týsdagur 20. november 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 137 — 20. november 1984 tíðindablaðið B | S É | | | | i | ] Síða 9
Kommunuvalið
á Tvøroyri
sum lýst er at fara fram týsdagin hin
4. desember 1984, verður hildið í mat-
arhøllini á Tvøroyrar skúla nevnda
dag frå kl. 10 til 13 og frå kl. 15-20 og
hareftir so leingi, sum veljarar stød-
ugt møta til atkvødugreidslu.
Veljarar, sum sambært vallógarinn-
ar 5 14 hava rætt til og ynskja at
greiða brævatkvødu heima, kunnu
frammanundan valdegnum boða bý-
ráðsskrivstovuni (tlf. 71085) frá —
helst innan kl. 15 mánadagin hin 3.
desember 1984.
Tvøroyrar Kommunuvalnevnd
hin 16. november 1984
Niels Juul Thomsen
formaður
Bingo fyri tey,
ið svelta
Skótaliðið Flett á
ovrl
Tvør-
hevur
kvøldid i
bingo óns
skulahøllini i
Trongisvågi. Vinningarnir
verða kjet og
annað gott
Ætlanin var at
mangt
hava
bingo til frama fyri skóta-
húsið, sum er í ógvuliga
ringum standi og krevur
stórar ábetur
Men skótarnir halda nú,
at trupulleikarnir hjá
teimum eru so evarska
smáir í mun til, hvussu
stendur til aðrastaðni í
heiminum. Ti hava teir
avgjørt, at pengarnir,
sum koma inn, heldur
skulu fara til tey, ið svelta
í Etiopiu, har neyðin er
stor
Hondbóltsúrslit
1. deild menn:
Kyndil—Neistin 23-21
KIF-Stjørnan 25-24
TB—StIF Uts.
1. deild kvinnur:
Kyndil—Neistin 8-19
EB—Stjernan 18- 8
2. deild menn:
EB—SIF
2. deild kvinnur:
Søljan—GI
3. deild menn:
SÍF a—GÍ
EB—NSÍ a
Kyndil u-SÍFb
Mansunglingar:
NSI -Kyndil
H71—ÍF
Dreingir 16:
NSÍ—StÍF
SÍF—GÍ
TB—KÍF
EB-Stjernan
VÍF—Neistin
Gentur 16:
NSI—StIF a 12- 6
VIF—Neistin b 4- 7
Gentur 14:
EB—Stjernan 6- 8
Kyndil b—Seljan 10- 3
NSI—Vipan Vipan
møtti ikki
Dreingir 14:
SiF—GI
Gentur 12:
EB—Stjørnanb 3- 4
StÍF b—Neistin b10- 3
Kyndil b—KIF Kyndil
Seljan—VÍF
Dreingir 12:
NSÍ—VIFb 9- 2
Kyndila—SIF 11- 7
Gentur 10:
Kyndil a—Neistin 5- 9
NSÍ a—StÍF a 2- 2
Seljan —GÍ 4-10
Dreingir 10:
Kyndila—VIF 25-5
NSÍ a—StÍFa StiFa
metti ikki
Liðsvimjingina hjá dreingjunum, 4x35 m., vunnu
dreingirnr úr REKA
50 m. bringusvimjing fyri dreingir árg. 73—74
vann Hans Hansen, FLOT
Størsta
flogbólts-
kapping
nakrantið
Yvir seksti lið hittast í stór-
ari flogbóltskapping kom-
andi vikuskifti.
Stór flogbóltskapping
verður í Havn komandi
vikuskiftið undir heitinum
„Sjóvinnubanka-cup 84«.
Umleið 450 flogbólts-
leikarar hittast tá til
kappingar. Kappast verð-
ur í fýra høvudsbolkum. Í
1. og 2. deild menn, har 13
lið fara at royna seg, í 1.
og 2. deild kvinnur, har 11
lið kappast. Tvey og tjúgu
lið hittast í triðju deild hjá
monnunum, meðan 3.
deild kvinnur telur 16 lið.
Sostatt eru tað 62 lið úr
ellum Feroyum, ið fara at
royna seg í sterstu flog-
bóltskapping í Feroyum
nakrantiå. Vinnararnir i
Vinnari i 8. kapping, 100 m. bringusvimjing fyri år
gang 1969 — 70 var Knut Højgaard ur FLOT
13. kapping var 50 m. bringusvimjing fyri gentur
årg. 1973—74 og vann Karin Carlsen, FLOT
einstøku bólkunum fáa
steyp til ognar og verða
eisini givin steyp til ognar
til »bestu leikararnar«.
Kappast verður i Gun-
dadalshøllini, HF-høllini,
á Læraraskúlanum og i
Eysturskúlanum.
Kappingin byrjar
friggjakveldið 23. novem-
ber og er ætlanin at final-
urnar skulu spælast um-
leið klokkan 20 leygar-
kveldið.
Tað er FLEYR, ið skip-
ar fyri kappingini.