hósdagur 22. november 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Utgevari: P/f Sosialurin
Abyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Hvussu loysa
vit málið
Í ODDAGREIN týsdagin skrivar
Dimmalætting um yvirtøku av
oljuinntøkunum í undirgrundini.
Blaðið heldur at hetta vil føra til at
rikiskassastudulin til Føroyar fell-
ur burtur.
VÍÐARI SKRIVAR blaðið um olju-
ævintyrid i Noregi og visir å, at
Noreg hevur fingið iløgupening
uttan eftir, og at útlendskir ser-
frødingar hava hækkað livikostn-
aðin hjá fólkinum, samstundis
sum fiskivinnuvirksemið fram við
vesturstrondini er minkað, við tí
úrsliti, at hesi fólk nú fáa al-
mannahjálp.
OKKUM KUNNUGT hava allir
flokkarnir á tingi verið fyri at
loysa undirgrundarmálið. Tó
hevur ósemja verið um, hvussu
málið eigur at verða loyst. Onkur
flokkur hevur tikið undir við eini
ráevnisskipan eftir somu reglum
sum tann grønlendska ráevnis-
skipanin. Onkur annar flokkur
hevur kravt ognarrættin til undir-
grundina. Her hevur javnaðar-
flokkurin so víst á ein triðja
meguleika.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur
mælt til at málsgkið Feroya
Undirgrund verður gjørt til før-
oyskt sermál. At avgerðarrætt-
urin viðvíkjandi undirgrundini
verður á føroyskum hondum. At
hinir partarnir í ríkinum fáa náttúr-
lig frammihjårættindi fram um
Argjavegur 26
3800 Argir.
Postsmoga 76,
3800 Térshavn.
Telefon 118 20.
oddagrein
aðrar tjóðir og multinationalar
fyritøkur. Ein slik skipan førir ikki
til at ríkiskassastuðulin til Føroy-
ar fellur burtur. Eftir hesi skipan
gera vit ikki rikisfelagsskapin upp
í krónum og oyrum.
SJÁLVSAGT ER vandi fyri árini
uttaneftir, um vit skulu vinna olju
burtur úr undirgrundini. Spurning-
urin er so hvussu vit best kunnu
tryggja okkum ímóti hesum
fremmanda árini. Her trúgva vit
at loysnin, sum javnaðarflokkurin
hevur víst á, er tann besta. Her er
føroyski avgerðarrætturin av
ómetaliga stórum týdningi. Ongin
er betur førur fyri at meta um
árinið enn vit føroyingar sjålvir.
VIT ERU EISINI best førir fyri at
finna ta réttu javnvågina ímillum
virksemið knýtt at undirgrundini
og tað virksemið, sum er í land-
inum framman undan, soleiðis at
aðrir vinnuvegir ikki verða fyri
stagnatión og afturgongd. Her
kunnu vit eisini byggja okkara
metingar og okkara stødutakan á
tær royndir, onnur lond hava gjørt
á hesum øki.
OKKARA METING er, at allir
flokkar vilja hava eina loysn á
undirgrundarmálinum, men
spurningurin er, hvussu vit loysa
málið. Og her halda vit, at hinir
flokkarnir eiga at umhugsa loysn-
ina hjá javnaðarflokkinum.
TTT urter
+ ' Í
h ødini I yrnið c
V arpið gjørt sera
burturúr at reklamera fyri
eini ávísari privatari stór-
handilsfyritøku. Tað er tó
ikki so nógv tað at Utvarp
Feroya og Sjónvarp Fer-
oya sýnast at gloyma, at
tað ikki er sambært enda-
málinum at blanda seg
uppí fríu handilskapping-
ina, ið fær meg til at
skriva hesar reglur, men
harafturímóti at ein al-
mennur stovnur, nevniliga
Postverk Feroya, so á-
gangandi propaganderar
fyri áðurnevndu fyriteku.
Vónandi eru tað ikki
aðrar orsekir enn eitt heilt
ósemiligt tankaloysi, ið
fær leiðsluna á Postverk-
inum so sjónliga at taka
partí í hesi kapping.
Postverkið letur seg heilt
einfalt brúka sum selu-
fremjandi tiltak hjá eini
Nr. 138
22. november 1984
1
yta øli vapn
ri at leggja allan handil í
Feroyum undir seg.
Kanska skal ein ikki
brigda fyritekuni hetta,
men lat hana gera tað
uttan hjálp frá tí almenna.
Postverk Feroya er ikki
ein privat fyriteka, men er
harafturímóti ein almenn-
ur stovnur við einkarrætti
uppá alla postavgreiðslu
og til hendan stovn gjalda
vit ell meira og minni.
Tað er eisini í fínasta lagi
at so er, men tað er als ikki
í lagi at stórur partur av tí
dýra posttakstinum fer til
at fíggja reklamukam-
pagnu hjá privatari hand-
ilsfyritøku. Her er talan
um eina so grova uppí-
legging hjá tí fríu kapp-
ingini at tað kann ikki
annað enn undra ein stór-
liga at eingin keypmaður
letur við seg koma.
| almennur stovnur ella?
liga átala at Postverk Fer
brúka
henda hátt. Ein framsýn
ing av tí slagnum, lýst
verður við, og somuleiðis
teknikappingin eiga at
verða fyri øll, eisini tey, ið
ikki eru sinnað at stuðla
áðurnevndu fyriteku. Tí-
verri kann ikki sigast um
hesi tiltek at tey eru fyri
øll.
Tað skal verða eitt ófrá-
víkiligt krav at almennir
stovnar, eisini Postverkið,
heilt skal halda seg uttan-
fyri alla privata handils-
kapping. Dugir leiðsla
Postverksins ikki at skilja
hetta, er neyðugt at tað al-
menna ger teimum reglur,
hesum viðvíkjandi, sum
teir so skulu fylgja.
oya letur seg
Sigrid Dalsgaard
»Svarta« barnaansingin
og biddaragongdin eftir
ibudum ein skammblettur
»Menniskja í centr-
um... tað vilja vita,
segði ein borgarligur
havnarmaður eitt
kveldið vid meg. »Tad
er meira enn hvat sig-
ast kann um tykkum“,
legði hann afturat. Ja,
hesum orðunum koma
borgarligir politikarar
ofta við.
Men hvat sipa teir
borgarligu til?
— Til tey eftirhondini
hundrað-tals bernini, sum
verða ansað svart her í
býnum ?
- Til tær hundraðtals
familjurnar, sum búgva í
trongum kjallaraíbúðum
fyri 3-4 ella — haldið tykk-
um fast — 5000 krónur um
mánaðin ?
Eg kann ikki svara fyri
teir, men komi bert til ta
niðursteðu, at hetta er ein
frasa — tóm orð — sum
onkursvegna ávirka onkra
sál.
Settu hesir borgarligu
politikarar veruliga menn-
iskju í miðdepulin:
— so høvdu vit ikki so
stórt íbúðartrot,
— so høvdu ikki ungfólk
verið noydd at leiga sær
kemur fyri 1000-1500
krónur um mánaðin ella
íbúðir fyri fleiri túsund
krónur um mánaðin,
— so hevdu ikki fólk
verið noydd at spyrja eitt
fólk fyri og annað eftir,
Jóhann Mortensen, valevni javnaðarfloksins til býráðs-
valið í Havn, skrivar:
um tey kenna onkran, sum
kanska hevur eitt kamar
ella íbúð til leigu,
— og so hevdu ungar
familjur ikki verið noydd-
ar at seta lýsingar í
Dimmu um, at onkur
— ynskist at ansa eftir
hálvum, eitt, trý, fimm
ella sjey ára gomlum barni
beinanvegin, ringið tele-
fon...
— aftaná klokkan
Framhald á síðu 15