Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 18. oktober 1984 Sakaris Hansen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy skrivar: Góð samferðsla — er at vaksa um landið Týðandi táttur í bygda- menningini eru sam- ferðsluviðurskiftini. Skal talan verða um framburð um landið alt, so má henda tænasta vera í lagi. Tá veganetið varð út- bygt kring oyggjarnar, var tað sum ikki einaferð javnaðarflokkurin, sum gekk undan. Lunnar undir hetta risaarbeiði vóru lagdir av javnaðarlands- stýrinum í 58 og áhald- andi varð í seksti- og sjeytiárunum miðvíst arbeitt fyri at røkka sjålvt smæstu plåssum Av stórum týdningi var umleggingin av farma flutninginum til vognar. Ikki minst henda tænasta er komin vinnu- lívinum, handlandi og bygdafólkinum ellum til góða. Hesar rutur bygdafólkið av fegnast um. Nú var megu- ligt hjá almenninginum uttan stórvegis hóvasták last- hevur sonnum at fáa sent góðs sínamill um og fyri sámuligan prís Góð samferðsla neyðug fyri framleiðsluna Virkini siga bart út, at hesar rutur eru lívsneyð- ugar. Hesar rutur eru t. d. álitið hjá mongum flaka- virkjum bæði viðvíkjandi pakningi og eðrum eins og lidnu verunum. Men gakk. Borgarliga privatiseringsskrímslið skuldi eisini her leggja fót fyri tænastu, ið eftir teirra metan ikki bert kom teim- um fáu útvaldu tilgóða. Hetta var ætlað fólkinum og tískil sum sandur í sjón teirra borgarligu. Steðan er nú tann, at henda tænasta virkar vánaligari enn undan priv- atiseringsbyrjan. Leiðslan á Strendfaraskipum Landsins er bundin á hond og fót og framtíðarætlanir um skilagóða tænastu eru ikki meguligar undir borg- arligum hóttanum um privatisering, sum í veru- leikanum ikki er annað enn gjarðan út til »vinir og kenningar«. Her må okkurt vera spinnandi galid, tå lands- ins ognir soleiðis kunnu tillutast »likasinnadum« sum best ber til. At almenna strand- ferðslan ikki hevur verið rikin skilagott og undir ábyrgd, er ósatt. Men verri er, at rættiliga stórur starvsfólkabólkur við hes- um verður so misteinkilig- gjerdur, einamest av fólkaflokkinum, at hann helst verður arbeiðsleys- ur, um tað at enda eydnast at forkoma hesi almennu tænastu. So vítt er tað komið í okkara demokratiska sam- felag, at sokallaða Lands- stýrið hevur gjert sátt- mála við privatmann um koyring uttan at SL hevur verið uppii. Er hetta rætta mannagongdin, so er einki ovboðið, tá talan er um borgarligan breyð- politikk. At hampafólk venda slíkari framferð bakið er sjálvsagt. Ikki minni legið er, at landsstýrið við hesum hevur sett til síðis tilráðingarnar frá bæði Samferðslunevndini og løgtingsins figgjarnevnd, sum báðar mæltu ímót so- kallaðari privatisering, so dýrt og órationelt hetta fór at gerast. Men alt talar fyri, at bert lúsin ikki er al- menn so skriðar hon ikki Uttanlandssigling Hvussu hevur við privatiseringini av uttanlandssiglingini út av lagi illa, mugu vit siga Hesin nýggi vinnutátt ur byrjaði í 75. Strand- ferðslan við Tummas Arabo á odda legði eitt risaarbeiði í at fáa hesa vinnu á fetur og sum árini gingu gekst alt betur og betur. Ja, at enda so gott, at tað var teimum borg- arligu ovboðið, at nekrum so skilagóðum almenn- um skuldi vera lív lagað. Javnaðarflokkurin stuðl aði fult og heilt hesum fyritakssemi. Men fólka- og sambandsflokkurin gjørdu hinvegin teirra ítarsta fyri at beina fyri siglingini. Onkur kann kanska halda, at hetta eydnaðist teimum, men avgjert ikki eftir teirra ætlan. Teir fingu Norrønu ístaðin, men gongur hetta skip so vánaliga fíggjarliga, at landið í tíð og ótíð má spaða til og tað í ólukku- máta; men tolni feroyski skattgjaldarin hevur higartil ikki havt hevi til at tala at. Hetta ger hann helst valdagin. Hví so ikki lata Strand- ferðsluna reka uttanlands- siglingina, sum gekk av tí besta. Hesin stovnur hev- ur í mongum føri prógvað stóran dugnaskap. Uttan- landssáttmálarnir = hava verið góðir, bíleggingar úr útheiminum væl umsitnar — so væl, at ferðamanna- so gingist deildin lutvíst mátti av- reiðast til nýggja felagið. Neyvan var hetta tí al- menna starvsfólk tá av fólkaflokkinum varð mett ónýtiligt. Hetta var so eitt demi um sindran av fólksins ognum og illvilja teirra borgarligu ímóti almenn- ari skilagóðari samfelags- fyrisiting. Onnur dømi eru mong. Landsins stovnar fáa ikki loyvi at byggja egin um- sitingarhús nei, teir skulu leiga seg inn hjá kapitalinum til okursprís Samfelagsligu skeivleikar- nir, ið standast av hesum borgarliga háttarlag, eru nú so álvarsligir, at annað og betri lag má koma í Álitisskapandi politikkur Tað, ið nú ræður um, er at fjølga tær samfelagligu kreftir, ið virða einstak- lingin og rætt hansara at virka í hesum samfelag. Tað ræður um at stuðla tæ '-eftir, ið aftur leggja dent á samhugan borgar- anna ímillum. Tað ræður um at forkoma teimum myrkursins maktum, ið seinastu árini hava sindr- að solidaritetin feroyingar ímillum Tí skal nekur vón vera fyri at endurreisa fer- oyska samfelagið, má álitið verða eitt sameint fólk við treysti og áliti til komandi dagar Hetta treysti eigur javn- aðarflokkurin eins væl og áður og álit feroyinga til politikk okkara svitast ikki serliga eftir lands- skaðiligu = avrik teirra borgarligu seinastu 4 árini Setið tí ein sterkan aðarflokk á ting Sakaris Hansen, Argir Elin Súsanna Jacobsen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy, skrivar: Andalig menning neyðug fyri fólkaræðið $*} Málið við at mentanarligt virksemi er ikki einans at útvega undirhald; tað yvirorðnaða málið er at royna at halda javnvág í materiellari og andligari menning í samfelagnum, at økja medvitið um hvat hendir júst í okkara tíð, bæði uttanlands og heima hjá okkum sjálvum. Tað fjálga um sjálvsagt er ein partur av ti upplýs ing, ið skal til, um fjøldin skal skilja og tora at leggja seg iut í spurningin um, hvussu samfelag okk- ara skal skipast á ellum økjum. Tað er treyt fyri fólkaræði. Stuðul til mentanarligt virksemi kann í høvuds- heitum býtast sundur í tveir partar: annað er at styðja »framleidararnar f hitt at stydja tiltøk fyri utbreidslu av mentan og møguleikum at nyta hana Vit hava stovnar, sum verða nýttir til at fáa upp lýsing út millum fólk, fyrst og fremst útvarp og sjónvarp, og hartil bóka- sevn, leikhús, bygda- og ungdómshús, dansistovur fyri at nevna nekur dømi. Allir hesir stovnar áttu at fingið betri semdir Vit hava eitt stórt tal av fólki, sum hevur hug og gávur til skapandi ment- anarlig arbeiði. Fólk, ið skriva, framføra tónleik og sjónleik, fólk, ið tekna og mála, syngja og dansa og fáast við gagnlist av ymsum slag. Og vit hava fólk, ið hava hug og gávur at skipa fyri fritidaritrivi runt um landið. Tað er skylda okkara at stuðla hesum fólkum til tað, tey hava áhuga fyri og gávur til. Tað er í flestu forum eitt litillåtad fólka- slag. Tey rópa ikki so hart. Um ikki annað, so tí ein åvisur politiskur flokk - ur einki hevur letur fara um seg at speireka tey og hótta við at taka tali- og skrivifrælsi frá teimum. Men ofta kódna tey ella koma ongantíð fyri seg, tí tey minstukrev, tey seta til eitt nú hólisumsteður, útbúgvingarmeguleikar og fíggjarstuðul verða altíð skúgvað til viks ella niður í einki. so at tað slød, skarvað lítið og tey fáa, meira kenst sum ein olmussa enn ein viður- kenning. Sjálvt eitt so sjálvsagt krav sum at fáa rimiliga samsýning fyri ta nýtslu, samfelagið hevur av verk um teirra, verður ikki hoyrt. Sum demi kann nevnast, at í seinasta figgjaråri vórðu rithev- undasamsýningar fyri bøkur á fólkabókasevnun- um uml. 60.000 kr. byttar millum 64 rithevundar. 10,35 fyri hverja bók. Av hesum rinda rithevundar- nir skatt. Eingin samsýn- ing verður latin fyri nýtslu av bókum á skúlabóka- sevnunum Vónandi verður leg- tingssamtyktin um ekta játtan til Mentunargrunn Løgtingsins framd á næstu figgjarlog sum ein partur av positivum ment- anarpolitikki. I virkisskrå javnadarfloksins eru nevndar aðrar atgerðir, ið eiga at verða framdar til tess at fáa eitt ríkt og fjel- broytt mentanarliv, sum bæði bern, ung og gomul kunnu fáa gagn og gleði av. Elin Súsanna Jacobsen