Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 í skattalógini Í DIMMALÆTTING fyri týsdagin hevur formaðurin í legtingsins skattanevnd drúgva grein um samtíðarskattaskipanina. Sum vera mann fegnast hann um hesa nýggju skipan. Hann letur fólk fáa ta fatan, at nú fellur skatturin rættvíst. At nú er lættari hjá lág- inntøkunum, og at nú stendur væl til í skattamálum. MEN HETTA ER kortini ikki veru- leikin. Tað er rætt, at vit hava fingið eina samtíðarskattaskipan, og t. v. 8. eina umlegging av inn- krevjingarhåttinum av tí skatti, sum løntakararnir bera. Hetta ber í sær, at løntakarar skulu gjalda skattin, áðrenn teir fáa lønina út- goldna. Í fleiri førum koma løntak- arar í ta stóðu, at teir gjalda alt ov nógvan skatt í ávísum tíðarskeið- um, og harvið lána teir tí almenna pening í fleiri mánaðar, uttan at fáa rentu afturfyri. EIN ANNAR bólkur av skattgjald- arum kann hinvegin fáa rentufrí lán frá tí almenna f upp til 15 mánaðar. Um endaliga uppgávan hjá b-skattgjaldara er størri enn fyribils uppgávan við árs byrjan, so hevur hann goldið ov lítlan skatt gjøgnum árið, og á tann hátt hevur viðkomandi fingið eitt rentufrítt lán frá tí almenna í upp til 15 mánaðir. Hesin skal bara gjalda restskattin — t. v. s. munin ímillum fyribilsuppgávuna og ta endaligu uppgávuna — áðrenn 1. mars árið eftir. Tá sleppur viðkom- andi undan at gjalda rentu. TÆR BROYTINGAR, sum annars eru gjørdar í skattalógini hesi fýra árini, hava ikki ført til nakra rætt- vísari skatting. Tvertur ímóti kunnu vit vísa á, at eftir gr. 21 stk. 4 í skattalógini er tað møguligt hjá vinnurekandi at sleppa frá gjørd- um avskrivingum, ið annars áttu Argjavegur 26 Postsmoga 76. 3800 Tórshavn telefon 11820 at verið inntøkuførdar, tå bygn- ingar og rakstrargøgn verða seld. Hetta verður gjørt á tann hátt, at bygningar og rakstrargegn verða yvirtikin av einum partafelag, sum gomlu eigararnir eru við at stovna. SAMA GREIN Í skatíalógini ger tað eisini møguligt at umseta eina fyritøku, ið er ogn hjá privatper- sónum, og sum t.d. hevur ein negativan eginpering upp á 1 mió kr., til eitt partafelag við tí úrsliti, at eigararnir fáa ein skattafrían vinning upp á t.d. 720.000 kr. ístaðin fyri tann negativa eginpen- ingin upp á 1 mió kr. Tað er sostatt burtur úr vón og viti at billa fólki inn, at slík skattalóg fremur rætt- vísi. Ella at hon fremur arbeiðs- og framleiðsluskapandi fyritaksemi. Hon fremur írættvísi, og sjálvandi fremur hon spekulatiónshug fram um arbeiðs- og framleiðsluskap- andi fyritaksemi. TAÐ SEINASTA árið er skattastig- in javnførdur eina íerð, og per- sónsfrádrátturin er somuleiðis javnførdur. Men hesar javnføring- ar eru alt ov smáar til tess at tær veita nakran veruligan og reellan skattalætta. Tað gingu jú samfull fýra ár uttan nakrar javnføringar. Síðani skuldi hædd takast fyri, at løntakarar nú skulu gjalda skattin 15 mánaðar fyrr enn frammanund- an. ALT Í ALT ER ikki talan um nakran skattalætta. Talan er um eina ávísa avmarking í skattavøkstrin- um. Og hóast hetta er skattatrýst- ið økt við 4 áð 5 pst. Taka vit skatt og toll undir einum, er trýstið okt við 10 pst. Veruleikin er, at nýggja skattaskipanin hevur ikki ført til nakrar broytingar í skattalógini, sum eru til fyrimuns fyri løntakara- bólkarnar og teir, sum fáa part í veiðu. Heimahjálp á fundi Í lesarabrævi í Sosialinum skrivar ein onnur flaka- kvinna um, at ein heima- hjálp úr Porkeri er á fundi hjá Fjallhrúður. Kanska tú, ið hetta skrivar ikki hevur verið á so nógvum fundum hjá Fjallbrúður sum eg havi verið. Tað kann gott vera, at eg ikki havi arbeitt fast á Polar- frost í nekur ár, men enn komi eg har av og til. Men eitt havi eg at siga tær, ið skrivar hetta. Eg gjaldi fult limagjald til Fjall- brúður. So eg havi rætt at koma til allar teir fundir, ið har eru eins og tú. Her verður skrivað fult navn undir. Heimahjálpin í Porkeri Sólgerð Serensen Nr. 116 — 4. oktober 1984 Umlættingarheim í Havn Sum heimasjúkrasystir fegnist eg yvir, at um- lættingarheimið í Havn nú er ein veruleiki. Ferð eftir ferð hava vit verið úti fyri, at fólk, sum vegna elli ella brek ikki kunnu klára seg sjálvi, noyðast at leggjast inn á sjúkrahús, tá teirra av- varandi av einihverji orsek hava fingið forfall í at rekta tey, í styttri ella longri tíð. Men nú stendur so um- lættingarheimið har, væl- gjert og snotuligt, inn- rættað til at hýsa júst hes- um fólkum. Eg ma siga, at tað undr- ar meg ikki sert, at leið- arin fyri heimahjålpini, Sonja á Argjaboða, als ikki kann gleðast yvir, at Havnin hevur fingið hetta heim. Hon hevur eftir øll- um at dema einki gott at siga um heimið, men tekur harafturímóti umlætt- ingarheimið í Fuglafirði fram, sum nakað fyri- myndarligt. Umlættingarheimið í Fuglafirði, er óivað eini út- merkaði sethús, men fyri- myndarlig sum bústaður fyri gomul og brekað, eru tey sjáivandi ikki, tí tey krev kunnu eingi gomul foroysk sethús lúka uttan ávísar broytingar. Hesar broytingar eru so gjerdar í húsunum í V. U. Hammershaimbsgetu. Fyri meg fer tað at vera ein gleði, at kunna siga við ein, sum skal á umlætt- ingarheimið at vera eina tíð, at t.d. situr í rullu- stóli, — at har kanst tú sjálvur koyra frá stovu til stovu, tí har eru ongar gáttir, — tú kanst sjálvur fara upp og niður við ele- vatorinum, — tú kanst sjálvur vaska tær um hendurnar, tí tú kanst koyra heilt inn til vaskið. Hatta er eitt heim, sum er innrættað eisini til tín, sum hevur brek. Tað syrgiliga er so, at hetta samafólk samstund- is lesur í bleðunum, at leið- arin fyri heimahjálpina heldur, at tað er ein vána- lig investering, at inn- rætta hetta heim eftir tervinum hjá teimum, sum skulu búgva har. Sjálvandi finnast betri loysnir t. d. at byggja eini nýggj hús. Men sum orða- fellið sigur >En fugl i hánden er bedre end ti pá taget«. Tann, sum dagliga hev- ur sæd tørvin fyri um- lætting, kann bert vera Tórshavnar kommunu takksamur fyri hesa loysn úr tí akuttu steðuni. Tórshavn 27. september Erna Háberg Nú mistu tey skortin! >...Javnaðarflokkin kendu vit i forhond« (!) Hetta er so verjurøda tjóðveldisfólka, tá tey verða ákærd fyri ikki at hava »uppdagad« javn- aðin i stevnuskrå Tjóð- veldisfloksins, og ti halda seg kunna rættvísgera »rættvisis«ålop á sosial- istar. (Fjúrtandi 29/9-84(. — Vit kendu Javnaðar- flokkin!!! Tað er ein sonn frei at vita, at ein, sum stillar upp til val, heldur tað vera meiri enn ríkiligt at kenna ein annan flokk, fyri at sleppa undan at brúka stevnuskránna hjá sínum egna flokki. Sigur »politiska« ABC- ið hjá Tjóðveldisflokkin- um — eftir øllum at døma, tað einasta, John Dals- garð veit, finst av skriv- ligum hjá Tjóðveldisfólki at halda seg til, — at tað, 1) at Heri Mortensen ikki er arbeiðaranna vin- ur, 2) at Sverre Midjord er NATO'sa vinur, 3) at Atli Dam er Danmarkar'sa vinur, forðar tjóðveldisflokkin- um í at brúka aðra ideo- logi enn ta vælkendu: húðaskógvar-á-allar-fer- oyskar-føtur-og-føroyskt- pass-å-allar-føroyskar- hendur-ismuna. >...hann kann lesa stevnu og stevnumið tjóðveldisfloksins. Finnur hann einki svar har, ja, so dugir hann ikki at lesa innani« )!( Nei, rætt hevur tú, >ABC<ið man vera illa lært: Í »politiskari« viðmerk- ing í sama Fjúrtanda skrivar tú um fyribrigdið »Undirgrundin á føroysk- ar hendur«. Jú, tað er alt i lagi, John, men hvers foroysku hendur? Framhald á síðu 12 Hendurnar á »Pyrla« og »Tolva« Herfyri fanst ein lesari i Dimmu at Målstovn- inum, ti at teir vóru farnir at brúka tað ís- lendska orðið »tyrla« fyri helikoptara. Hann helt tað vera beinleiðis stuldur og legði Mál- stovnin undir at hugsa á íslendskum. Ja, og hvat er galið í tí? Er tað kanska ikki frægari at hugsa á ís- lendskum enn á donsk- um — er tað ikki fræg- ari at brúka eitt ís- lendskt orð enn eitt danskt ? Ne, tað var púra beint, tað, tit gjørdu, at kaga i eina islendska orðabólk og »læna« hetta orðið. Hvat var tá náttúrligari? Tá ið ivi er um okkurt máls- ligt, eiga vit altíð at rætta okkum eftir ís- lendskum, tí íslendskt er tað reinasta og vakr- asta norðurlendska málið, reinari enn fer- oyskt. Og teir hava orðasmiðir, vit hava ongar. So tað var púra rætt, tað, tit gjørdu. Eitt før- oyskt orð fyri heli- koptara hevði verið púra óneyðugt — og fjákut. Men tað er eitt, ið mær ikki dámar, og tað er, at tit broyta tað ís- lendska »byrla« til tyrla. Hverja heimild hava tit at broyta tey íslendsku orðini ? Onga! Tað er einki annað enn tann rama danisma at broyta ta íslendsku stavseting- ina, eitt nú þ til t. At þ er dottið burtur í foroyskum, líkist ong- um, og tað má broytast í stundini. Tyrla skal skrivast þyrla á fer- oyskum og eisini vera framsagt byrl(d)la, sum å islendskum. Somu- leiðis orð sum t.d. þjóð, og ikki tjóð. Og so er tað handa vanlukku danisman »telda«. Hví skulu tit partú broyta tað ís- lendska orðið tølva? Hverja heimild hava tit til at gera orð sjálv- ir? Í hvussu so er, er tað ógvuliga fjákut. Tað plaga vit ongantíð at gera og skulu heldur ikki fara undir tað nú. Hvat er tá náttúr- ligari enn at nýta tey íslendsku orðini, sum tey eru? Tað plaga vit altíð at gera og skulu eisini gera tað fram- yvir. Loksins fari eg at heita á Málstovnin og alt Feroya fólk um at skriva og framsiga: byr(d)la« og >tølva-. Málfrændi