Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Hvar skal krossurin setast Nú hava vit seinastu tid- ina hoyrt ein heilan hóp um, hvussu politikkur átti at verið rikin. Tað hevur næstan bara verið víst å,hvat eins egni flokkur hevur gjørt, og hvat hinir ikki megnaðu. Men hesi fólk, sum bjóða seg fram til at stýra okkum eðrum komandi fýra árini, hava ikki borið upp á mál nakað sum helst um, hvussu tey ætla at arbeiða í fram- tíðini. Er tað tó kortini veru liga so galið, at eingin politiskur flokkur hevur frægt av ábyrgdar- kenslu skaptari í sær, at hann torir at leggja eina ætlan fram? Jú, ein flokkur hevði í sínum útvarps- og sjón- varpssendingum eina skrá yvir, hvussu hann ætlaði at stýra í komandi val- skeiði. Hetta var Feroya Javnaðarflokkur. Eg skal ikki koma nærri inn á tað her. Tað kunnu vit ell lesa um il Sosialinum leygar- dagin 3. november. Bert skal eg vísa á nakað av tí, sum sagt er annars í hes- um valstriånum. Fyrst fari eg at takka so Asbjørn Joensen, leg- tingsmanni Sjálvstýris- floksins, fyri, at hann váttaði tað, vit leingi hava vitað um uttanlandsskuld- ina hjá føroyska samfel- agnum. Hann segði nevni- liga í útvarpinum, at landskassaskuldin var lítil at rokna móti teimum lán- um. kommunukassarnir hevdu. Júst á sama hátt sum danska konservativa stjórnin gjørdi, hava hesir menn flutt lánini frá landskassanum yvir á kommunur og annars grunnar og stovnar undir landinum. Og so koma teir við einum landskassa- roknskapi, sum vísir gott úrslit. Hatta hevði eg eisini klárað. Eg kundi t.d. sett børn mini fyri lån i banka, sparikassa og Húsalánsgrunninum. So var eg sjålvur skuldafriur å papptirinum. Men sum fyrmyndari hjå børnunum kom eg til seinast at hanga upp á skuldina kortini. Enn veit eg ikki um, at hatta hevur latið seg gjørt kortini, men fáa vit sama slag stýri fýra ár aftrat, skal ein ikki for- sverja nakað sum helst. Eg fari at takka harra Asbjørj Joensen fyri, at hann so fúgliga hevur lagt rygg til førda politikkin seinastu fyra årini. Hann hevur nevniliga verid vid til at vist, hvør lættasti vegurin til undirgang er. Í somu útvarpssending Sjålvstyrisfloksins kom Jóannes Skorheim fram vid, at so nógv børn i Før- oyum vórðu fødd uttan fyri = hjúnalag. Hetta grundaði hann á, at hann hevði lisið eitthvert leyg- ardagsblað. Helst hevur hann lisið um feðingarnar, sum plaga at standa í Sosialinum. Har stendur nógv annað gott í Sosial- inum, sum hann eisini kundi fortalt víðari í út- varpinum. Hetta við »Oektabørnunum« man hann ivaleyst koma til ut frå ti, at foreldrini ikki hava sama eftirnavn. Nu er tað soleiðis, at hóast fólk eru gift, hevur kvinn- an ikki fyri neyðini at taka eftirnavn mansins. Og um uppskot Sjálvstýrisfloks- ins um navnalóggávu hevði verið veruleiki, hevði hann ivaleyst fingið tað til, at øll børn í Før- oyum vórðu fedd uttan fyri hjúnalag. Á politiskum fundi á Strondum, sum varð bein- leiðis útvarpaður, segði eitt av valevnum Fólka- floksins í Eysturoy, at trupulleikarnir áttu at takast upp, so hvert teir stungu seg upp. Plan- legging var av ti onda. Løgmadurin sum gloymdi arbeidarafjøldina Tey årini javnadarflokk- urin hevði leiðsluna i landsins stýri, hevdi flokk- urin millum annad umsit- ingina av arbeidaramålum og almannamålum i lands- „stýrinum. Hesi árini hendu stór framstig til frama fyri arbeidarafjøld- ina i Føroyum. Tad fyrsta valskeidid, flokkurin hevði leiðsluna, fingu vit lógirnar um fólka- avlamis- og einku- pensión v. m. Hesar lógir veittu verkafólkunum hampiliga trygd á ellisárum. Somu- leiðis tá ið forsyrgjarin doyði ella tá arbeiðsevnini varandi vóru skerd. Her vóru eisini neyðug stig tikin til at fremja mál- setningin um somu len til kvinnur og menn. Vit fingu eisini lógina um arbeiðaravernd. Ar- beiðseftirlitið varð sett á stovn við tí úrsliti, at flestu arbeiðspláss í dag hava tryggleikaumboð. Arbeiðsvikan varð stytt úr 44 niður í 40 tímar, frí- tíðin varð longd úr trim- um upp í fýra vikur, frítíð- arlenin varð hækkað úr 8 upp í 9 1/2 %. Vit fingu eisini sjúkradag- peningaskipanina, = sum tryggjar tímalentum og eðrum sjúkradagpening, ið svarar til 80% av lønini seinastu fimm vikurnar. Hesi fýra árini hevur Javnaðarflokkurin onga ávirkan havt á landsins stýri. Leiðslan hevur ligið í hondunum á sambands- flokkinum, sum eisini hev- ur umsitið arbeiðaramál í landsstýrinum og hevur hetta málseki ligið í hond- unum á sjálvum leg- manni. Løgmadur gloymdi ar- beidarafjøldina i 4 år, ikki fyrr enn seinasta miku- kvøld tå hann kom at sita i andgletti, kom hann i tankar um, at aftan fyri hvønn stjóra hann vísti á sjónvarpsskerminum var nakað, sum hann íkki hevði tíð at taka sær av, og hvat var so tað, jú tað var arbeidarafjøldin, men er tad so løgid, hann gloymdi tey i 4 år, hvussu kundu tey koma vid i 40 min. ? Einaferð mintist hann arbeidarafjøldina hesi 4 årini. Tad var, tå hann segði, at landsstýrið skuldi taka innaftur í skatti og tolli hvert ein- asta oyra, sum lentakar- arnir vunnu við samráð- ingarborðið. Her helt iog- maður orð. Í meðal vunnu arbeiðs- fólk 3.000 kr. í lønarhækk- ing i fjør. Hetta svarar júst til hækkingina i tolli Hetta hevur ivaleyst mint hann ov nógv um russ- iskar fimmáraætlanir. Ju takk, vit kenna alt til henda »sum best ber til« politikk Fólkafloksins. Fyrrverandi legtingsfor- maðurin J.Fr. Øregaard, sáli, dugdi væl við domum at fáa fólk at skilja sín- ar meiningar. Hann sam- anbar einaferð í Løg- tinginum ein ávísan fólka- flokspolitikkara við eina av teimum gomlu grav- kúnum við einum grevi framman. Hendan gróv kava í Getudali. Hon bert skumpaði hann framman fyri sær til hon at enda rendi seg fasta í skalv- inum. Soleiðis, segði Øre- gaard, er Fólkaflokkurin. Ístaðin fyri at loysa trup- ulleikarnar, verða teir bert skúgvaðir undan, til hann rennir seg fastan. Í dag kunnu vit eisini siga hetta um hinar báðar sam- gonguflokkarnar, sum hava sitið í landsstýri seinasta valskeiðið. Lat meg bert nevna eitt demi: Studentaskúlin í Eystur- oy. Her koyrir alt bert fyribils. Og longu nú er stødan so kaotisk, at ikki verður leingi, til alt brenn- ur saman har. Kommunistaskrímslið er líkasum við at blikna eitt sindur nú einaferð. Tað er ivaleyst tí, at fólk hava sæð, at russararnir á Skála eru hóast alt hampafólk. Teir hava mær kunnugt ongan etið har inni enn. Tó roynir kortini tann háttvirdi (av summum) løgtingsmadur- in, Medlem af Folke- tinget, Medlem af Den danske FN delegation etc., Johannes Martin Ol- sen á Strondum at trútta niður í fólk, at javnaðar- flokkurin er sosialistiskur. Tað hevur hann altíð ver- ;AA ”isini áðrenn Sam- niður í fólk, at javnaðar- flokkurin er sosialistiskur og sostatt eisini kommun- istiskur. Ja, Johs. M. Ol- sen, Føroya Javnaðar- flokkur er sosialistiskur. Tað hevur hann altíð ver- ið. Eisini áðrena Sam- bandsflokkurin — gjørdist ov góður at kunna sam- arbeiða við hann í 1974 eftir »maktskiftid« í sam- bandsflokkinum. Men hann hevur ongantíð verið kommunistiskur. Men tað er efitr ollum at døma ov mikið kravt av fólki, sum ikki er meiri at sær komið enn, at tey velja Sam- bandsflokkin, at tey skulu kenna mun á demokrat- iskari sosialismu, sum javnaðarflokkarnir á okk- ara leiðum standa fyri, og kommunismu. ØI fólk, sum leggja í, vita, at í teimum londum, har ein sterkur javnaðarflokkur finnist, eru snøgt sagt eingir kommunistar. Vit kunnu nevna England, Vestur Týskland og Norð- anlond uttan Ísland. Hin- vegin kunnu vit bert ásanna, at í teimum Suð- ureuropeisku londunum, Íslandi og Latínamerika, fyri bert at nevna nøkur, sum í mannaminni hava verið stýrd av hegra- stjórnum, eru kommun- istaflokkarnir heilt sterk- ir. Gamalt er jú, at trýst elvir móttrýst. Og í hesum londum er eisini ein annar felagsnevnari. Ein bú- skapur, sum er komin á gravarbakka. Í teimum londunum, har javnaðar- flokkarnir hava ávirkan, er harafturímóti liviligt sum fáastaðni í heiminum. Lond sum Ísrael og Sve- ríki hava altíð verið rokn- að millum ríkastu í heim- inum. Hesi londini hava verið fyri teirri vanlagnu, at hava havt borgarligt stýri í tvey valskeið. Úr- slitini kenna vit. Í báðum forum førdi tað væl á leið til undirgang. Í Ísrael kom inflatiónin heilt upp á Nr. 132 — 8. november 1984 400 %. Gydingar og sviar sóu tó, at hetta bar ikki til og valdu sær aftur javn- aðarmenn í landsins leiðslu. Í Sveríki hava teir longu nú megnað at fáa krónuna, sum mátti niður- skrivast av borgarligari ómegd, upp aftur á tað, hon var áðrenn teir borg- arligu komu til. Her heima hjá okkum hava vit meguleikan at sleppa undan hesum ruðu- leika. Tað kunnu vit tó bert við at vit tann 8. november fara á val og velja Javnaðarflokkin sterkan á Foroya Legting. Javnaðarflokkarnir um all- an heim hava víst, at teir eru einasta veruliga trygd- in móti teirri kommun- ismu, sum vit á okkara leiðum eru so bangin fyri. Harafturat hevur Feroya Javnaðarflokkur víst, at hann er einasti politiski flokkur í Feroyum, sum tekur landsins steðu so álvarsamt, at hann fyri- reikar seg og kemur við eini skrá, sum vísir, hvussu lanið skal stjórn- ast í framtíðini. Aðra- staðni frá hava vit bert hoyrt uttanumtos og und- anferslur. Seinasta skreyt- in hjá teimum, sum eitast skuldu at stýra, var tað nógv umredda brennistað- armálið. Eitt talandi domi um, at alt er farið í lort. Slíkum tlvildarligum av- gerðum, tiknar í panikki, sleppa vit einans undan við at seta okkara álit á Javnaðarflokkin. Farið mansterk á val hósdagin og setið krossin við lista C. Tað er tygara atkvøda, sum ger munin. Vit skulu við stoltleika í komandi árum siga: >Ég var við til at bjarga Før- oyum, tá á stóð. Eg valdi Javnadarflokkin«. Edvard i Skordini Joensen og ødrum almennum út- reiðslum fyri eitt húsar- hald. Øll mugu ásanna, at munur er á, hvussu arbeið- aramálini vera umsitin. Javnaðarflokkurin er til reiðar aftur at umsita ar- beiðaramálini í landsstýr- inum. Vit vilja skapa ar- beiði til ell. Vit vilja út- byggja arbeiðseftirlitið enn meira. Vit vilja broyta sjúkradagpenignaskipan- ina, vit vilja fremja eyka- pensiónsskipan fyri ar- beiðarar og onnur og vit vilja lætta um skatta- trýstið á tær lægru inntek- urnar, vit vilja eisini gera tað liviligt i Føroyum fyri fjøldina, og ikki sum nå bert fyri tey fåu. Farið ti á val og setið ein sterkan Javnaðarflokk á ting. X við lista C ! Valevni Javnaðarfloksins í Norðoyggjum Olanta Hansen Olaf og russararnir Olaf Olsen skrivar i Dagblaðnum, at hann ikki hevur rætt nakran við russum og ætlar heldur ikki at gera tað. Tað hevur nú ikki so nógv at siga, hvat Olaf sjálvur ger. Tað sum hev- ur sterri áhuga er, hvat hansara flokkur ger, og hvat hansara blað ger. Og her skerst ikki burt- ur, at hansara blað mið- víst hevur fert eina hatur- og ræðslukampanju móti russum, og tað er hesin hetsur, sum er fremsta or- sekin til at fólk ikki fáa sovið fyri russum. Og her hevur Olaf eina beinleiðis medábyrgd. Fyrst og fremst sum ting- maður fyri fólkaflokkin og ikki minst sum nevndar- limur í Dagblaðnum. Sum slíkur hevur hann sanni- liga eisini sína ábyrgd av skrivingini har. So einfalt er tað. Klinisk tandtekniker Henny Jacobsen Dr. Jacobsensgeta 11 Konsl. frá kl. 9-16 ” TIf. 14796