leygardagur 6. oktober 1984síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Th ringja — vit skriva
Er nakað á vési? — !vamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vi eru til reiðar!
Ungur maður á javnaðarlista í Suðurstreymoy :
Hallstein
valevni
fyri SU
Hallstein Sigurdsson, 25 ára gamal og nú |“
á javnaðarlistanum í Suðurstreymoy På
Til legtingsvalið tann 8.
november stillar SU sítt
egna valevni á javnaðar-
listanum. Tað er Hallstein
Sigurdson, ið er 25 ára
gamal og arbeiðir á post-
húsinum í Havn.
Sosialurin hevur hitt
Hallstein á máli og fer at
skifta orð við hann í dag
og í nøkrum komandi blød-
um.
Vit spurdu fyrst, hvørja
stødu Hallstein hevur til
heimastýrislógine:
— Hendan spurning
havi eg eins og alt SU eina
greiða steðu til. Sum
Teir seinastu dagarnar hava skúlanæmingar um alt landið verið úti og runnið. Tað same hava næmingarnir í ellum
hinum Norðurlondunum gjørt. Hetta er ein norðurlendsk kapping. og tá liðugt er, verður funnið fram til, hvussu
kunnugt var javnaðar-
flokkurin við til at skapa
heimastýrislógina. | Hon
var tá eitt stórt framstig.
Vit eiga sjálvsagt at miða
móti sterri og sterri sjálv-
bjargni — tað er jú sjálv
hugsjónin aftan fyri
heimastýrislógina.
— Hvussu kann hetta
verða gjert ?
— Vit eiga at yvirtaka.
tey mál, sum nú eru
sermál í lógini og sostatt
kunnu yvirtakast uttan
víðari. Síðan eiga vit at
gera felagsmálini í lógini
til sermál, so tey kunnu
yvirtakast, tá vit hava
vilja og umsteður til tað.
Arbeiðsfólk og
láglent skulu ikki
gjalda
Hallstein heldur fram: —
Tað er sjálvsagt av av-
gerandi týdningi, at tað
ikki sum vanligt verða ar-
beiðsfólk og tey lægst-
lentu, sum einsamell
skulu gjalda yvirtekurnar.
Tær skulu fíggjast við eini
rættvísari skattaskipan
og við tí ágóða, sum ein
sterri menning gevur, tá
vit sjálvir skipa fyri.
Annars vita vit jú, at ein
yvirtikin stovnur als ikki
altíð gevur undirskot. Lat
meg her nevna Postverk
Feroya, sum ber seg væl
og sum hevur skapt heilt
nógv nýggj arbeiðspláss.
langt næmingarnir hava runnið í miðal í hverjum landi sær. Hesa myndina tóku vit gjáramorguni úti í Havnardali.
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Arbeiðsfólkið
takast við uppá ráð
Hallstein heldur fram: —
Tað er ógvuliga
umráðandi fyri gongdina
og fyri at alt hetta skal
eydnast væl, at arbeiðs-
fólk og starvsfólk verða
tikin uppá ráð. Tey eiga at
verða við til at skipa fyri
einhvørjari yvirtøku og
við í leiðslu og planlegging
framyvir — tey skulu við
eðrum orðum verða við í
leiðslunum. Ein slík skip-
an vildi avgjert verið til
fyrimuns bæði fyri ar-
beiðsfólkið og landið.
— Hvat hugsar tú ser-
liga um?
— Tå eg her nevni ar-
beiðsfólkið hugsi eg um,
at fólk trivist betur og alt
gongur nógv betur, um øll
hava ábyrgd og eru við til
at skipa fyri. Í síðsta enda
gagnar hetta bæði fólki og
landi og tað má vera enda-
málið við ellum yvir-
tekum.
Í samband við
yvirtøkur hevur nógv
verið tosað um undir-
grundina?
— Tað er ein sjålvsagd-
ur rættur, at føroyingar
sjålvir hava allan avgerð-
arrættin yvir undirgrund-
ini og hendan avgeråar-
rætt fáa vit við at
yvirtaka málsekið
»Føroya Undirgrund«
sum føroyskt sermål. Tad
er umráðandi, at hetta
verður gjørt bæði av reint
pricipiellum grundum og
tí, at nógv bendir á, at ríki-
demi eru í okkara undir-
grund. Verða vit íkki
sjálvi at avgera, nær hetta
ríkidemi skal troytast og
hvat ið skal gerast við tað,
Óli í Áarstovu
Kunnu tygum gera so
væl at siga mær, um
hasin fuglfirðingurin,
sum varð sligin í
Hvalba, var sosialist-
ur. Eg haldi eg havi
lisið í onkrum blað, at
onkur Ódn hevur
skrivað, at sosialist-
ar skal man bara sláa
uppá kjaftin.
+
Fyrst fór ljósið. So
Í oysregnadi. Mundi
tað vera Ivan, sum
ilskadist og gjørdi
vart vid seg fyri at
visa, hvønn tydning
vatnið hevur fyri sev.
e
Handa Ódnin í
Hvalba var ikki ann-
að enn »en storm i et
glas vand.
kunnu fylgjurnar gerast
ålvarssamar fyri okkum.
Tað má ikki verða sum
t.d. í Hetlandi, har bori-
pallar eru settir í tær
bestu fiskileiðirnar og
oljuleiðingarnar eftir hav-
botninum eru til stóran
ampa hjá trolarunum.
Hetta er alt hent, tí het-
lendska fólkið ikki var
tikið upp á ráð, tá útbygg-
ingin byrjaði. Tað er eisini
væl hugsandi, at um vit
ikki sjálv hava allan av-
gerðarrættin í undir-
grundsmálinum, so endar
tað við, at multinationalar
fyritøkur koma at kvala
føroysku tjóðina.
— Vil hetta so siga, at
um feroyingar sjálvir ráða
fyri, hvat ið skal henda við
meguligum rikidømi í
undirgrundini, so er eingin
vandi fyri multination-
alum fyritøkum ?
— Nei, so einfalt er tað
nú ikki — hetta er fyrst og
fremst treytað av hver, ið
hevur politiska valdið í
Feroyum. Verður tað
rætta stýrið við einum
sterkum javnaðarflokki á
odda, so er eingin vandi
fyri at Feroyar verða seld-
ar — endar Hallstein hetta
prátið við Sosialin.