Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 115 2. oktober 1984 Føroyingar i Afrika ” og India eg 7 » Royndirnar hjí føroying- um at vera við til at menna fiskivinnu og fiski- ídnað aðrastaðni í heim- inum eru nú komnar so væl áleiðis, at tvey pro- jekt, annað í Aftika og hitt í India, fara í gongd fyrsta dagin. Marinplast í India Marinplast í Kaldbak fekk í seinasta mánað endaligu undirskriftina frá sjálvum forsætismálaráðharranum í indiska statinum Tamil Nadu. Við hansara góð- kenning verður nú farið í gond við at byggja eina verksmiðju, ið skal fram- leiða 500 feroyskar plast- fipurbátar um árið. Proj- ektið er uppá 4—5 mill. kr., so hetta er eitt rætti- liga lítið projekt sammett við mong onnur projekt í menningarlondum. Um- framt Marinplast er danski lánistovnurin IFU eisini við sum partaeigari. Teir hava hver síni 20% av partapeninginum, meðan stjórnin og priv- atar fyritøkur í Tamil Nadu eiga hini 60%. Tað eru nú meira enn tvey ár síðani, at Gutt- Feroyar Utheimurin ; NS Føroyar ”% Á £ + ormur Djurhuus, stjóri á Marinplast, fór at arbeiða við hesum projektinum. Guttormur sigur við Sosi- alin, at hóast tvey ár eru gingin við ti fyrireikandi arbeiðinum, so verður hetta mett at vera rætti- liga stutt tíð til at koyra eitt slíkt projekt igjøgnum í einum landi sum India. Guttormur > Djurhuus fer til India i nåstum og verður so har til jóla. Feroyski báturin skal brúkast av teimum tús- undtals fiskimonnunum, ið rógva út framvið teirri longu strondini í India. Bátarnir, ið indarar hava í dag, eru ikki nóg góðir. Teir hava so roynt triggj- ar føroyskar bátar nú i meira enn eitt år og siga teir seg at dåma henda femmanda båtin serstak- liga væl. Tað verður annars ar- beitt við líknandi projekti í einum eðrum indiskum stati. Í letuni er Gutt- ormur í ferð við at gera eitt projekt-uppskot til sjórnina í grannastatinum hjá Tamil Nadu, ið eitur Kerala. Har verður helst talan um eina sterri fram- leiðslu, kanska uppá 1000 bátar um árið. Afrika Í Senegal í Afrika verður eisini arbeitt við eini verk- ætlan, har føroyingar eru við. Tað er felagið Faro- mar. Í tíðindaskrivi frá felagnum verður sagt, at nú eru endarnir komnir saman í hesum projekti. Oll fígging er í lagi. Eisini er nú greitt, hverjir sam- arbeiðspartnarnir = vera. Nú mikudagin verður av- tala gjørd millum Faro- mar og eitt felag í Sene- gal, nevnt Sonacos. Hetta felag virkar innan jørå- netuframleiðslu og hevði í 1983 eina selu uppá 2 milliardir kr. Stjórin í hesi fyritøku, Mr. Djop kemur til Feroya í dag. Eitt felag skal stovnast í Dakar, sum er at eita Afrikan Seafood. Egin- peningurin verður 40 mill. kr., harav Sonacos við 16, Faromar við 10 og hinir partaeigararnir við 14 mill. kr. Teir eru IFU í mill. kr. Teir eru IFU, í Danmark (Industrialiser- ingsfonden for Udvikl- ingslandene), IFC, (Inter- national Finance Corpor- ation undir Veraldarbank- anum), D.E.G. (Deutsche Entwiklungs Gesell- schaft), Sofisedit (sum er ein menningarstovnur í Senegal), N.S.O.A. (eitt sápuvirki í Dakar, sum verður rikið av konsul F. Nergaard) og Etablise- ment Petersen (eitt upp- runaligt danskt virki inn- an oljuidnaðin í Senegal). Qll figgjanin til African Seafodd er komin uppá pláss, figgingarstovnarnir eru, I.F.U., I.F.C., Sofis- edit, D.E.G., Sifida (ein menningarbanki í Scweitz) og BOAD (tann Vesturafrikanski | Menn- ingarbankin við sæti í Togo). Ílogan í projektið verð- ur 100 mill. kr. (íroknað royndarfiskiskap v.m.) Samlaða figgjanin til Afr- ican Seafood er uppá 120 mill. kr. (við arbeiðskred- itti og eginpeningi). Pro- jektið snýr seg um eitt frystivirki við eini frysti- orku uppá 200 t pr. sam- degur og eini frysti- goymslu uppá 5.000 t. Virkið skal arbeiða pel- agiskan fisk (makrel- og sildasløg) at flyta úr Sene- gal til marknaðir í Vest- Afrika. Til virkið skulu knytast 3-4 feroyskir nótabátar við føroyskari Landsstýrið fall um val var í september — vísir kanning, sum næmingar í Hoydelum hava gjørt fyri Myndablaðið Nú. Var val í september, so reyk landsstýrissamgong- an. Hon hevði nevniliga bert fingið 16 mans, t. v. s. ein ov lítið til meiriluta. Hetta vísir ein kanning, sum næmingar í Hoy- delum hava gjert fyri Myndablaðið Nú. Teir hava fingið svar frá 194 fólkum, ið eru tilvildarliga útvald kring landið. Sambært kanningini so missa javnaðarflokkurin, sambandsflokkurin og sjálvstýrisflokkurin hver sín mann, meðan fólka- flokkurin, tjóðveldisflokk- urin og kristiligi framb. og fiskiv. flokkurin fáa ein mann afturat hver. Myndablaðið Nú skriv- ar, at úrslitið av kann- ingini sigur sjálvandi einki um, hvussu úrslitið av valinum verður í nov- ember. Spurningurin var, hvat fólk høvdu atkvøtt um val var nú (sept.), og tað eru tveir mánaðir til val verður. Í hesi tíð kann nógv henda, ' valstriðið fer fram, og nógv fólk koma til at skifta stødu. Eisini eigur at havast í huga, skrivar Myndablað- ið, at kanningin er lítil. Tað einasta sum við vissu ber til at siga, er, at vit neyvan fara at síggja nak- að skarvslop nakran veg í veljarafjøldini, skrivar Myndablaðið Nú, sum júst er útkomið. manning. Ein manage- ment sáttmáli verður gjørdur millum Faromar og African Seafood, sum gevur Faromar ein av- gerandi leiklut i styringini av African Seafood. Projektið byrjaði i 1980 saman vid J. Lauritzen Holding, avtala varð gjørd við Senegalstjórnina í mai 1981, og sum ferdi við sær, at skipið Sjúrður Tollaksson fór niður til Senegals í royndarfiski- skap november 1981. Hes- in royndarfiskiskapur S íða 3 vardi i hálvtannað ár til mai 1983, og síðani hevur verið arbeitt vid figging- arspurningum, og er hann nú endaliga loystur. Figgjanin av Senegal- projektinum til nå hevur verið gjørd av Faromar, Føroya Landsstyri, I.F.U., og hevur eisini Nordisk Projekteksport Fond stuðlað. Trupulleik- ar komu í projektið í nov. 1982, tá J. Lauritzen sá seg noyddan at fara úr projektinum. Hetta seink- aði projektið munandi, sigur Faromar í einum Dagny Joensen, blaðkvinna á Sosialinum er farin í orlov frá 1. oktober í tríggjar mánað- ir. Hon skal gera annað skrivligt arbeiði. Í hennara stað hava vit so fingið eina aðra blaðkvinnu, Randi Jacobsen. Hon skal rekja starvið til nyggjårs. Randi er 30 ára gomul. Hon tók útbúgving sum journalistur á Danmarks Journalisthej- skole í 1978. Hon hevur síðani arbeitt á Myndablaðnum Magn og á 14. September. Eisini hevur hon tikist við ymiskt annað arbeiði. Vit á Sosialinum ynskja Randi vælkomna við vón um, at vit kunnu fáa gott samstarv.