Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 1984síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið . 132 — 8. november 1984 Síða 14 Med udspredte vinger flagrer >Noget í mig“, ind i et lager belagt med tåge og dis. Det er min UFO, der svæver afsted, med en usigelig fart og opnår en kontakt, med andre fra en verden, der gemmer sig bag et gyngende slør af dunhvide skyer. Bag dette røgslør bli'r de døde levende, ja, du oplever endda, at levende er døde, sikken nogen absurditet det kan bli værre og værre, men er det dog ikke dejligt, at se bedstemor og Kennedy i en svævende vals? Min UFO — den standser fotograferer, noterer sidste begivenhed — sidste nyt fra en verden hinsides al fornuft og verdslig tankegang. De bløde skver sniger sig afsted, som snehvide svaner på en stille sø, de bærer et elskende par afsted til en ø — til et hus, der skinner så skønt som det pureste guld. Der sidder bedstemor og Kennedy og kærtegner hinanden på en lille ø på en stille sø, hvor kun blomster vokser, der kaldes Fred. Som et lyn flyver min UFO tilbage og fortæller mig om nattens tildragelse. Jeg vågner — og småler . .. Præsident Kennedy og bedstemor ... men var hun på denne jord — og fruen i det hvide bur, så skal jeg sige jer: Det var det bedste, der kunne komme i Det hvide Hus. Frits Johannesen skrivar og teknar Hann komi til min... gengur Skålafjørdurin hevur altíð verið eitt frilendi fyri okkum, sum búgva millum heg fjøll. Glyvrar, Heiðarnar og Runavík hvíldu fyri nekrum árum síðani í einum harmoniskum lagi, tilevnað av einum gleggum eyga, sum bert sá rútmiska spælið millum fólk og natúr. Ljós- ið eiga teir enn úti á Skålafjørdinum, men mangt er farið, sum bert er ein dreymur í dag. So við nevndu plássum. Úti á Strondum verður nú ein vegur gjørdur úr Kass — Um Sjóvar inn á Hólk. Eitt tað vakrasta staðið i dag í Eysturoynni, sum ber royk av góðum gomlum byggi- sniði, er Við Sjógv. Nú skal ein breiður steinsettur vegur leggjast fram við hetta vakra pláss. Guð náði okk- um og okkara flog. Somuleiðis verður fyrsta dagin farið … undir vegargerðina í Fuglafirði frå Gjógvará norður á Merkina. Sama hond, sum nú leggur eina oyðandi hond yvir Sjógv, hevur verið ímyndandi — tekniskt sæð — stovnurin hjá Landsverkfreðinginum. Landsverfreðingsstovnurin hevur gjert nógvan vakran og góðan veg bygdanna millum. Tá ið vegur skal gerast inni í bygdunum, áttu aðrir hugbirtandi tankar komið fram. Tak Havnina, sum man vera eitt tað snegg- asta búpláss í dag, tí arkitektar við flogi yvir sær hava myndað loysnirnar, sum tiknar hava verið. Tað kennist sum um vit reika og leika í sum síðsta slekt livir á hesum klettum. Framtíðarhvekkurin lúrir undir húsarhorninum, tí verður framgongdin henda sum fyriliggur. Hann komi til mín... Tom Kristensen hevði henda dreym: Angist Asiatisk i veldi er rædslan. Hon búnast i óbúnum árum. Og eg kenni tað dagliga í hjarta, sum um fastlandið skal undir gá. Men ræðslan mín má endurloysast í longsli og í sjónum av ræðslu og neyð. Mær longdist eftir skipsvanlukkum og eftir herverki og brádligum deyða. Mær longdist eftir brennandi býum og eftir ættarbókum á flukt, eftir eini oyðing, ið rakti allan heim og eftir jarðskjálvta, ið kallast agi Guðs. Leysliga eftir Tom Kristensen (Frits Johannesen) Hevur tú nakrantíð givið tær far um hendurnar í lívi tínum — Tað er nógvar, fleiri enn tú heldur hendur í handskum og vettum hendur við amboðum ella vápnum tómar hendur hendur ið lokkaðu fyrstu ljóðini úr tær skýlandi hendur hendur ið baka breyðið smíða jarnið á syngjandi stabbum við smiðjueldin ala fram úr kergu jerðini fjaldar dýrgripir draga glógvandi fisk upp úr sjónum gera mat til mann og bern hendur ið halda um róðrið hakan hamaran hendur ið trilva seg igjøgnum fjøllini spæla undirvatnstónleik á botninum millum rock all og amerika hendur ið bora byggja og spreingja hendur ið evna nútíðina til grovar hendur kr ýttir nevar hendur við skeinum og arrum og so hendurnar — tær fínu hendurnar ið skúma fletan. Alexandur Kristiansen