Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Bladfélk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Stavn um stavn í óhugnaligari kapping GRUNDVØLLURIN, sum eitt og hvert demokratiskt samfelag byggir á, er, at allir borgarar í landinum eru líka fyri lógini. Tann dag allir borgarar ikki eru líka fyri lógini er vandi fyri demkratsiku samfelagsskipanini. EFTIR AT EITT borgarligt stýri hevur sitið í næsum fýra år, er vandi á ferð her heima hjá okk- um. Teir tríggir borgarligu flokk- arnir, ið stýra landinum, liggja stavn um stavn í eini óhugnaligari kapping. sum hevur til endamáls at tryggja verandi veljarar og at keypa nýggjar veljarar við al- mennum størvum, ymiskum al- mennum loyvum og við almenn- um pengum. Í HESI FÝRA árini hevur hin við- gitna grein 13 í samgonguskjal- inum forðað demokratinum. Tað eru fleiri dømi um, at mál av stór- um týdningi hava átt meiriluta fyri sær í løgtinginum, men við samgonguskjalinum í hondini og við fremsta fingri á gr. 13 hevur onkur av samgonguflokkunum gjørt tað ómeguligt hjá tinginum at virka eftir tí demokratisku stýrisskipanini, sum annars er galdandi í landinum. YVIR FYRI BORGARUNUM hava hesir flokkar virkað á sama hátt. Fólk, sum hava limaskapin í ein- um av samgonguflokkunum í lagi, eru sett í almenn størv, með- an onnur, ið høvdu betri fakligar fortreytir, eru sópað til síðis or- sakað av, at tey hava givið til kennar at tey tóku undir við gðrum flokkum enn teimum trim- um, sum í dag sita við stjórnar- valdinum. Rætturin hjá tí ein- staka at hava sína áskoðan er meira ella minni fokin hesi fýra árini. VIT KUNNU HALDA fram við at nevna, at ymisk almenn loyvi, t.d. veiðiloyvi, eru givin við tí óskrivaðu treyt, at viðkomandi, sum hesi loyvi hava fingið, taka ur.dir við ávísum flokki og ívísum persóni. Almenn virðir, eitt nú lastbilarnir hjá Strandferðsluni, eru latnir privatum sum viðurlag fyri atkvødur til ávísan flokk og Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. oddagrein ávísar persónar. Hetta hevur verið gongdin og skal henda gongd halda fram tey næstu fýra árini, er álvarsligur vandi fyri okkara demokratisku samfelags- skipan. ÓHUGNALIGA NÓGV minnir hetta um fólkaflokstíðina undir seinna heimsbardaga. Tey eldru minnast ta tíðina. Onkur er enn á lívi, sum kendi sviðan av at hava aðra áskoðan enn fólkaflokkurin. Tá sat flokkurin á fleiri stórum vinnulivsfyritøkum. Og tá var valið hjá monnum annaðhvort at velja fólkaflokkin ella at stinga uppí koyggjusekkin og fara til hús. Í løtuni situr hesin flokkur á tí almenna og nýtir somu manna- gongd sum í bardagaárunum. FÓLK MISSA ALLA virðing fyri samfelagsskipanini. Tey misa virðingina fyri løgtingi og lands- stýri. Fyri landsins lógum í og við at øll ikki eru líka fyri lógini. At øll ikki hava sama rætt í samfel- agnum. Tey tora ikki at geva til kennar hvørja støðu tey hava í politikki og til samfelagsviður- skifti yvirhøvur. Hetta minnir um støðuna í einaræðislondum bæði eystan- og vestanfyri. Á VALDEGNUM MUGU føroy- ingar siga kortanei til at tann óhugnaliga kappingin millum samgonguflokkarnar, sum hevur til endamåls at máða stødid und- an okkara demokratisku sam- felagsskipan, sleppur at halda fram fýra ár afturat. Samgongu- flokkarnir liggja stavn um stavn og eingin vinnur. Men taparin er longu funnin. Tad verður féika- rædid — tann demokratiska sam- felagsskipanin. JAVNADARFLOKKURIN vil endurreisa virdingina fyri løgting- inum og landsstyrinum. Flokkurin vil endurreisa fólkaræðið og aftur seta ta demokratisku samfelags- skipanina í hásæti. Hetta gera vit við at seta allar borgarar líka fyri lógini. Við at tryggja øllum sama rætt í samfelagnum. Og hetta kunnu tit gera vit at greiða at- kvødu fyri javnaðarflokkinum á valdegnum. Nr. 121 — 16. oktober 1984 »Sjålvstyri« í stór- kapitalismunnar fangi Síðani veljarakanningina, sum ávísti >loysingini< og kapitalismuni hver sín mann afturat í legting- inum, er »loysingin« farin at friggja enn meira ófert til »radikala sjålvstyrid«, t. v. s. stórkapitalismuna, hvers uppgáva tað ikki er at seta sosialistar í almenn sterv. Legið at hugsa sær, at »loysingin« eina ferð hev- ur havt eina sosialistiska hugsjón. Tann steðugt minkandi vinstravendi parturin av Tjóðveldisflokkinum, hev- ur ikki kunna forðað odda- fiskunum í at filosofera um eitt »Sjålvstyrislands- stýri nr. 2«, og nýliga sást grein í Fjúrtanda við oddamanni nr. 2 hjá stór- kapitalismuni, sum ætlaði sær at verða løgmadur „sjálvstýrisins<. Men, sjálvandi, tað er ikki ringt at síggja, at tjóðveldið minni og minni planleggur — alment, væl at merkja — hvat loys- ingin skal brúkast til. Tað er sjálvandi tí, hon onki skal hava við sosialismu at gera, sum annars fleiri halda — ella hildu. Stevnuskráin hjá Sjálv- stýrislandsstýrinum nr. 2 kann tí bert verða kapital- ismunnar: — »Sjålvstyri(, har bert tey fáu ráða, — »Sjålvstyri«, har bert pengavaldiþ skal stýra, — »Sjålvstyri«, í stór- kapitalismunnar fangi. Er hetta sjálvstýri? — Latið hetta íkki henda. Ein sum ikki vil hava kapitalistiskt »sjålvstyri« Atli svara! Harra bladstjori! Gev mær innivist fyri hesum reglum Eg havi vid miklum áhuga lisið hina sera for- vitnisligu grein tykkara 11. í h.: >Frið hevur eingin longur enn grannin vil«, ið skal vera eitt slag a seguligari ritgerð um tjóð- veldisflokkin — undirritað <Javnaðarmaður, ið minn- ist«. Eg haldi meg kenna penn Atla Dams undir hverjum orði í hesum langa lestri. Kanska fari eg tó skeivur. Eg kundi í ollum tilfellum havt hug at gera nakrar viðmerk- ingar til henda javnaðarmannsins, lestur men áðrenn eg geri tað, fari eg at heita á blaðstjoran um at minna formann javnað- arflokksins, Atla Dam, á Nr. 71 - 21. jum 1984 Fyrispurningur til formann javnaðar- floksins, Atla Dam tann fyrispurning, sum eg Sosialinum 21. juni í år, men enn ikki havi fingið svaraðan Ljósprent av fyrispurn- inginum er hjálagt og setti honum í verður blaðið biðið um at endurgeva tað saman við hesum reglum Við heilsu Erlendur Patursson Kovin og sølupolitikkur Eitt av valøgnum fólka- floksins í Vágum til sein- asta løgtingsval var kon- servesvirkið hjá P/F Kov- anum í Sandavági. Kovin skuldi arbeiða seg upp so- leiðis at pláss komu at vera fyri 40-50 arbeiðs- fólkum. Meðan sitandi sam- gonga hevur rátt fyri borgum, hava tílík virki fingið sera vånaligar søm- dir, vegna orkuleysa poli- tikk samgongumanna. Al- ginatvirkið á Strondum slapp als ikki at royna seg, ti sitandi samgonga ikki hevdi ålit å teimum, sum vildu royna nakað nýtt og hartil løgdu rygg til. Vina- og kenninga- politikkurin hevur alla tíð- ina ligið fremst í huganum hjá sitandi samgongu. Fyri Kovanum í Sanda- vági sær svart út, og spurningurin má vera, um tað sama skal henda við hesum virki, sum hendi við alginatvirkinum á Strondum. Eisini mega vit spyrja løgtingsmenn- irnar Ivan Johannesen og Svend Åge Ellefsen, hvat teir hava gjørt fyri, at Kovanum skal verða liv lagað. Báðir hava teir sitið í samgonguni, og kundu har gjørt sínar åvirkanir galdandi, um viljin var til staðar. Í ellum førum skuldi ein trúð, at Áge fór at gera nakað munagott fyri arbeiðsfólkið í Sanda- vági. Áge hevur í hvussu so er einaferð alment víst styrki sína hesi fýra árini. Tað var, tá talan var um rækjuloyvi til sín sjálvan, og hótti hann tá við at slíta samgonguna, um ikki nevnda loyvið var givið. Hevði Áge havt víst sama vilja og styrki mót- vegis selupolitikkinum, so hevði staðið væl til við Kovanum í dag. Men her rokka áhugamálini ikki — ella gera tey???? Javnaðarflokkurin góð- tekur als ikki núverandi selupolitikk, sum fólka- flokkurin og Dagblaðið lovprísa, og sum er við til at taka grundarlagið und- an Kovanum. Javnaðarflokkurin vil broyta selupolitikkin, sum m.a. ber í sær, at 40-50 arbeiðspláss verða bjargað í Sandavági, og tí er tað heilt natúrligt, at vit velja javnaðarflokkin 8. novembur. Sigfríður Olsen