leygardagur 10. november 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Ábyrgdin
TÁ EINA RINGAST stóð til — í
1958 — bað javnaðarflokkurin um
ábyrgd. Hann fekk hesa ábyrgd
og hann sýndi seg í øllum lutum
verdugan til hesa ábyrgd.
NÚ VAR SO AFTUR brúk fyri ein-
um flokki, ið vildi og tordi at fara
undir at loysa teir sera álvars-
somu trupulleikar og greiða teir
stóru spurningar, sum standa
beint fyri framman. Javnaðar-
flokkurin bjóðaði sær til hetta
starv og legði opið og greitt fram
fyri føroyingar sínar loysnir og
sínar royndir. Flokkurin fekk
ábyrgdina aftur — hann gjørdist
størsti flokkur á tingi.
TANN POLITIKKUR, ið nú skal
førast, sum tann samgonga, ið
javnaðarflokkurin kemur at leiða,
kemur at vera í tráð við tey mál,
flokkurin setti sær í valstríðnum.
Hetta merkir, at nógvar avgerðir
verða tungar, at nógv tiltøk koma
at merkjast í stórum parti av fólki-
num. Men hetta merkir eisini, at í
teimum málum, sum vit hava
hildið fram til gagns fyri verka-
fjøldina, pensionistarnar og ung-
démin verdur ikki slakad ein
tumma.
VIT FÓRU til val uppá at rætta
uppaftur tær slagsíður, sum borg-
arliga alternativið hevur givið
vælferðarsamfelagnum og vit
Argjavegur 26.
3800 Argir.
Postsmoga 76,
3800 Térshavn.
Telefon 118 20.
fara at venda búskaparliga rákin-
um, um hetta á nakran hátt letur
seg gera.
MEN ALT HETTA krevur eina
samgongu og í samgonguspurn-
inginum hevur javnaðarflokkurin
givið eitt lyfti, sum hann verður at
halda. Hetta lyfti er, at vit skulu
steðga fólkaflokkinum. Fólka-
flokkurin hevur nú í áravís for-
pestað politisku luftina í Føroy-
um, forpestad gerandisdagin hjå
túsundtals gðrvísi hugsandi.
Hann má og skal steðgast her og
nú. At bjóðað honum innaftur í
stovuna vildi verið eitt slag í and-
litið á teimum hundraðtals ung-
um sum eldri, ið hava stríðst í
mánaðir fyri tí vakra úrsliti, vit
fingu í gjár. Og hetta vildi verið
eitt ræðuligt vónbrot hjá teimum
mongu, sum hava allar grundir til
at ræðast fólkaflokkin.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevði
eitt gott væl. Vit takka teimum
mongu, sum stuðlaðu okkum og
sum hjálptu til at forklára okkara
politikk. Serliga tøkk eiga tey
ungu, sum aftur slógu manngarð
um flokkin — ikki minst tit ungu í
Havn, sum hvørki lótu tykkum
ræða av »Viljans« gerandisterror
ella lumpa av, at jarnhælurin nakr-
ar vikur varð skiftur um við eina
floyalstungu.
Tøkk til tykkum
í Sandoynni —
Skúvoy og Dimun
Javnaðarfelagið í Sandoyar sýslu takkar ellum veljarum á
Sandi, í Skopun, í Skálavík, í Húsavík, í Dali, í Skúvoy og á
Dímun fyri stuðulin til løgtingsvalid.
”
DANICA — køkurin
P/f HELLA
Tórfinsgeta 41
Tif 16477 Box 351
3800 Torshavn
Sendið
lesarabrøvini
til Sosialin
Nu lysir fyri stavn. Valid
er av og javnadarflokkurin
er aftur Føroya størsti.
Eftir vanligu siði verða
tað vit, sum fara undir
samráðingar við aðrar um
skipan av landsstýri.
Helst skuldi verið borið
skjótt at, tó ikki skjótari
enn so, at tann flokkur,
sum bert fyri fáum døgum
síðan í Norðurlandahús-
inum »erkleradi« seg sum
stersta fígginda okkara,
ikki verður tann, ið totast
skal við komandi ár.
Okkara sigur er sjálv-
sagdur. Men enn sjálv-
sagdari hevði verið, um
hann var tvífaldur. Hetta
grundað á ta
„flestallir
viðferð,
føroyingår
sosialurin,
tlf, 11820
— vit skriva
F
er at fara yvirum
bert undir
gr grenum ljósi
Fylg við,
hvat hendir
TRYGGINGAR
UMBOÐS
STOVA
HOYDALSVEGUR 6,
TLF 1 5222
HEIMA TLF 1 2940
Nr. 133 — 10. november 1984
Pauli hjálpti
fólkaflokkinum
hava fingið frá sitandi
stýri og ta vanlukku bú-
skaparsteðu, vit eru »vill-
leiddir« út i.
Eisini hevði sambandski
fólkaflokkurin fram-
gongd. Hetta er kanska
ikki so legið, eftirsum
sambandsflokkurin hevur
verið rættiliga einvísur í
síni hetz ímóti javnaðar-
flokkinum og serstakliga
formanninum Atle, sum
Pauli E. nú í áravís hevur
lagt alla orku í at selkað.
Men alt til onga nyttu.
Bert spell fyri sam-
bandsmenn sjálvar, at teir
ofraðu so nógva orku uppá
forfylging av fólksins
vilja, einum styrktum
javnaðarflokki, og so bert
miss atkveður til fólka-
Radio-
telefoni-
skeið
Radiotelefoniskeið til VHF byrjar á
flokkin afturfyri, til henda
flokk, sum heldur ikki
sambandsveljarar = veru-
liga vilja hava nakað við
at gera.
At sambandið gekk
aftur undrar ongan, úrslit-
ini tala fyri seg. Men at
fólkaflokkurin gekk fram
kann neyvan vera fólksins
tekk til harðrenda politikk
teirra, men heldur úrslit
av sambandisins einvísu
agitatión mótvegis tí
flokki, sum sambands-
menn innast inni ásanna
hevur loysnirnar og evnini
til at fáa samfelagið á fet-
ur aftur.
Eyðun Johannesen
Oyri
Føroya Sjómansskúla mánadagin 19.
november kl. 19.00.
Prévtøkan verður fríggjadagin 23.
november 1984.
Áhugað eiga at siga frá sum skjót-
ast.
Føroya Sjómansskúli
Ert tú til
dystin fús/ur
so hava vit ein frålikan møguleika at
bjóða tær! Okkum vantar hjálparfólk
at byrja 1. januar 1985. Arbeiðstíðin
er 40 tímar um vikuna. Opið er frá kl.
6.45-17.30.
Vit eru 60 børn og 10 vaksin býtt í 3
bólkar.
— tú skalt hava hug at arbeiða
saman við børnum og vaksnum
— tú skal vera nógv úti í náttúruni
uttan mun til veðrið
— at tú ert fryntlig/ur er ein sjálv-
sagdur lutur.
Byrjunarlgnin er kr. 8.193,- um mán-
aðin. Skrivlig umsókn skal sendast
okkum í seinasta lagi 20. november.
Barnagarðurin við Velbastaðvegin
——