týsdagur 13. november 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfótk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Kvalifikatiónir
og ikki polit-
iskur litur
skulu avgera
starvssetanir
VALORRUSTAN er av. Javnaðar-
flokkurin er nú aftur størsti
flokkur i Føroyum. Og hetta gev-
ur tiskil flokkinum møguleikan at
styra landinum komandi fyra år-
ini. Nå skulu so samrådingar til
fyri at finna ta røttu samgonguna.
Javnadarflokkurin heldur tað
vera helt náttúrligt, at tað verður
hann, sum fer at hava leiðsluna í
eini nýggjari samgongu. Longu
týsdagin kemur floksleiðslan
saman til at gera eitt samráðing-
arupplegg til hinar flokkarnar.
HÓAST javnaðarflokkurin er
vorðin størstur á tingi, so ber
kortini til at skipa landsstýri uttan
um javnaðarflokkin. Men tað
meta vit verður trupult.
JAVNADARFLOKKURIN vann
valið, tí hann hevði ein nýggjan
politikk at vísa á, og tað er henda
politikk, sum flokkurin nú skal
tosa við hinar flokkarnar um. Mál,
sum flokkurin heldur eiga at við-
gerast og loysast av einum kom-
andi landsstýri, eru eitt nú lands-
bankin, undirgrundsmálið,
studulsskipanin Føroyar og Dan-
markar ímillum, útbyggjan av ídn-
aðinum við eini Menningarstovu
sum miðdepli, umlegging av stuð-
ulinum til fiskivinnuna 0. s. fr.
tíðindablaðið
Argjavegur 26.
3800 Argir.
Postsmoga 76,
3800 Térshavn.
Telefon 118 20.
TAD ER GREITT, at skal javnad-
arflokkurin upp í eitt nytt lands-
styri — og tad skal hann eftir
okkara og veljarans tykki, so er
hann noyddur at finna samgongu-
flokkar, id vilja ganga javnaðar-
politikki á meti í mest møguligan
mun. Men eisini fer flokkurin at
krevja, at eitt samarbeiði byggir
at eitt trygt stødi, har flokkarnir
halda givin lyfti og gjørdar av-
talur.
MEN UTTAN mun til hvønn flokk
javnaðarflokkurin fer at samar-
beiða við, so fer tað at vera eitt
ófrávíkiligt krav, at kvalifikatión-
ir skulu prioriterast hægri enn
politiskur litur, tá almenn størv
skulu. setast. Her hevur tann
borgarliga samgongan víst seg at
prioritera sínar egnu politisku fel-
agar hægri enn vælútbúgvin og
kvalifiserað fólk. Vit tí úrsliti at
vanligi føroyski borgarin hevur
mist virðing sína fyri okkara polit-
isku leiðslu og stýrisskipan. Tað
er hesa virðing og álitið á demo-
kratisku stýrisskipan okkara,
sum javnaðarflokkurin nú aftur
vil seta í hásætið.
Sum meinigur veljari, fari
eg siga mína hugsan um
hvussu eitt komandi stýri
eigur at síggja út.
Tað eigur at vera javn-
aðarmenn, sambands-
menn og sjálvstýrismenn.
Fólkaflokkurin eigur
ikki at koma upp á tal, utt-
an so at teir sleppa Óla
fyri borð — og onkran ið
hongur uppi í reyvalumm-
anum hjá honum. |
Tað kann sigast at so
8 00
fáa teir ov leysar teymar,
men Óli & Co kennast ikki
millum fólk ið vil halda
givin lyfti í hvussu er, so
latið teir bara gartera sum
teir vilja, teir eru óbrúki-
ligir bæði úti og inni.
Hetta eru míni ráð — og
gerið hetta skjótt, og farið
so til verka.
Flokkurin hjá Adolfi og
fyrrverandi tjóðveldis-
presturin mugu tit síggja
burtur frá, fólk ið brúkar
Nr. 134 — 13. november 1984
Komandi Landsstýri?
sjálvan Várharra til
bringudingledang! kann
ikki verða tikið í fullum
álvara.
Erlendsmenn er jú einki
at tala um, tí teir síggja
reytt, tá sambandið kem-
ur upp á tal, og tað varð jú
eisini sagt av Erlendi val-
kveldið.
Hetta er nakað sum eg
veit at mong vilja.
Javnaðarmaður
Hvaðar skal krossurin
sleipast?
Ikki kann man annað enn
at ynskja javnaðarflokk-
inum til lukku við valin-
um, sum avnoktaði allar
»gallup«-kanningar = hjá
Viljanum í Hoydølum,
bestiltar av Óla Breck-
mann. Tí javnaðarflokk-
urin er hóast alt »den
mindst ringe< (hugtak
stolið frá danska blaðnum
»Information«.)
Ikki greiddi eg atkvødu.
Hvi? Ti eg eri ódemokrat-
iskur ? Ímóti parlamentar-
ismuni ? Neinei. Ilt var at
finna nakran, sum sam-
svaraði míni hugsan. So
eg hugsaði logiskt: Um
demokrati er at velja um-
boðsfólk, sum umboða
tína hugsan, so er tað log-
iskt at atkveða blankt, um
ongin av teim uppstillaðu
umboðar tína hugsan.
Feroyar eru kanska tað
einasta landið í heiminum,
har fólk ikki hevur megu-
leika at atkveða til vinstru
fyri javnaðarflokkin.
Grundin er helst tað av-
skeplaða politiska mynstr-
ið, har nationalistiska
sjónarmiðið kollrennur
saman við teirri vinstra-
høgra uppbyting, vit hava
i ødrum londum. Og ti
vinstrakreftirnar ikki
kunnu taka seg saman,
men harafturímóti brúka
alla megi sína til at berjast
hver móti eðrum, og
Frænir etur so Ormin tá
alt kemur til alt.
Nú havi eg diagonal-
lisið valagitatiónina í Sos-
ialinum upp undir valið,
roynt at lata vera at
kommentera, men valdag-
in 8. november kundi eg
ikki bara mær, tí á síðu 10
verður ein sosialdemokrat-
iskur marghåttligleiki
endurtikin upp i saman av
einum, sum nevnir seg Ed-
vard í Skorðini og haraft-
urat Joensen. (vegna
navnalóggávuna).
Greinin er litað av, at
maðurin ikki hevur hunda-
vit um politikk, og har-
afturat er hon fylt við
lygn.
Hann ger geldur burtur
úr »russiskum fimmåra-
ætlanum«. Men — er tad
ikki ein sosialdemokrat-
iskur politikkur at hava
plan-økonomi, har styring
er á búskapinum? Ikki
eydnast tað altíð so væl í
Sovjett, men hví altíð
nýta tað sum ræðumynd ?
Hugsa um, at tey hava
bygt alt sum sorlað var í
1945 upp aftur.
»Kommunistaskrimsl-
ið< fer hann eisini i hált
við. Nú vita vit, at russ-
arasjúkan er vorðin ein
heil hóp-psykosa í Feroy-
um, sum neyvan kennir
sín líka í siðmenta heim-
inum. Men neyvan eru
javnaðarmenn fríir frá
hesi psykosu. Teirra upp-
fatan av hugtekunum
»kommunismu«, »sosial-
ismu« og »sosialdemo-
krati« er heilt burturvið.
Hóast tað ofta hevur stað-
ið æi leiðarum »Sosial-
sins< at Javnaðarpolitikk-
ur er alt annað enn sosial-
isma, so undirstrikar Ed-
vardur, »Føroya Javnað-
arflokkur« er sosialist-
iskur« men: »Hann hevur
aldri verið kommunistisk-
ur«.
Brátt gerst hugtaks-
hurlivasin fullkomin. Mær
kunnugt er definitiónin av
fyribrigdinum henda:
Sosialdemokrati: at um-
sita kapitalismuna parla-
mentariskt, so at tað heila
»glidur« og fakfelegini
ikki gera ov nógv um seg
(ti tey eru oftast sosial-
demokratisk«.
Sosialisma: Eitt stig å
leidini til kommunismu,
eitt samfelag har ríkið
hevur valdið yvir týdning-
armestu framleiðslutól-
unum (eitt nú flaka-
virkjum, trolarum, men
ikki bilum, húsum og eðr-
um privatognum«, og er
hetta nakad sum stendur i
stevnuskrå Tjóðveldis-
floksins. Ymisk er stýris-
skipanin í teim londum,
sum nevna seg sosialist-
isk, tað gera tey flestu
eystureuropeisku londini,
sjálvt um sosialistar van-
liga ivast um tey eru tað.
Kommunisma: Onki
land i heiminum kann i
dag nevna seg »kommu-
nistiskt« eftir upprunaliga
marxistiska heitinum. Og
tad gera tey i Føroyum
nevndu »kommunistisku
londini« heldur ikki sjálvi.
Tey uppfata skipan teirra
sum »sosialistiska« — hó-
ast ivi er um tað. »Komm-
unisma« er eitt samfelag,
har staturin er avtikin,
har lønarbeidid er avtikið,
har fólk fær eftir tørvi og
veita eftir evni.
»Kommunisma« er eftir
ødrum oråum eitt utopiskt
ella »tilhugsad« samfelag,
og eins og tey kristnu
hava »paradis« sum til-
hugsad livsendamål, hava
sosialistar kommunism-
una.
Nu, men aftur til Ed-
vard. Hann skrivar: ȯll
folk, sum leggja i, vita, at
í teimum londum, har ein
sterkur javnadarflokkur
finst, eru snegt sagt ongir
kommunistår.«
Nu kundi ein spurt:
»Heldur eingir sosialist-
ar«? Hann nevnir dømi.
England. Kennir hann
Arthur Scargill? Og »øll
norðanlond uttan Island«.
Næststersti flokkur í Ís-
landi sigur seg vera sosial-
istiskan. Men í Sveríki
verður Palme hildin upði
við hjálp frá einum flokki
sum nevnir seg >Komm-
unistaflokk<. Tak so onn-
ur lond, sum t.d. Italia,
har kommunistaflokkurin
stendur á odda fyri ellum
sosialum framburði, har er
ikki brúk fyri javnaðar-
monnum.
At tað skal vera »komm-
unistanna< skuld, at bú-
skapurin er farin á heysin í
suðureuropeisku londun-
um, Íslandi ella latín-
amerika, er beinleiðis
lygn. Sum Edvard sjálvur
sigur, so hava hegra-
stjórnir sitið við valdið
har í nærum mannaminni.
At Sveríki skal eitast at
vera farið rá leið til undir-
gang« man tað ikki vera at
geva Palme ov nógv av
grovfílini? Og at Ísrael
Framhald á síðu 11