Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fá o | gotu mini É | | v/ Johs. A. Næs Rannsakid tykkum sjålvar, um tit eru i trunni, (2. Kor. 13,5). Skula vit royna okkum sjålvi, so rædur um, at vit kenna okkum har, vit vånaligast kunna standa ímóti. Fyrst er at nevna benarfriðin. Jesus sigur: „Tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tina«. Hví vil hann hava hurðina afturlatnad? Jú, hann vil, vit skulu vera í friði. Og tað er neyðugt hjá okkum. Men av hasum orðum skilja vit eisini, at Jes- us av aðrari orsøk vil hava hurðina aftur- latna; Hann vil skilja okkum frá áhoyrarum og áskoðarum. Hann kennir okkum gjella og veit, hvussu syrgiliga bundin vit eru av áhoyrarum og áskoðarum í ellum viður- skiftum okkara, eisini í viðurskiftum okkara til Guds — eisini í okkara benarlívi. Man nakað menniskja kunna biðja til Gud, meðan onnur síggja og hoyra, uttan at tað ávirkar benina ? Eg husi mær, at tú plagar fara inn í kamar títt og lata aftur hurð tína. Og nú spyrji eg teg: rerist hjarta títt nakað, tá ið tú ert einsamallur við Gudi? Eg spyrji teg ikki, um tú kennir teg væl, einsamallan saman við Gudi, tí eg veit, at tað eins ofta má vera okkum svárt at vera einsamallur saman við honum, fyri at tað kannv era okkum til gagns. Til eru kristin fólk, hvers hjertu rerast púra einki, tá ið tey eru einsamøll. Um nakað skal henda í hjarta teirra, mugu tey verða ávirkað og uppspent sálarliga av songi og ljóðlist. Tá er svevnurin komin, og varar hann eina tíð, leiðir hann menniskju beinleiðis og miskunnarleyst inn í hin andaliga deyðan. Fyrsti sjónleikur í Atlantis Bio — Gríma til Klaksvíkar. Spælir barna- leik í desember Gríma fer nú til Klaks- Barnaleikur víkar at spæla >Brend- ar bryr« tvær ferðir, i morgin kl. 17.00 og mánadagin kl. 20.00. Spælt verður í At- lantis Bio og er hetta fyrsti sjónleikur har, síðani Klaksvíkar Sjón- leikarfelag flutti inn. Meðan Gríma er í Klaksvík, skal hon hava skeið fyri leikarar hjá Klaksvíkar Sjón- leikarafelag, sum er farið undir at venja ein italskan skemtileik. Kári Øster er leikstjóri. Sjálv er Gríma farin undir ein barnaleik, sum er gjørdur eftir einum samiskum ævin- týri. Leikurin kallast »Drongurin og gull fingurin« og fyrrta framferslan verður 1. desember. Laura Joen- sen er leikstjóri. Gudstænastur 21. sunnudag eftir trinitatis Havnar kirkja: Hans J. Joensen Vesturkirkjan: Torkil Græsholt, biskupur, altargongd Landssjúkrahúsið: Kjartan Mørkøre kl. 9.30 Hestur: Høgni Poulsen Kollafjerður: Jákup Magnussen, altargongd Vestmanna: Martin R. Jacobsen Glyvrar:Jákup Kass kl. 11.00 Æðuvík: Jákup Kass kl. 17.00 Hellurnar: Torkil Beder, altargongd Oyndarfjørdur: Petur Petersen kl. 12.00, altargongd Klaksvík: Niels P. Danielsen Viðareiði: Henning Begesvang, altargongd Beur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd Skálavík: Jákup R. Hansen kl. 12.00, altargongd Sandur: Jákup R. Hansen kl. 15.00, barnagudstænasta Hvalba: Jónsvein Bech Famien: Elsa Funding kl. 12.00, altargongd Øravik: Elsa Funding kl. 18.00, altargongd Hov: Bjarni Bæk kl. 12.00 Evangeliska røddin Føroyska sendingin frå Trans World Radio, Monte Carlo hoyrist hvørt månakvøld kl. 21.45 GMT å millum- bylgju 205 m. (1466 kHz). Månakvøldid 12. nov. talar Osvald Kjærbo ur Havn Evni: »Harrin leitar eftir tær — hverjum leitar tú eftir« Sangur: Sunnvá Háberg og Kvartettin í Betesda 31. oktober fingu Ása og Poul Kristoffur Joensen, Norðagetu, ein son. 6. november fingu Arnhild og Jóan Pet- ur Højgaard, Toftir ein son. 6. november fingu Hervør og Otto Mad- sen, Koilafjerð, eina dóttur. 8. november fingu Jaspur og Jana Joh- annesen, Tórshavn, ein son. Honda Accord til sølu Tlf. 17142 Nr. 133 — 10. november 1984 Framleida 3 So mangan hava vit bæði lisið og hoyrt, at menn framleiða laks, og at menn framleiða smolt Vit hava alistoðir. Hví so ikki siga at ala laks, ala sil, ala smolt Men meðan líðin elur seyð, og havið fisk, so fæst við Guðs hjálp dagligt breyð á Feroyings disk, sigur Fríðrikur Petersen. Ella hví ikki siga sum ein maður svaraði ? Hann varð spurdur: >Hvussu nógv smolt hava tit fram- leitt ?« „Vit hava sett vid, « og so segði maðurin hvussu nógv túsund. Soleiðis ber eisini til at siga. Vit seta kálvar við. Vit seta lomb við. Fólk, ið arbeiða á flakavirkjum, siga ikki, at tey framleiða fisk. Tey siga, at tey skera flak. Heldur ikki siga tey, at tey framleiða upsa ella tosk, um pakkin við flakinum vigar 5 pund ella 10 pund. Tá man bera til at siga, at upsaflakið ella toskaflakið verður pakkað í so stórar pakkar. Menn siga heldur ikki, at teir framleiða saltfisk. Siga teir, at teir flekja, so veit hvert mansbarn, at teir tala um saltfisk. Onkur man hava hoyrt og eisini lisið, at teir framleiða rogn á rognavirkinum. Rognið verður til í fiskinum; men á rognavirkinum viðgera teir rognini til ta voru, ið seld verður, ella teir arbeiða rognini til ta voru, ið seld verður. Soleiðis hevur ein blaðmaður skrivað: Kovin arbeiðir flatfisk fyr flakavirki, og onkrar royndir við nýggjari voru verða gjørdar. Tá ið sagt verður, at maskinurnar framleiða smáan svartkjaft, so man tað betra málbrúkið vera at siga, hvat ið maskinurnar gera burtur úr smáum svartkjafti. Tær gera ikki svartkjaft. Vit gera bæði eitt og annað burtur úr ymsum tilfari. Vit gera fars. Vit gera blóðmeor. Eitt kveldið sótu menn og prátaðu, tá sigur ein maður: >Hver framleiðir nú klippfisk í Feroy- um ?« Ein annar maður svaraði og dró á orðini: >Tú. Eg veit ongan, sum turkar fisk.« Hann, ið svaraði, ætlaði ikki at rætta hann, ið spurdi; men hann var ikki ávirkaður av orðinum at framleiða. Hann brúkti tað málið, hann var vaksin upp við. Sv.T. Læknavaktirnar Tórshavn: Andor Ell- efsen, tlf. 12233, leyg- ard. og Kaj Kalls- berg, tlf. 13150, sunnud. Eysturoy: Sverri Lamhauge, tlf. 48016, leygard. og Pål Olsen, tlf. 47010, sunnud. Norduroyggjar: Steingrímur Weihe, tlf. 55300 Vágar: Tlf. 32413 Suduroy (nordur): Tlf. 71560 Suduroy (sudur): Tlf. 73030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00-14.00. Tlf. 14544.