Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Aftursvar til Paula Ellefsen og Trygva F. Guttesen »Tungt er at leggja ást við hann, sum onga leggur ímóti< Hann, ið lurtaði eftir út- varpinum valkveldið ella hugdi í sjónvarp fríggja- kveldið, fataði týðiliga, at Pauli Ellefsen fegin vil seta Sambandsflokkin í somu steðu sum í 1974, tá hann settist hendur í favn fyri at verða uttanfyri samgongu, soleiðis at hann kundi sleppa at gart- era í i andsteðu. Ødrvisi kundi trongd hansara til at trýsta Fólkaflokkin og Javnaðar- flokkin í sama bólk íkki fatast, og heldur íkki hurðaklamsið í javnaðar- nesina, sum kravið um, at einki annað enn sam- bandspolitikkur kann rek- ast í samgongu við sam- bandslutteku, var. Pauli Ellefsen hevði tað sum hann, ið ver tvær ferð- ir fegin, á steini at hvíl- ast«. Fyrstu ferð tå hann setir seg á hann (i Tinganes«, aðru ferð tå hann reisir seg aftur (úr Tinganesi). Endavendan hansara týsdagin 13. november í Dimmalætting av orðafell- inum um val ímillum „pest og kolera< bendir á sama borð. Hann mistulkar — við vilja — hesi orð, og út- leggur tey so, at eg havi sagt, at sambandið er kol- eraberfongt og at tinglim- ir sambandsins eru »kol- erabakteriur«. Hendan endavendan er ikki meira enn eg sjålvur kundi væntad frå Paula Ellefsen, men hon er sam- stundis ein våttan um, at tað sum lå í orðunum um, at valið ímillum sam- gongu við Paula Ellefsen sum seytjanda manni ella samgongu við Óla Breck- mann sum seytjanda manni, kundi verða sum eitt val ímillum „pest og kolera«, um talan var um slíkt persónligt val, ikki er heilt burturvid. Tað hevði kanska ljóðað mildari, um eg bert segði, at frá einum persónligum sjónarmiði kundi slíkt val verða sum at velja ímillum at verða skotin ella hongd- ur. Men nú segði eg júst, at talan var ikki um slíkt per- sónligt val, men um hvenn politikk, ein kundi fáa til vega. Hetta framgongur týði- liga av niðanfyri stand- andi avskrift av sjón- varpsbandinum. Manevra frá Paula? Eg havi mett, at Trygvi Guttesen ikki eins og Pauli Ellefsen ynskir at »manøvrera« Sambandið i slika stødu, at tad er fegn- ast um »at reisast av steini«, tí undrar tað meg, at hann sob lint letur Paula Ellefsen leggja sær tulking í pennin, sum er so burturvið at hann sigur meg hava lýst allan Sam- bandsflokkin eitraðan av kolera. Sjúkueyðkennini eru annars: Eitt sindur av hjartailsku, lívsýki og út- turkan av kroppinum. Fyrr var deyðiligheitin 50%, men nútíðar heili- vagur hevur minkað hetta niður í einki og seinasta umfarssóttin innan ríkis- felagsskapin var í 1853. Yvirskriftin á hesi grein er tí ognað Trygva Gutte- sen, so hann nærri kann hugsa um, hver ást skal leggjast aftur ímóti. At seta upp eitt ímillum »gomlu« sam- gonguna hjá Hilmari Kass og sosialismu og yvirtøku er lítið »kerligt«. Slíkt einfalt val finst ikki, og tí skuldi T. Gutt- esen sloppið sær í samráð- ingarnevnd Sambands- floksins, so hann ikki so lætt letur seg lumpa av »postulatum« frá Paula Ellefsen, men heldur med- virkar til at fáa eitt kon- struktivt samgongu- grundarlag til vega. Eitt grundarlag, sum er í tráð við veljarameirlut- an, gevur hverjum flokki sær meguleika til at taka undir uttan at seta alt sítt til viks, og veitir Feroyum framburð og ein tryggan búskap. val Blokkstuðul? Her er helst uppá sítt pláss at svara T. Guttesen uppá fyrispurningin, hann valdagin setti m.ø. mær um ríkisveitingarnar. Uppskotið um einfald- geran av ríkisveitingun- um er ikki gjert av Javn- aðarflokkinum, Tjóðveld- isflokkinum og Fólka- flokkinum, so sum T. Guttesen sigur. Talan er um eitt nevnd- arálit — kommisionsbe- tænkning — frá Einari Kallsberg, sála, Johan Djurhuus, Leif Groth og Skak-Nielsen. Nevnd, ið ríkismálaráðið setti í 1977 við Lars Teit Hansen sum skrivara og sum greiddi álit úr hondum í 1979. Hendan nútímansgerð snýr seg ikki um »Blokkstudning«, so sum Pauli Ellefsen hevur for- talt tær og oðrum. Aðrenn vit fara víðari, so lat meg endurgeva við- merking mína í sjónvarp- inum. als Ein ávísur fulka- floksmaður Ein åvisur sambandsmaður Eg takkaði javnaðarfólki, hevði ymsar metingar um orsekina til framgongdina og segði so um samgongu- meguleikar: >Tað er væl so, at tey flestu vænta, at vit royna at nýta tær (atkveðurnar) í einum landsstýrissamar- beiði og tað vilja vit so taka uppá okkum. Sum vit hava sagt, der- sum tað er ein meguleiki fyri at fáa eina samgongu, so fara vit í hana, men tað er klárt, at vit mugu hava heilt greitt, hvat samar- beiðast skal um, og nekur av teimum viðurskiftum, sum vit hava nevnt í stríð- num, koma klárt at standa frammalaga. Buskapurin — tann neyvara stýringin av bú- skapinum — sum nú skal til fyri at vit ikki skulu kollsigla, og fyri at uttan- landsskuldin ikki skal vaksa í mun til bruttotjó- arúrtekuna, og fyri at fáa stýring á fíggjarviður- skiftini uppá ein slíkan máta, at tann nógv mink- aða reallenin ikki fram- vegis verður innanholað, tað má fáast eitt progr- am har — semja um eitt program har. Undirgrundsmálið má semja fáast um at loysa á ein hátt, soleiðis at foroy- ingar fáa avgerðarrættin á hesum her. Og ríkisveit- ingarnar, tað má eisini fáast uppá pláss í eini var- andi avtalu við donsku stjórnina ella fólkatingið. Og tað er heilt sikkurt, at ein sanering má fara fram av teim mongu stuðuls- skipanunum, vit hava — eitt nú til fiskivinnu, skipasmíð og annað — so- leiðis at ein brúkar hendan pening meira framburðs- kent. Eitt av okkara krevum, tað er at fáa — tað er ikki fyri at siga nakað ilt um vinnulívið — men tað er at fáa meira reinferi inn í partar av vinnulívinum, og vit mugu so leita eftir hvar vit fáa ein meirluta fyri hesum politikki. Atli Dam, nú hevur tú nevnt hvat semja skal vera um áðrenn man kann gera eina samgongu, men kanst tú siga mær her og nú: Hvenn kundi tú hugsað tær at farið í sam- gongu við, nú tá valið er av og tit fara at samráð- ast? Nei tað kann eg ikki siga tær her og nú, tí ein slepp- ur ongantíð at velja í pol- itikki. Man kundi kanska sagt sum so, at sæð við mínum egna persónliga sjónarmiði, so er eitt val hvar ein av fólkafloks- monnunum er tann seytj- andi maðurin, tað er at velja pestina, meðan eitt val hvar ein av sambands- monnunum er tann seytj- andi maðurin, tað er tað sama sum at velja kolera. Men man velur ikki í politikki, man ger tað neyðuga arbeiðið, so man kann fáa eitt program upp at standa 0 I Tí kann eg ikki siga tað, men eg kann siga so mik- ið, at eg rokni við, at tann vanliga parlamentariska mannagongdin verður fylgd, at stersti tlokkur sleppur at royna seg fyrst í samráðingum og har vil Javnaðarflokkurin kom- andi viku hittast til tess at leggja eitt samráðingar- upplegg fram. Allir flokkar vilja fáa hettar samráðingarupp- leggið, og tá vit hava fing- ið vissar reaktiónir upp á tað, so vilja vit fara undir samrådingar við flokkarnar einsæris. Disse vare ordene. Sambandið sín tjans Eftir samreðuna spurdi eg útvarpinsmannin, Arna Gregersen hvussu hann skilti orðini um „pest og kolera« og segði hann, at tey klárt vóru mín persón- liga meting um tann leik- lut tveir ávísir persónar — Óli Breckmann og Pauli Ellefsen — kundu koma at spæla í ávísum samgong- Øll, sum ikki hava brúk fyri at leggja sterkari eit- ur enn kolera inn í samráð- ingarnar, hava skilt hetta, men kortini lakkar Trygvi Guttesen aftaná formann sín í »forstilt fornærmel- se«. Sum tad framgongur gjørdi eg greitt mun imill- um persónligar metingar og skylduna til at fåa eitt samarbeiðsgrundarlag til vega, og eg kann vissa Trygva Guttesen um, at her skal sambandið fáa sín tjans uttan meguleika fyri at nýta „lík i lastini« ella »kolera« til at bakka út uppá. Tað verður politikkurin tað skal snúgva seg um. Eftirskrift Kanska omanfyristand- andi er ein áminning um, at tað eru ikki orðini hvert sær í einum orðafelli, sum geva innihald, men tað sum liggur aftanfyri í meining og samanbering. 13. november 1984 Atli P. Dam