Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 123 — 20. oktober 1984 tíðindablaðið Síða 19 00 od | | á + Í Kunngerð um kommunuval Við hesum verður gjørt kunnugt, at val av 7 limum í Tvør- oyrar Býráð og 5 limum í Tvøroyrar Skúlanevnd fyri val- skeiðið frá 1. januar 1985 til 31. desember 1988 sambært av- gerð Føroya Landsstýris, verður hildið týsdagin hin 4. desember 1984. Valevnislistar, sum megu ikki hava fleiri (men kunnu hava færri) valevni enn 11 til býráðsvalið og 9 til skúlanevndar- valið, skulu verða flýggjaðir undirritaða valnevndarfor- manni í seinasta lagi á miðdegi týsdagin 13. november 1984. Minst 15 og hægst 25 valførir stillarar skullu hava undir- ritað hvønn valevnislista, og skal ein stillari flýggja inn listan saman við einum serligum yvirliti yvir stillararnar (ngvn, yrki og bústaður teirra). Endaliga verður gjørt vart við, at valevni, sum sambært vallógarinnar 8 22, pt. 2, hava rætt til at bera seg undan vali, skulu sbrt. 8 22, pt. 4, saman við valevnislistanum innsenda skrivliga játtan um at taka við vali. Tvøroyrar Kommunuvalnevnd hin 15. oktober 1984 Vegna valnevndina, Niels Juul Thomsen, Tvøroyri. — yo 5 = r AW a. 77 Kunngerð Tað verður her gjørt kunnugt, at val fyri 4 ár av 3 limum til Kaldbaksnevnd Tórshavnar býráðs fer fram týsdagin 4. desember 1984 í samband við býráðs- valið. Valið fer fram í Kaldbak av og millum borgararnar í at- kvødingarøkinum í Kaldbak. Tid og stað verður kunngjørt seinri. Valevnislistar skulu vera formanninum fyri valnevndini harra Viggo Planck, fulltrúa, ella Kjartan Kristiansen, bý- ráðsskrivara, í hendi á býráðsskrivstovuni áðrenn kl. 18.00 týsdagin 13. november 1984. Vart verður gjørt við, at valevnislistar til hetta valið kunnu hava færri og í mesta lagi 3 valevni fleiri enn talið á limum, ið skulu verða valdir. Eisini verður gjørt vart við, at er tað, tá valevnislisti verður latin inn, greitt, at eitt valevni lýkur treytirnar fyri at sleppa undan vali, skal váttan frá avvarð- andi valevni um at taka við vali fylgja við. Valevnislisti skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og skal ein stillari flýggja inn listan saman við einum serligum lista yvir stillar- arnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi og bústaði. Tórshavn 16. oktober 1984 Valnevnd Tórshavnar býráðs at“ Fleiri tryggar killometrar. Skift til dygd, haldgóðsku og koyrigleði. Skift til Michelin XM+S 100 uttan pikar og koyr sikkurt i vetur X M:S 100 -tað loysir seg.