hósdagur 11. oktober 1984síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 11. oktober 1984
Leygardagin
koma fimleikararnir
úr Danmark
Leygardagin kl. 15. skulu
fimleikagestirnir hjá
>Ljósinum< og »Støkk«
hava ta fyrstu framfersl-
una á Feroyaferðini.
Glumægentumar og Ring-
sted-dreingirnir koma við
flogfarinum leygarmorg-
unin og fara beinleiðis til
Giljanes at hava ta fyrstu
framfersluna.
Á Feroyaferðini skulu
fimleikararnir hava tríggj-
kveldið kl. 19 verður fram-
sýning í Ítróttarhellini á
Hálsi, og hóskveldið kl.
20 verður framsýning í
Ítróttarhellini í Runavík.
Á framsýningunum vísa
fimleikararnir 13 ymiskar
»seriur«. Genturnar fara
at vísa sína seriu til
Grand-Prix kappingina í
ár, eina jazz-fimleikaseriu
við tónleiki úr ungdóms-
filminum »Footloose«, um-
framt seriur við ringum og
vimplum. Dreingirnir vísa
eina rytmiska seriu, og
annars ymisk lop — t.d. á
plinti, máttu, hesti og
trampolin. Saman fara
genturnar og dreingirnir
eisini at framfera fólka-
dans.
Meðan Glumse-gentur-
nar og Ringsted-dreingir-
tíðindablaðið
nir eru í Feroyum, skipa
tey eisini fyri skeiþum fyri
føroyskum fimleikarum.
Týsdagin frá kl. 18—22
verður skeið í hellini á
Stórheyggi fyri gentur og
kvinnur í rytmiskum-,
motións- og handreið-
skapsfimleiki, so sum
ringum og vimplum.
Mikudagin millum kl. 9
og 13 verður skeið á sama
staði fyri gentur og
dreingir í reiðskapsfim-
leiki.
Fríggjadagin verður
skeið í Runavík og Glyvr-
um.
Síða 15
Stórt OL-
yvirskot
USA spann gull upp á
Olympisku leikirnar. Ikki
bert í skreytpeningi, men
eisini í Dollars.
Endaligi roknskapurin
er nú kunngjerdur, og
vísir hann eitt yvirskot
upp á 150 dollars, ella um-
leið 1,6 milliard í krónum.
Stóra yvirskotið er kanska
enn meira merkisvert, tá
hugsað verður um, at
bæt Sovjetsamveldið,
Canada, Mexico og Vest-
urtýskland hevdu undir-
skot, tá tey vóru vertir,
men havast má í huga, at
hesar tjóðir nýttu nógvan
pening til nýggjar ítrótt-
arvallir og — hallir.
Hetta sluppu ameriku-
menn nærum frá. Gamlir
vallir og gamlar hallir
vórðu nýttar í stóran
mun, og harafturat vóru
nærum allar nýgerðir
figgjaðar gjøgnum »re-
klamu«pengar. T.d. var
tað ein »burgerfyritøka«,
ið bygdi svimjistadion.
Einasta útreiðsla, ið var
í samband við endurnýtsl-
una av olympiska stadion-
um frå 1932 var til måling.
Fyri at spara pening nyttu
handilsmenninir, ið stil-
aðu fyri OL, t.d. gamlar
skúlabussar at flyta ítrótt-
arfólkið til og frá leikvall-
unum.
Sum takk fyri arbeiðið
sítt fekk stjórin Peter
Uberroth útgoldið eitt
bonus upp á fimm mill.
krónur meðan -„hegra
hond< hansara, Harry
Usher, fekk eina hálva
mill. minni. Báðir høvdu
teir boðað frá, at teir vildu
gera arbeiði sítt ókeypis,
og seldi Peter Ueberroth
ferðamannastovu sina, ta
næststørstu i USA, fyri at
kunna gera meira vid OL-
arbeidi sitt. Hann er to
ikki arbeiðsleysur. Hann
er nú settur í starv sum
stjóri fyri baseballsam-
bandi í USA — týdning-
armiklasta og best lenta
starvið innan ítrótt har
Við til seguna um stóra
yvirskotið hoyrir eisini, at
tað ongantið áður hevur
verið so kostnaðarmikið at
luttikið í OL, sum íðkari,
áskoðari, tíðindamaður o
s. fr., sum hesa ferð. Sagt
verður, at alt kostaði pen-
ing — sjálvt parkerings-
plássini, ið onkur mátti
geva 1.000 kr. fyri pr.
dag.
Ellis- og rektar-
heim í Sandoynni
Tað var við stórum áhuga,
eg las grein í hesum blaði
um hetta mál. Tað eru nú
liðin 4 ár, síðan kommunu-
politikkarar settu nevnd
til at fyrireika og seta í
verk gerð av einum ellis-
og røktarheimi í Sand-
oynni, eins og vit feroy-
ingar hava bygt slík heim
fyri ell onnur eki í Fer-
oyum.
Men hvat hevur hendan
nevndin avrikað — mær
kunnugt einki. Tann
fyrsta tíðin varð nýtt til at
noyða eini lítil, gomul,
óhoskilig sethús í Skála-
vík upp á kommunurnar.
Hver stóð aftan fyri hetta
tápuliga tiltakið, jú,
hyggið at vitnunum á
gávubrævinum — sam-
bandsvalevnini her í val-
deminum.
Tá allar kommunurnar,
við Skálavíkar kommunu
á odda, fingu sagt greitt
frá steðu okkara, so var á
felagskommunalum fundi
einaferð enn álagt nevnd-
ini at fara til verka og
koma við einum úrsliti,
men enn er einki komið.
Hver situr so í hesi
nevnd — ella hver situr
ikki. Jú, eingin javnaðar-
maður ella —kvinna sita
har. Nei, ein fólkafloks-
maður er íormaður, ein
sambandsmaður er næst-
formaður, og onkur fólka-
floksmaður og tjóðveldis-
kvinna eru á halanum.
Hesi hava einki megnað í
hesum máli, men tey
bjóða seg nú fram til at
verða vald inn á ting
kortini, summi av teim-
um.
Nei, veljarar í Sand-
oyar valdemi, vilja tit
hava loyst málið og hava
bygt ellis- og rektarheim
í Sandoynni, so verður tað
neyðugt at fáa javnaðar-
fólk vald bæði á ting, í
bygdaráð og í kommunal-
ar nevndir. Røktarheims-
nevndin er einasta felags-
kommunala nevnd her hjå
okkum, sum ikki hevur
javnaðarfólk við ella sum
leiðara, tí er einki hent í
hesum máli.
L.J.
Javnaðarveljari
Við endurskini sæst
tú 100 m longur,
Í tað kann týða liv
;} ella deyð.
ÁÐIÐ FYRI
FERÐSLUTRYGD
Sendið
ENDURSKIN
verjir bæði tey sum
ganga og tey sum
koyra.
lesarabrøvini
til Sosialin