týsdagur 16. oktober 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A—
Nr. 121 —
16. oktober 1984
Sverre Midjord, valevni javnaðarfloksins í Suðuroynni skrivar
Den muliges kunst
Soleiðis kallast oddagrein
í Dimmalætting nr. 115
tann 6/0 1984.
Her viðger blaðið kom-
andi legtingsval og teir
meguleikar, sum aftaná
vaið vilja blíva fyri at seta
eitt sterkt landsstýri. Víst
verður til, at fyri fleiri ár-
um síðani, setti ta leiðarin
av andsteðuni, núverandi
legmaður Pauli Ellefsen,
fram uppskot um langtíð-
arfíggjarætlan, líkt
teimum fimm ára ætlan-
unum, sum eru í teimum
kommunistisku londum
Tí fimm ára fíggjar-
ætlan var tað sum Pauli
og Sambandsflokkurin
ætlaðu
Tað tykist, í hvussu so
er mær eitt sindur legið, at
Dimmalætting nú hevur
funnið fram gamla upp-
skotið hjá Sambands-
flokkinum, ti er tað ikki
so, at bæði Dimmalætting
og sambandsflokkurin
hava havt meguleikar at
lagt ta fíggjarætlan sum
teimum lystir, og eisini
hesa fimmáraætlan sum
sipað verður til, um veru-
lig meinig var í uppskoti
teirra.
Ti løgmadur Føroya, tey
seinastu fyra åtini, hevur
júst verið sami maður,
sum kom við uppskot-
inum um langtíðarfíggjar-
ætlan, og um hann ikki
fekk semdir á hesum ekin-
um, so kundi hann brúkt
grein 13, sum eisini er ein
sambandsprodukt, og
hon kundi væl steðgað øll-
um sum ikki var eftir vild í
Tinganesi
Tó hevur hetta ikki
verið galdandi, tá teir
hava vidgjørt figgjarætl-
anina, og nú skilir ein
betur ta eksplosjón, sum
er farin fram á hesum ek-
inum, frá einar fíggjar-
ætlan uppá 700 milliónir
hjá gomlu samgonguni,
har 33 % fóru til fiskivinn-
til ein fíggjarætlan
1500 milliónir, har
fara til fiski
una,
upp
umleið 17%
vinnuna. Langtáðarfíggj-
arætlan er ikki framd, men
ein týðilig eking, uttan at
hon stuðlar hevuðsvinnu
okkara, og hví harra blað-
stjóri.
Kanska kundi sam-
bandsflokkurin greina út
fyri Feroya fólki, hvar í
ekingin stavar frá, tað er
av avgjørdum týdningi, at
hetta verður gjert, tí Fer-
oya fólk skula gjalda
gildið.
Men kanska er tað so, at
í hesum sum so mongum
»Hensigten helliger midl-
erne«
Um sambandsflokkurin
meinti nakað við langtidar
fíggjarætlan, so hevði ikki
borið til, sum Hilmar Kass
so mangan hevur ført
fram og sagt frá, at rekt
eru egin áhugamál
Heldur ikki hevði borið
til, sum fíggjarmálaráð-
harrin skrivaði í Tinga-
krossi í august 1983
Tað fer ein sosialisering
fram, slangan liggur í
Landskassan. Tað er bara
at gjalda.
Alt hetta hevði ikki
borið til, um Pauli
Ellefsen veruliga meinti
nakað við uppskoti sínum,
so hevur hann og flokkur
hansara havt meguleika
at framt tað. sum leiðarin í
Dimmalætting nr. 115 fyri
6/10 1984 vísir til.
Betran av feroyska bú-
skapinum gerst ikki í blað-
greinum ella við gomlum
andsteðuuppskotum
Politikkur er at tora, og
tað var tað sum sam-
bandsflokkurin, sjálvt við
grein 13, ikki førur
fyri. Hvat so orsekin enn
man vera
Tó, eitt er rætt í odda-
grein Dimmalættingar,
við slíkum viðurskiftum
er torfert at fera veruligan
landsgagnligan politikk
og serliga so leingi sum
serlig áhugamál, sambært
sjálvstýrisflokkinum
standa frammaliga. Men
tað loysir ikki samgongu-
var
flokkar frá ábyrgdini av
ferda politikkinum
Ein politikkur, sum hev-
ur fert Feroyar út í álvars-
liga fíggjarliga kreppu, ein
kreppa sum enn ikki hevur
nátt hæddina
Politikkur er at tora,
javnaðarflokkurin er til
reiðar at taka tey neyðugu
stig, sum vilja broyta
gongdina, vit vilja venda
gongdini. Og tí tora vit at
taka
ábyrgdina
Sverre Midjord
leiðsluna og
Samtidarskattalogin
og skattaborgararnir
Í hesi grein skal verða
nomið við teir meguleikar
eitt nú partsreiðarar hava
at sleppa sær undan skatt-
ing av afturvunnum av-
skrivingum.
Demi:
5 mans hava fyri 10 árum
síðani bygt eitt skip fyri
kr. 5 mill. Allir eru líka
stórir partaeigarar í skip-
inum við kr. 1 mill. í part.
Partarnar hava teir av-
skrivað niður til eitt bókað
virði uppá kr. 100.000 hjá
hverjum. Sambært 21.
grein 4. stk. í samtíðar-
skattalógini kunnu hesir
gera eitt partafelag og
flyta allar ognirnar til fel-
agið til skattliga bókferda
virðið sum nú tilsamans er
kr. 500.000. Hesir sleppa
nú undan at gjalda skatt
av afturvunnum avskriv-
ingum uppá kr. 900.000 í
part. — Tá ein samstundis
hugsar um, at slíkar av-
skrivingar oftast verða
gjerdar í aðrari innteku
enn vinningi av skipa-
rakstri, so kemur iriimilig-
heitin í slíkari lógarreglu
grefligast fram.
Um nú partaeigararnir
ætla at selja skipið, so lata
teir sjálvandi felagið hava
tað í minst 2 ár, fyri at
sleppa undan skattseting
av seluvinninginum.
Við teimum prisum,
gomul skipa hava í dag, so
er lætt hjá felagnum at
selja hetta skip til ein
hegan prís, lat okkum siga
kr. 5 mill. Vinningurin
uppá kr. 4 1/2 mill. sum
felagið nú hevur, kann
sjálvandi setast í annað
skip, men hann kann eisini
útlutast sum vinningsbýti
til partaeigararnar, sum
so skulu gjalda 20% í
skatti til landið av hesum
vinningsbýti. Men hetta
má sigast at vera ein góð-
ur handil, bert við at gera
hesar flytingar á pappír-
inum, og lata ein advokat
ella grannskoðara skrá-
seta felagið á fútaskriv-
stovuni. Her kann
nevnast, at kommunurnar
eru sterstu taparar, tí
skattur av vinningsbýti
fer allur í landskassan.
Slíkir persónar hava
spart kr. 270.000 í part, og
er roknistykkið fylgjandi:
kr.
um teir sjálvir
seldu skipið fyri
tilsamans 5 mill
ella til hvenn 1.000.00
Keypspeningur
fyri hvenn parta-
eigara 1.000.000
Skipið er niður-
skrivað til 100.000
Vinningur (aftur-
vunnar avskriving-
ar) hjá tí einstaka
partaeigaranum .. 900.000
Skattur av vinn-
inginum vildi
verið 450.000
Vit lata felagið selja skipið
Vit lata felagið selja skip-
ið fyri somu kr. 5 mill,
upploysa felagið og útluta
allan pening í felagnum,
verður úrslitið hetta:
Hver partseigari
hevur nú vunnið
1/5 av 5. mill. .....1.000.000
tann partapening
hann setti í
felagið ...... 100.000
Vinningur at
útluta ...... 900.000
Av útlutingini skal
hver rinda 20 %
ella
móti tí vanliga
skattinum uppá
180.000
450.000
Munur 270.000
Slíkt dømi sum hetta vís-
ir, at avskrivingarnar ikki
koma vinnuni til góðar,
men í staðin fyri nekrum
einstaklingum, og tá til
skai takast, eru avskriv-
narnar so gott sum altíð
umsettar = til privata
nýtslu. Óneyðugt er at
vísa á, at landskassin
hjálpir um skipið skal
klára seg.
Í viðmerkingum til upp-
skot landsstýrisins >Leg-
tingsmål nr. 31/1976:
Broytingar í skattalógini)
verður sagt: »Ætlanin við
teimum her gjørdu broyt-
ingum í skatting av parta-
feløgum er, at hesi vinnu-
feløg skulu fåa eina åvisa
hóskiliga útseting av
skatti, um tey í staðin fyri
nýta avlopspening sín til
nyiløgur og harafturat at
skapa áhuga fyri vinnu-
fremjandi felagsskapi við
at linka munandi um ta
dupultskatting, partafel-
agseigarar hava verið
fyri.«
Um nú hesi vinnufeløg í
staðin fyri at nýta avlops
pening til nýílegur seta
hann á bók í einum fer-
oyskum peningastovni,
kunnu tey eins og einhver
persónligur skattgjaldari
sleppa vid 1/2 % í skatti av
tilskrivaðum rentum.
Fyri hesar tilskrivaðu
rentur kann felagið t.d.
keypa bil í kr. 200. —
300.000 klassanum til
hevuðspartaeigaran at
brúka privat, hóast felagið
sum so einki brúk hevur
fyri slíkum bili. Felagið
kann avskriva bilin við
30% av saldovirðinum í
roknskapinum, sam-
stundis sum felagið kann
draga allar aðrar útreiðsl-
ur frá fyri bilin. Í letuni
verður ein slíkur hevuðs-
partaeigari skattaður av
hesari privatnýtslu við at
kr. 17.300 verða lagdar
afturat innteku hansara
(bilvekt 1101 — 1300 kg).
Rindar hann 50% í skatti,
so verður tann skattur,
hann skal gjalda, kr. 8.650
fyri at nýta ein bil í luxus-
klassa frá felagnum, sum
um tað var hansara egni.
Hevur hann gjert eitt
partafelag eftir tí, sum
nevndur er í einum av
demunum, soleiðis at
hann eigur einar kr. 800 —
900.000 til góðar í felag-
num, so er lenin uttan iva
kr. 9, og skal hann bert
skattast av virðinum av
fríum bili ella av kr.
17.300.
Felagið hevur eisini aðr-
ar meguleikar, eitt nú at
keypa hús, summarhús
v. m. til høvudspartaeigar-
an at nýta privat. Tað
hann skal gjalda í skatti
av hesum, her bert ein lítil
partur av tí tað kostar at
halda slík hús.
Onnur demi kundu
verðið nevnd, eitt nú
hvussu ein kann draga
pening úr einum felagi,
uttan at rinda vinnings-
býtisskatt, men hetta
skuldi verið nokk til at
víst á, at stór hol eru í
skattalógini, sum bert ein
partur av borgarunum
kann gera nýtslu/mis-
nýtslu av.
Óli Heinesen, Klaksvíkar líkningar-
deild og Jens Marius Poulsen, Tórs-
havnar likningardeild :