Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 132 — 8. november 1984 tíðindablaðið Síða 7 Tey ungu mugu fåa til- boð um útbúgving Vit prenta her reðuna, sum Hallstein Sigurðsson, valevni javnaðarfloksins í Suður- streymoy, helt í Norðurlandahúsinum týskveldið Endamál javnaðarfloksins er at tryggja ollum frælsi og javnbjóðis rættindi uttan mun til vit, trúgv, kyn, starv og innteku. At beina fyri órættvísi og vesældómi hevur altíð verið aðalendamálið hjá arbeiðararersluni og hjá javnadarflokkinum. Til tess at náa hesum máli miða vit ímóti einum sosialistiskum samfelag, har ell menniskju hava búskaparligt og politiskt frælsi. Hetta merkir, at vit miða ímóti einum sam- felagi, har privati ognar- rætturin til framleiðslu- teolini, t.d. skip, virki, verður avloystur av felags ognarrætti. Hetta er einki fremmant í Feroyum. Flestu flakavirki og flestu skip hevdu als ikki verið komin, um ikki fakfelog, bygdafelagsskapir og út- r6drarfeløg hevdu tikið seg saman um hesi virki. Tað er bert harmiligt, at ikki eitt lógfest búskap- arligt demokrati fylgir vib, so tey, sum veruliga eiga virkini, eisini hava ræðið á teimum. Hetta er ein av teimum spurning- um, sum javnaðarflokkur- in fer at taka upp, tá hann kemur til aftur. Javnaðarflokkurin virk- ar eisini fyri tjóðskapar- ligum frælsi, og vit meta, at um vit brúka heima- stýrislógina, soleiðis sum hennara andi og bók- stavur eru, náa vit hetta frælsi. Vit meta tó, at ein vandi er í bert at virka fyri tjóðskaparligum frælsi og gloyma at stríðast fyri, at arbeiðarar og fiskimenn fáa ognarrættin til fram- leiðslutólini. Vit eru eisini til reiðar, sum formaður floksin hevur víst á, at gera broytingar í heima- stýrislógini, um hon á onkran eki skuldi forðað okkum í at náa fult sjálv- ræði á okkara egnu viður- skiftum. Vit eru ímóti ellum hernaðarligum samgong- um, og flokkurin metir, at allir flokkar hava ábyrgd av at fáa hersteðirnar av landinum, soleiðis sum legtingið hevur samtykt tað. Tey ungu kenna fylgj- urnar av borgarligum politikki gjøgnum fýra ár: Við samtíðarskattaskipar ini misti ungdtómurin ein- ar 35—40 milliónir, íbúð- ar- og búsetingarviður- skiftini eru út av lagi, dansiviðurskiftini = vána- lig, og eitt felag sum jazz- felagið er av borgarliga meirlutanum í Havn sett út á getuna. Arbeiðsskapandi tiltøk verða ikki sett í verk, og reglugerðin til fritidarlog- ina er súltað, soleiðis at ungdómsfelogini = ongan peningaligan stuðul hava kunnað fingið eftir hesari lóg. Vanvirðingin sum hetta landsstýrið hevur sýnt ungdóminum, er eitt gott dømi um borgarligan politsikan moral — tú verður bert virdur eftir ti, tú vinnur ella produserar. Ti verða tey ungu mett sum ein útreiðsla eins og tey gomlu. Steða javnað- arfloksins er tann mót- setta. Vit meta ílegur í ungdómin sum bestu iløg- ur, eitt samfelag kann gera. Út frá hesum royndi javnaðarflokkurin at veita meginpartin av skatta- milliónunum hjá ungdóm- inum út aftur til ung- dómin. Ti hevði flokkurin uppskot um at hækka játtanina til lestrargrunn- in um, at nakað skuldi fara til kollegiu- og íbúð- arbygging, nakað til und- irvísingartilfar og nakað til arbeiðsskapandi tiltøk, serliga fyri ungdómin. Útbúgvingar- politikkur Eg skal nú greiða eitt sindur frá okkara útbúgv- ingarpolitikki. Her er tað serstakliga utbugvingar- tilboðið tl tey 16—19 ára gomul skulu fáa eitt tilboð um útbúgving. Víðari ynskja vit at seta á stovn nýggjar útbúgvingar inn- an sjo- og fiskivinnu, matveruframleiðslu og mangt annað. Hesar út- búgvingar eiga at byggja á eitt felags stødi, og hetta steði skal innihalda nógv av tí, sum tit læra her í teimum sokallaðu alment dannandi lærugreinunum — also mál, segu, samfel- agskunnleika og tónleiki. Á tann hátt tryggja vit øllum føroyskum ungdómi eitt felags mentanarligt stødi, uttan mun til hvørji fak tey ungu annars velja. Vit taka undir vid tank- anum um útbúgvingarlen og stuðuli til felagsskapir, ið royna at útvega ungum bústað og íbúðir. Búskaparliga gongdin vendast Tyngsta takið verður at venda búskaparligu gongdini og samstundis tryggja ellum arbeiði. Javnaðarflokkurin er ein- asti flokkur, sum metir upp við eini fastari ætlan, sum hevur eitt politiskt boð uppá, hvussu vit fáa skil á tann búskaparliga ruðuleika, sum borgarliga samgongan hevur skapt. At vit í Feroyum fáa pen- ing úr Danmark, er tekin um ójavnt býti av virðun- um her. Typiska sambandsfilo- sofiin er, at um summi — t. d. pensionistar og onnur veik — fåa eitt oyra ur danska statskassanum, nytist okkum ikki sjålvi at syrgja fyri teimum. Hetta er ómoralskt. Vit í Javnaðarflokk- inum siga, at um føroyska samfelagið var skipað rættvísari, hevði verið óneyðugt við donskum veitingum. Og so hevdu vit saktans kunnað verið ein sjålvstødug tjóð. Men tå vit yvirtaka, skal tað vera væl fyri- reikað, so at hetta ikki gongur út yvir tann lág- lønta. Ti trúgva vit ikki upp á eina knappliga loysing, og serliga ikki, sum nú er, meðan stórkapitalurin sit- ur við endan. Tá vit yvirtaka, skal tað vera við ti fyri eyga at skapa eitt rættvísari sam- felag. Fólkaflokkurin og Sam- bandsflokkurin haraftur- ímóti hava »ta friu kapp- ingina« — Junglulógina — til fyrimynd. Tí sterka, sum tá yvirlivir, ætla teir at geva ágóðan. Tað var, meðan menn- iskjan enn klatraði í trøun- um, at henda teori kundi brúkast. Men enn eru summi, sum ætla at fora eina so avoldaða skipan á menniskjasamfelagið. Tjóðveldisflokkurin sigur seg >hava álit á fólkinum, her byr«. Men her búgva eisini spekulantar og beinleidis kapitalistar. Teimum hava vit ikki ålit å. Harafturímóti hava vit álit á tí arbeiðandi fólk- inum — teimum, sum skapa virðini í samfelagn- um. Eisini = Fólkaflokkurin sigur, at »i Feroyum skulu føroyingar råda«. Men so leingi, sum teir virka eftir teoriini: »tann sterkasti yvirlivir«, vita vit, hvørjir føroyingar, tað eru, sum skulu ráða. Tjóðveldisflokkurin veit ikki, um hann er vnstra- ella høgravendur. Ein av oddamonnum teirra segði nýliga fyri opnari mikro- fon: >Tjóðveldisflokkurin hevur verið ákærdur fyri at vera vinstravendur, og tað, sum verri er . . . Samstundis sigur onkur annar teirra: um samfel- agið er sosialistiskt ella antisosialistiskt, er líka- mikið ... So er ikki lætt at vita, hverjar feroyingar, teir ” vilja hava at ráða í Før- oyum. Henda nationalisma kann stutt samanfatast soleiðis: Fólkaflokkurin sigur: Í Foroyum skulu einstakir foroyingar ráða, men ikki allir. Tjóðveldisflokkurin sig- ur: Vit vita ikki, hverjir foroyingar skulu ráða í Feroyum, men ráða skulu teir fyri ein og hvenn prís. Vit í Javnaðarflokkinum siga harafturimoti: Í Feroyum skal len- takarin ráða. Í Feroyum skal alt fólkið ráða. Gunnar Staksá, valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy, skrivar: Liberalisma Hetta lítla orðið — liber- alisma — er yndisorðið hjá teimum borgarligu flokkunum og verður av teimum ofta nýtt at seta upp ímóti sosialismuni og serstakliga móti sosialist- iskum politikki. Hetta orðið ljóðar tó væl, og ivaleyst kann nógv gott leggjast í tað av monnum, ið duga at málbera seg snildisliga, hava tunguna á rættum steði, tá ið týdn- ingur skal leggjast í tað — eisini tann mest villleid- andi. Alt tað frælsi, ið leiðastkann av hesum, kann ljóða væl, men nógv óhugnaligt fjalir seg aftan fyri liberalismuna. Hesin frælsi politikkur var kanska ikki heilt av leið, um allir borgarar sam- felagsins hevdu somu byrjanarmeguleikar = og stóðu á jøvnum feti, men so er ikki — og tá høvdu vit jú eisini hitt sosialist- iska samfelagið, sum ikki kann sameinast við liber- Framhald á síðu 4