Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkara. einstaklingum i lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Vit eru til reiðar! Kanna menning hjá børnum við klokkum og horni Heilsusystrarnar fara nú at gera BOEL-royndina við ollum bornum, sum tær vitja. Endamálið er at kanna barnið menningarliga Tá heilsusystrarnar koma út at vitja smábern, hava tær nú serliga útgerð at kanna barnið við. Tað er ein lítil dós við klokkum, hornum og eðrum lutum. um lutum. Útgerðin er sera einfeld, og tað er royndin eisini Royndin nevnist BOEL og hevur til endamáls at vita, hvussu barnið upp- fatar við eygum og oyrum — at vita, hvussu kvikt barnið er. Allar heilsusystrar hava fingið hesa útgerð, og nú frá 1. oktober verður royndin gjørd við øllum bernum, sum fáa vitjan av heilsusystur. Royndin verður gjerd, tá bernini eru millum sjey og 10 mánaðir, ú tað er besti aldurin. Er barnið yngri, dugir tað ikki rættiliga at taka ímóti, og eldri bern eru so mikið sjålvstødug, at tey hava sínar egnu meiningar, um tey vilja lurta ella ikki, sigur Brynhild Danielsen, leiðari fyri heilsusystrarn- ar. Skeið Heilsusystrarnar, ið allar hava útbúgving úr Dan- mark, hava í síni útbúgv- ing lært at gera royndina. Men fyri at fyrireika seg og fyri at upplýsa læknar og onnur, ið hava við bern at gera, skipaði Heilsu — á Heimasjúkrasystraskip- anin fyri viku síðani fyri skeiði um royndina. 17 luttakarar vóru á skeiðn- um, heilsusystrarnar, sjúkrasystrar á barna- deildini á Landssjúkra- húsinum, starvsfólk hjá oyrnalæknanum, barna- garðsfólk, ein sosialráð- gevi og lærarar á skúl- anum á Treðni. Undirvis- arar vóru lærarar á skúlanum og ein sålarfrød- ingur niðri frá við ser- ligum kunnleika um bern og teirra menning. Tosað varð m.a. um menning hjá bæði frískum og brekaðum bernum, um hoyribrek, og um hvussu bern kunnu læra at liva við hoyribreki. + i um i. Brynhild Danielsen |] | 3 at ongum nýtist at ræðast hesa royndina, at óttast fyri, at nakað bagir, tí royndin verður gjørd við ollum bernum. Haraftrat nýtist ikki nakað at vera galið, sjálvt um einki úr- slit kemur burturúr. Royndin verður bara end- urtikin ein annan dag. Skuldi barnið heldur ikki latið við seg koma tá, ávísir heilsusysturin barn- inum til lækna, ið so kann kanna, um nakað bagir. Heilsusystrar, sjúkrasystrar og onnur, sum hava við bern at gera vóru á skeiðnum Virðismikil roynd — Royndin gevur virðis- miklar upplýsingar. Hon vísir, hverjum steði barn- ið er á menningarliga. Heilsusysturin kann ikki ávísa nakað brek, men royndin kann gera, at tað verður funnið fyrr enn annars. Foreldrini kunnu eisini fyrireikast fyrr, sig- ur Brynhild Danielsen. Heilsusystrarnar vænta ikki, at nakrir trupulleikar verða av at koma út til fólk við hesi royndini, sum er nýggj í Feroyum. Heilsusystrarnar verða al- tíð væl móttiknar, og Løgtingsval- evnini i i Sudur- streymoy Mánakveldið hevði Suð- urstreymoyar Javnaðar- "felag seinasta uppstilling- arfundin til løgtingsvalid. Valevnini eru: Gisleyg Bonde, økon- oma, Tórshavn, Jóannes Dalsgaard, legtingsmað- ur, Inger Christiansen, tórshavn, Ernst Hansen, fakfelagsmaður, Tórs- havn, Napoleon Hansen, stjóri, Nólsoy, Zacharias Hansen, arbeiðsmaður, Argjum, Jona Henriksen, skrivari, Tórshavn, Elin Súsanna Jacobsen, korr- espondentur, Tórshavn, Jákup Sune Jacobsen, bý- ráðslimur, Tórshavn, Martin Joensen, arbeiðs- maður, Hvítanes, Jákup Lindenskov, legtingsmað- ur, Tórshavn, Jógvan Martin Merk, lærari, Tórshavn, George Niclas en, handverkari, Tórs- havn, Borgar Nybo, bil- førari, Tórshavn, Hall- stein Sigurðsson, post maður, Tórshavn og Gunnar Stakså, postmað- ur, Tórshavn Óli í Áarstovu ven) i Á Tá sjálvstýrismenn í Klaksvík fara niðan á tekniska skúla, siga teir »nidan til okkara« * Nýtt yrkingasavn eftir Óðin Ødn: „Ég elski blá eygu«. Kvinnur og politikkur Sunnudagin kl. 16 skipar Suðurstreymoyar Javnað- arfelag fyri fundi í helum felagsins í Dr. Jacobsens- getu. Fundurin er fyri javnaðarkvinnum, ikki bara í Suðurstreymoy, eisini aðrar javnaðar- kvinnur eru vælkomnar. Á hesum fundinum er ætl- anin at fáa at vita frá eðr- um kvinnum, hvat tær halda, at dentur eigur at verða lagdur á til valini. Á hesum fundi fara Gis- leyg Bonde og Hildubjørg Brattalid eisini at greiða frá tí norðurlendska javn- aðarkvinnufundinum, sum tær báðar vóru á í august mánað í Íslandi. Brúdleyp Fríggjadagin 5. oktob- er giftast í Miðvági Marit Magnussen, úr Miðvági og Torkil Holm Petersen úr Havn. Valfundur Valevni, stjórn og onnur í Suðurstreymoyar Javnað- arfelag hittast í hølunum i Dr. Jacobsensgetu í kveld kl. 19.30 | | Í |