Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 1984síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vitja postframsýningina 20.-25.november! Framsýningin er á torg inum í SMS og er opin frá týsdegi 20. november, kl 16.00 - sunnudag 25. no vember, kl. 18.00. Á framsýningini fara m.a. hesar hendingar fram: Týsdagin kl. 16.00: Framsýningin letur upp. Tað verður váttað, um postkassin er heimsins størsti, og hann verður al- ment tikin í nýtslu. Vinnarin av teknikappingini fær virdislønina handaða. Hvønn seinrapart frá kl. 14 - ca. 18 og leygardag frá kl. 9-15 verður ljósmyndafram- sýning um Postverk Før- oya. Postkassin verður í nýtslu sum vanligur postkassi alla postvikuna og verður tømdur sum postkassar annars. Harumframt tøma vit postkassan umleið eina 8 ferð um tíman hvønn seinrapart, og posturin úr honum verður vidgjørdur á framsýningini. Vanligir bjálvar verða stemplaðir við maskinu, og í stemplinum er viðmerkt, at stemplingin er farin fram í postvikuni 20.-25. november. Gitikapping verður alla vik una, og í hesum sambandi verður postkassin tømdur seinastu ferð sunnudagin kl. 17.00. Hver vunnið hev- ur verður kunngjørt stutt aftaná. Leygardagin verður Føroya Filatelistafelag á frarnsýn- ingini. Har verður møguleiki at síggja hvussu ein »vaskar« frímerki og fáa svarað spurningum um frímerkja- savning.