkra útbygging beinanvegin, og fleiri upp- gávur eru. Smáu kommun- urnar kunnu ikki liva við at SEV syndrast, tí má leiðsla SEV's nú leggja á annan bógv og fara undir at reka ein opnan savn- andi politikki ístaðin fyri at læsa seg inni saman við onkrum útlendskum ráð- geva. Tað skerst ikki burtur, at eitt nú sáttmálin við H&S — sum bert fá kenna — hevur minkað um álit á SEV, noktanin fyri at tjakast um umhvervismái hevur ikki styrkt tað og royndirnar at »bagatell- isera« sakkunnleika og nidurvurdera alternativ uppskot — eitt nu frå egnum medarbeiðarum hevur heldur ikki styrkt álitið, eins lítið og tað hevur ment meguleikar- nar hjá politisku myndug- leikunum at taka stødu. SEV eigur tí nú partvís at fylgja nekrum ráðum frá Berdal/Elsam/Orku- ráði soleiðis at tað slepst í gongd, meðan neyðugar projekteringar viðvíkj- andi vatnorkuútbygging verð liðugtgjerdar og lagdar opnar fram. Verandi steði Nakrir veruleikar standa eftir nú frágreiðingin er tek; 1) allar útbyggingar — 9 uppskot eru vidgjørd — treyta keyp av einum 2 takts-motori uppá 12 MW í 1985 — hann fæst megu- liga ikki fyrr enn í 1986 um so er, at SEV hevur tíðindablaðið slept >optiónini< 2) Ongin vatnorkuút- bygging gevur streym- framleiðslu fyrr enn í 1987 ella 1988. 3) Umhvervismál eru ikki tikin við í frágreið- ingini, t. v. s. reguleringin á Eiði við max 4 metrum heldur ikki. Her má so víðkað loyvi útvegast ella projektið broytast. 4) Linjunetinum tervar snarútbygging (smb. skaðarnar seinasta vetur). 5) 18 MW kolaverk skulu inn í myndina frá 1990 ella 1992. 6) Útbygging omanfyri 300 metra hædd gevur somu ella helst sterri effekt. Meguliga eisini sterri reguleringstrupul- leikar, men datastýring og onnur tillagan kunnu minka hesar. 7) Veðranesútbygging uttan goymslu er bíligasta útbyggingin. 8) Tilsegn frá Feroya Landsstýri til ognar- og lánteku bindur komandi løgting til fleiri hundrað milliónir veðhald seinni. 9) Tilsegn nú verður givin av »forrætnings- ministerii«, sum landsstýrið er vorðið, síð- an tingið fór heim. Tilmæli: Skal neyðuga vatnorku- útbyggingin ikki fara fyri skeytið í klandri og tog- togan millum SEV, polit- iskar myndugleikar og umhvervisfólk, eigur SEV beinanvegin at bíleggja ein 12 MW motor, sekja tingið um endurgjald fyri toll av hesum (30 mill. kr.) og síðan leggja ein opnan politikk fram fyri komandi landsstýri og legting, (hetta hevur sýnt áhuga fyri at úttala seg, men játtaði at bíða til lands- stýrismaðurin legði frá- greiðingina free» hesir opni politikkur eigur at fevna um samtykt um at byrja við Veðranesi uttan vatngoymslu og stut. eftir tilmæli um hvussu reguleringin kann fara fram, hvert hon skal gerast við goymslu á Veðranesi (burturspreing- ingin til aðra útbygging), útbygging í Vestmanna ella eini minni útbygging norðari á Eysturoynni. Ein slíkan — politikk kunnu eitt sterkt komandi landsstyri og legting hjålpa felagnum at bera igjøgnum vid lóggávu og vedhaldum. Spell vildi verið um tervandi legaligheit eisini forkom útbygging í Vest- manna, sum ell eru samd um. Atli P. Dam Framhald av síðu 1 Her hava so eisini norð- menn víst feroyingum hvussu útbyggingin skal fremjast, t.v.s. at um 1 og 3 á Eiði skal byggjast út, so má hetta vera á ca. 350 m hædd (landið er hægri) og ikki á 130 m (Eiðisvatn). Orkuráðið hevur givið Berdali setning, og sam- stundis sagt, at ikki skal skeitast til umhvervið, og er tað tí ikki legið, at teir rokna við, at kunna brúka Eiðisvatn til goymslu og meguliga til regulering av eini ætlan av Veðranesi við ongari byrging. Norðmenninir við- merkja, at hetta ger, at Eiðisvatn verður brúkt harðari, t. v. s. skal tomast og fyllast eftir umsteð- unum >Harmonikuprins- . ippid«. Bædi Orkurådid og før- oyingar yvirhøvur vita, at fridingarmyndugleikin hevur lagt treyt á við 3-4 fråvik i vatnstøduni, og neyvan verður tann treyt- in linari, nú byrgingin skal lækka til 6-8 m. Tær milliónir av m”, ið goymslurnar rúma, og sum Berdal roknar við, verða tá reduseraðar til nakrar fáar 100 tús. m", og er sostatt ongin goymsla longur. Tí er hetta upp- skotið tikið av borðinum sum samankoyring við Veðranes. Ætlaða u.oyggingin, sum nú er minkað til Eiði 1 (økid um vatnið) má tí ongum umsteðum fremj- ast, fyrr enn Orkuráðið hevur svarað spurning- inum, um ikki onnur og betri loysn er fyri útbygg- ing í nerðara enda á Eyst- uroynni. Tað er Berdal ikki biðin um at kanna ! | Nr. 114 — 29. september 1984 Framhald av síðu I vidgjørt hann enn. Men hvørgin sakførarin visir aftur møguleikanum, at démurin verður skotin inn fyri Hægstarætt. Sigurð Joensen, sak- førari hjå Føroya Arbeid- arafelag, sigur, at hann heldur, dómurin er verdur at fara í Hægstarætt. Hann vísir á, at Lands- rættardómararnir eru ikki samdir. Formaðurin hevur aðra áskoðan enn hinir báðir dómararnir. Formað- urin heldur, at vanligu dómstólarnir kunna viðgera trætuna um merk- ini. Dómurin hjá Eystara Landsrætti er feldur 19. september og freistin at appellera til Hægstarætt er átta vikur frá tí degnum. — Tað er væl hugsandi, at eg fari at mæla teimum til at appellera til Hægsta- rætt, sigur Tórmóður Djurhuus, sakferari hjá Føroya Arbeiðsgevarafel- ag, um dómin hjá Eystara Landsrætti í merkjamål- inum. Tormóður Djurhuus sig- ur, at málið kann ikki enda við landsrættardóm- inum. Tað má greiðast. Landsrætturin sigur, at , tað var eitt brot á avtalu- grundarlagið millum Fer- oya Arbeiðarafelag og Feroya Arbeiðsgevarafel- ag, tå FA í desember í fjør bannaði limum sínum á flakavirkjum at leggja merki í fiskabakkar. Meirlutin í Landsrættin- um tekur tó undir við Fer- oya rætti, at málið kann ikki viðgerast av vanligu dómstólunum. Hinvegin sigur Landsrætturin, at málið heldur ikki hoyrir heima í fakligum gerðar- rætti. Tormóður Djurhuus sig- ur, at dømast skal í målin- um. Men spurningurin er so, hver skal doma. Hann heldur, at tað er hugsandi, FAG fer at royna málið í Hægstarætti fyri at fáa greidd tey legfroðiligu sjónarmiðini, tey jurid- isku aspektini. Hin meguleikin er Arb- eiðsrætturinm í Danmark, hóast lógin um hann íkki er galdandi fyr Feroyar. Men hesin meguleikin kann koma aftan á Hægstarætt, heldur Tor- móður Djurhuus. hd Tit ringja sosialurin, tif. 11820 — vit skriva Byrådsfundur verdur månadagin 1. oktober 1984 kl. 19.00. Vågs byråd Månadagin 1. oktober kl. 9.00 opni eg nyggja hondarbeidsforrætning i Tréndar- gøtu 26 (har sum »Vanja« var fyrr). - onde? Sw od TORA v/ Petru Róðá Tlf. 1 7960 TTT 1 8 A