Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 135 — 15. november 1984 Fámjins kommuna Stødd: 13,62 km“ Markatal: 4 Íbúgvar: 134 Húski: 48 Íbúgvaratalið síðani 1973 (1.1) 1973 1974 1975 1976 1977 1978 1979 1980 1981 1982 1983 1984 161 170 171 181 181 172 141 145 142 135 129 134 Bygdarráðið : Jacob Magnussen, form., Kjartan Nielsen, Jaspur Magnussen, Kaj Joensen og Johan i Smidjuni pe P Uymnatjgit 7 = Gluggarn:: Dj bot : 5 gf 3 5 skivaqmøbotn ure, Puntha 1 2. : A Herðablaðið te 274 í a! } ER te 4 Á ; Ayaldaskard + Knukin -— . ú < ygvatang ; ; &% ; | y í Fjalii Me Prestgjóg“ — FÅ * 46 HOG" Guam: Fámjin. Fles:n phe —. H 1 ; Laðanfeik JS 7 Savnaskarð fp 8877 fø | 528 j øtunestang . "Øksi Borgin 4 , . 3 i Nn 553 gir + sek Borgatknappur Forstólur * f um -Reyðuskerð nå snbnrret an * % tíðindablaðið fara í gongd við eitt virki í Fámjin. Tað hevur annars ikki verið nakar trupul- leiki at koyra fiskin til Tveroyrar. Fiskurin verð- ur fyltur í kassar í Fámjin og fluttur við lastbili til Tveroyrar, har hann verð- ur ísaður. Koyritíðin er um 25 minuttir. Fiskurin verður tó bæði spulaður og reinsaður væl, áðrenn hann fer víðari til Tver- oyrar. Fyriuttan heimaútróður í Fámjin, so sigla nógvir fáminingar við skipum í eðrum bygdum. Hvat viðvíkir kvinnun- um í bygdini, so eru bert fáar av teimum, sum hava arbeiði uttanfyri heimið. Onkur av teimum ungu hevur tó arbeiði í granna- bygdunum. Lítið og einki landbrúk Tað verður lítið og einki gjørt vid neytabrúk i kommununi. Nakað væl er tó av seyðabrúki. Jacob sigur, at tað í dag bert eru eini 5 mjólkineyt í komm- ununi. Hetta er lítið tal og tað er so heldur eingin bóndi, ið burturav arbeiðir við neytabrúki í bygdini. Uppá fyrispurning um tað ikki er óheppið, at jerðin soleiðis skal liggja óbrúkt, sigur Jacob Magn- ussen, at tað er stórt spell, tí har er stórur og góður bøur. Hann sigur seg minnast, tá hann var ung- ur, tá vóru eini 40 mjólki- neyt í Fámjin. — Hví verður einki gjert við landbúnað ? — Tað vísir seg, at áhugi er ikki fyri tí, kanska tí so nógv annað er at takast við. — Hevdi ikki verið pláss fyri stórum fjósi í komm- ununi? — Jú, so avgjert, men jerðin er ogn, so tað ber ikki so væl til. Annars er nógv jerð, sum kundi givið nakað av sær. Tað hevði eisini verið lætt og skjótt at komið til Tver- oyrar við mjólkini, um so var. Allur bøurin er veltur undan og nógv kann velt- ast úr nýggjum uttanfyri garðarnar. — Men tað vísir seg, at fólk hava tað nóg gott, at tey leggja so lítið í meira. Leingja keiina ! Í dag hava fáminingar eina hampiliga góða »havn«. Eitt sum nú ligg- ur fyri at gera, er at leingja keiina — einar 15 metrar í ein útsynning. Teir hava sum er ikki nakran hyl. Bert tá fjera er, so er ein hylur innan- fyri rivið, teir kalla. Tá flóð er, stendur brimið langt niðan og tá verða bátarnir drignir niðan í neystini. Hvat viðvíkir bygging, so eru eini 4 nýggj sethús bygd tey seinastu árini. Í letuni fyriliggur tó eingin umsókn um sethúsabygg- ing, men Jacob roknar við, at sjómenn og onnur fara at búseta seg í heimbygd- ini, nú umsteðurnar í kommununi eru so góðar. Talan hevur verið um, at kommunan skuldi gera onkra útstykking, men so leingi bert ein og ein um- sókn kemur, so hevur tað oftani verið bygt á privatari jorð. Í dag brúka fáminingar báðar | kommunulæknar- nar á Tvøroyri. Einki læknaviðtaluheli er í Kirkjá, ið nú skal brúkast til eina smoltsteð bygdini, so fáminingar mugu til Tveroyrar til lækna. Hetta heldur Jacob tó ber væl til. Vesturheli ! Skulu ungdómar í Fámjin og tilkomin annars koma saman til gaman og álv- ara, so nýtist teimum ikki at leita til nakra granna- bygd, tí Vesturhell stend- ur miðskeiðis í bygdini og kann hýsa ellum. Einaferð var tað eitt gamalt felag. Bygdin tók sær so av at byggja eini hús, har ung- dómar i dag »bobba«, og har husini annars verða brukt til veitslur, fundir o.1. Jacob Magnussen held- ur fyri, at tað er sera hent við slíkum helum. Nógv leita til Fámjins á sumri Fámjin verður av mongum mett sum ein av teimum vakrastu bygdun- um í landinum, ikki minst við teirri vekru náttúruni rundan um. Nógv fólk leita tí henda vegin um summarið, ikki minst fyri at fiska síl í Kirkjuvatni. Samanumtikið heldur Jacob Magnussen, at bygdin í dag er sera noss- lig, og at fáminingar í dag kunnu vera ernir av heim- bygd síni og vónar hann, at tey komandi bygdar- ráðini fara væl um og menna kommununa tað teir eru mentir. Hann takkar annars øll- um fyri 18 góð ár í bygdar- ráðnum. jan Bygdarmyndin. Fámjin í dag.