Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Gríma avsannar: — Vit eru ikki deyð! Minningarorð eru skrivað um Grímu. Men Gríma er ikki deyð. Leygardagin er hon aftur á pallinum við sjónleiki, fyri fyrstu ferð í hálvtannað ár. Og hetta verður helst einasti leikur í hesum leikárinum, tí átt- anda hjá Grimu Tað eru, sum ikki eina- ferð, pengar, ella rættari vantandi pengar, sum av- marka virksemið hjá ein- asta yrkisleikbólkinum í Feroyum. Á tíðindafundi í Norð- urlandahúsinum, sum í letuni er heimstaðurin hjá Grímu, fekst frágreiðingin um, hví so lítið sást og hoyrdist til leikbólkin seinasta leikár. — Vit hevdu so stóra skuld og avgjerdu tí at brúka studningin, 110.000 kr., at gjalda hana. Hetta Elsa Jacobsen er mamman i songini, Rosa á Rógvu er Greta, sum er komin, nú mamman liggur at doyggja. Og Birita Mohr er Joan, sum altíð hevur verið hjá mammuni. Leikstjóri er Egi Dam. bar bert til, um vit sam- stundis løgdu stilt, segði Egi Dam, sum eins og Birita Mohr og Rosa á Rógvu hevur verið í Grí- mu frá byrjan í 1977. — Heilt stilt løgdu vit tó ikki. Vit høvdu kvøld- skúlan og Rosa setti ein leik upp á Oyrarbakka. Øll fáa løn Grima søkti um at fåa 500.000 kr. á figgjarlogini fyri 1984/85. Hon fær 150.000 kr. og hesir peng- ar fara helst allir til »Bren- dar bryr«, leikin hjå Cath- erine Hayes ur Liverpool, sum Gríma hevur valt millum annað, tí hann krevur so fáar leikarar. Qll, sum eru við í hesi uppseting, ikki bara leik- ararnir, men eisini týðar- in, teskarin og onnur, fáa løn, arbeidaratimaløn — Hetta gera vit fyri at fáa at vita, hvat tað veru- liga kostar at seta upp ein sjónleik. Higartil hevur tað verið so, at tað nógva arbeiðið hevur verið ólent, varð upplýst á tíðinda- fundinum. Grímufólkini vórðu spurd, hví tey sektu um 500.00 kr. Teimum nýttist ikki at leita eftir svari- num: tey kundu hugsað sær at havt fleiri fólk, åtta- tiggju kanska, og virkað alt árið og spælt triggjar leikir. Eisini kenna tey ábyrgd fyri øllum teimum nógvu ungfólkunum, sum ganga á dramaskeiðunum í Tórs- havnar kveld- og ung- dómsskúla. Í vetur eru tey ho ra Tá skeiðið er liðugt, standa hesi fólk á berum. Tað er avmarkað, hvussu nógvum, Havnar Sjón- leikarfelag hevur brúk fyri. Eitt heli til hesi fólk og til tey sjálv er ein dreymur hjá Grímu. Sjónleikur í Feroyum hevur eina spennandi framtíð, tí fleiri føroyingar eru uttanlands, í Dan- mark, í Sveríki og enntá USA, og útbúgva seg til sjónleikara. Tá Gríma er liðug við »Brendar bryr«, fara tey í annað arbeiði. Tey halda sjálvandi eisini fram við kveldskúlanum og tey vera til taks hjá sjónleika- feløgum og ødrum, sum fåast vid sjonleik kring landið. hd Tey gomlu eru burturkast — Vit leitaðu eftir einum leiki, sum viðger tey gom- lu í samfelagnum. Hesi gomlu, sum í veruleika- num verða viðfarin sum »burturkast«. Vit vilja seta spurningin: hvar eru livsvirdini? Men tad var eisini av- gerandi, at hesin leikur hevur so fáar persónar, sigur Birita Mohr um »Brendar bryr«, sum Gríma nú hevur vant i hálvanannan mánað. Fyrsta framferslan verður leygardagin kl. 16.00. EET TEEEEE==EE======= TE Triggjar adrar syningar verða i Norðurlandahúsi- num: Sunnudagin kl. 16.00 og mánadagin og týsdagin kl. 20.00. Síðani verður farið út á bygd at spæla leikin um deyð- sjúku konuna og báðar døtur hennara. Hevundin, Catherine Hayes, er nú 35 ára gom- ul. Hon hevur skrivað sjónleikir síðan hon var 26. Catherine Hayes er fødd og byr i Liverpool, har hon undirvisir i fronskum. Tað var just leikurin »Brendar bryr« — Skir- mishes — sum gjørdi hana kenda uttan fyri heimby- in. Og tað langt uttan fyri hann eisini. Leikurin er sýndur í New York, Miichen, Berlin, Dublin, Ísrael, New Zealandi og Danmark. »Brendar brýr< er ein beinharður, kyniskur leik- ur um kenslur og ikki minst kensluloysi. Joan er dóttirin, sum er heima hjá mammuni. Hon er vorðin køld, hevur ongar falskar vónir. Greta hevur hin- vegin ballað seg í livslygn- ir og er toluliga væl negd við tilveruna. Í hvussu so er við leikbyrjan. Hevundin tekur ikki stødu. Hann er ikki í parti við nakrari. Áskoðarin noyðist sjálvur at avgera, um hann skal geva Joan, Gretu ella mammuni sam- kenslu sína. Leikurin setur fram spurningin: hvat er vorðið av lívsvirðunum. hd Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Cherry Laine syngur í Glyvra Bio friggjakvøldid og leygarkvøldid Heyst- fridtidin endar i Glyvra Bio hjå Presto-booking verður fyri seinastu ferð í Glyv Bio í raðk kveldið Heystfrítíðarshowið øia og leyg meira eksoti stað. Hon nú í Vesturtýsk er frá Jamaica men býr landi Líka leggi hvussu aðrir senda inn, men brævbjálvan Sjónvarp * Um handan gongan, kveldið, leiki, vil Klein Olsen sum gerst eg veljarar brævatkveður javnaðar- veljarum vil eg mæla til at seta 30 oyru meira í frímerkjum á enn Feroya gjørdi fríggjakveldið. sam- Atli fantaseraði um mána- veru Kanna bremsur og ljós — ókeypis P/f Wenzel Petersen Bil- sela bjóðar ellum, sum koma á bilframsýningina í Gundadalshellini, at fáa bilin trygdarkannaðan ókeypis fyri veturin. Bremsur og ljós vera kannað við teimum mest framkomnu tólunum, sum finnast í dag, og kanning- in er fyri ell bilmerki. Skipað er soleiðis fyri, at bileigarar av bygd kunna fáa bilin kannaðan í morgin kl. 16.00 — 21.00 ella leygardagin kl. 10.00 — 21.00. Bileigarar í Havn slepaa framat í næstu viku kl. 8.00 — 12.00 og 13.00 — 17.00. Leygardagin er tó opið millum kl. 10.00 og 14.00. Tey, sum ætla sær at taka av hesum tilboði, kunna í morgin kl. 8.00 — 14.00 ringja 13873 og biðja um verkstaðið fyri at fáa eina tíð. Kanningarnar vera gjerdar á verkstaðnum hjá Wenzel Petersen við Oyggjarvegin. Veturin er á veg. P/f Wen- zel Petersen Bilsola bjóðar ókeypis, trygdarkanning bilmerki treytaleysa fyri oll