Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Nr. 137 — 20. november 1984 Klæmint Weihe, SEV-stjóri: | Vit vildu ikki provokera | politikararnar — ti settu vit hol á eftir valið ! Tvey umboð fyri SEV eru farin til Noregs at kanna bori- útgerð og byrgingar z Klæmint Weihe, SEV-stjóri Mánadagin fóru trý umboð fyri SEV til Nor- egs at kunna seg eitt sindur við bormaskinuna, ið SEV skal brúka til vatn- ið í Eysturoynni. Norð- menn hava rættiliga nógv- ar royndir við hesi bori- maskinuni, sum skal brúk- ast í Feroyum. Hósdagin verða fundir í Oslo. H&S verður ikki við á fundin- um. Klæmint Weihe sigur, at SEV ætlar at seta bori- maskinuna í ordra í des- ember, soleiðis, at hon verður klár at taka í brúk í august næsta ár. Boriút- gerðin kostar íalt 48 mill. kr. — Hver hana? Tað er ikki greitt enn. Meguliga verður tað entreprenørleveransa t.v.s. sum vanlig entre- prenørmaskina. SEV skal nú kanna, um tað er ein fyrimunur fyri byggiharr- an at keypa útgerð ella lata entreprenerar keypa ella leiga hana. — Nú eru tit farnir rættiliga knappliga í gongd, og fólk eru eitt sindur klekk. M. a. hevur onkur politikari nevnt, at málið eigur at verða lagt fyri tingið. Hvussu fer SEV at fyrihalda sær um tit verða steðgaðir í ting- inum ? — Tað kann eg ikki taka steðu til, men tað má stýr- ið sum so staka steðu til. Men eg kann ikki hugsa skal keypa Elias Davidsen arbeiðir nú hjá SEV. Hann er farin við til Noregs. Hann tók annars við starvi hjá SEV 1. nov- ember. Frammanundan hevur hann arbeitt hjá Lands- verkfreðinginum mær, at politikarar fara at steðga tí. Men nú skal eg ikki úttala meg sum polit- ikari, men er hatta ikki púra burturvið, at tingið fer at taka steðu í máli, sum allir aðrir instansir hava tikið steðu til! Men tað er so nokk ein politisk- ur spurningur. Men so fyriliggur ein nýggj støda. — Kann H&S koma við endurgjaldskravi um tað verður steðgað ? — Tað veldst, um tað verður steðgað med alla! So kann tann steðan fyri- liggja, men verður vatnið bert útsett, so er sáttmál- in við HáS framvegis galdandi. Eiði 1 SEV ætlar nú at fara und- ir tað, teir nevna Eiði 1. Hetta er mett at geva 17 mill. Kwt. — Hvat kostar kilowatt- tímin ? — Tann fyrsti parturin vit her tosa um, er knýttur at eðrum sum kemur, ið steða enn ikki er tikin til, um tað er at fara suður eft- ir á Vestursíðuni, ella tosa Veðranes ella eystursíð- una! Tá vit tosa um 1. part, so mugu vit minnast, at allar ílegurnar, sum skulu gerast fyri, at vit kunnu halda fram, mugu gerast í fyrsta partinum. Tí gevur tað onga meining at tosa um kilowattprís nú fyri hesa fyrstu útbygg- ingina. Hann verður so einar 12 kr. Tá er boriút- gerð við, kraftstød o.a. við. — Hava tit tikið steðu til byrgingarnar ? — Nei, tað er ein partur av túrinum í Noregi, har vit skulu kanna tað. — Átti tingið ikki at havt viðgjert seinastu frá- greiðingina frá Berdal um Veðranes, áðrenn tit byrj- aðu? — Eg dugi ikki at síggja, at tingið hevur nakað at gera við hana sum so. Tí landsstýrið hevur jú longu úttalað seg um hatta saman við Orku- ráðnum, ið er sett at ráð- geva landsstýrinum. — Hava tit annars merkt nakað til mótsteðu, nú tit eru byrj- aðir á Eiði? — Tað hava vit einki merkt til. Tað eru bert nakrir fáir, ið rópa hart. — Var hetta seinasta brævið tit fingu frá lands- stýrinum avgerandi at tit kundu byrja? - Nei tað meti eg als ikki. Vit hevdu verið byrj- fyri aðir kortini, tí vit mettu okkum at hava øll neyðug loyvi. Vit byrjaðu aftaná valið, tí tað var eingin grund til at provokera pol- itikararnar mitt í einum valstríði. Tað valdysturin var av, byrjaðu vit. — Men nú hava vit ikki tíð at bíða longur, og tí fara vit í gongd. Steðgar tað nú, so er givið at dett- ur vatnið á gólvið. So má okkurt annað gerast. Tí hava vit ikki tíð at bíða eftir eini avgerð í tingin- um. — Nær skal fyrsta turb- inan takast í bruk? — 1. oktober 1986. — Taka vit royndirnar frá Sundi, so tók tað væl longri tíð enn mett og kostaði eisini væl meira. Hverja trygd hava tit so fyri, at tað verður liðugt til tíðina ? — Ta hevur ein ongantíð trygd fyri, at nakað verð- ur liðugt til tíðina. Men vit halda, at tað er realistiskt at klára tíðarætlanina Síða 11 200 mill. kr. Samlaði kostnaðurin av hesum fyrsta stiginum er uppá 200 mill. kr. Annars sigur Klæmint Weihe, hvat viðvíkir prís- inum, so er sagt, at H&S prísurin er ov lágur í mun til tað, sum Berdal sigur. — Men tá vit nú seta hol á, so síggja vit, hvat tað kostar, og so eru vit ferir fyri at meta tað út frá kon- kretum telum ístaðin fyri at gita, sigur hann. — Er nógv broytt í øll- um hesum projektinum, síðani tær ymsu kanning- arnar vórðu gjerdar ? - ogvuliga lítið. Brúkt- ar eru milliónir av krónum og ein hevur rætt og slætt einki fingið burtur úr tí Veðranes hevur jú verið frammi fyrr og kannað, so eg dugi ikki at siga, um nakað nýtt er komið fram við Berdal rapportini, end- ar Klæmint Weihe jan Á háskúlanum verða hesi skeið í vetur: 7.—11. januar: Politikkur og kristindómur Skeiðið vil lýsa sambandið millum kristin- dóm og politikk — bæði søguliga og í dag. Viðtal við ymsar politikarar og kirkju- og samkomuleiðarar. 9.—16. januar: Kvinnuskeið Evni: At vera kvinna. Møguligt er at hava børn í 4-7 ára aldri við. 14.—18. januar: Búnaðarskeið Gjøllari lýsing um hetta skeiðið kemur seinni. 21. januar — 1. februar: Pensionistaskeið Evni: Føroyskar bókmentir. Fyrilestrar um ymisk aktuell evni. Ymiskt ítriv. Skeiðið er í 2 vikur, men tað ber til at tekna seg bert til aðra. 12. februar byrjar tað vanliga várskeiðið (18 vikur). Gjøllari upplýsingar um innihald, kostnað og studnings- møguleikar fáast á háskúlanum, tlf. 1 1743. Føroya Fólkaháskúli FOROYA FÓLKAHÁSKÚLI