Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

US t >) Y JO <e Midvågs kommuna! Frá snellum til vindmyllur november 1984 Orð: jan Myndir: kalmar Kommunan, sum er í besta blóma við einum vaksandi og fjølbroyttum ídnað Miðvágs kommuna er ein av feroysku kommununum, sum er fyri stórari menn- ing. Arbeiði er til allar hendur. Íbúgvara- talið veksur. Tey ungu flyta ikki burtur. Men grundarlagið undir ellum hesum er havnaútbyggingin, sum er framd sein- astu 10 árini og kostaði 30 mill. kr. Sosialurin hevur vitjað í kommununi. Har.s Jorgensen hevur sit- ið sum bygdarráðsformað- ur í Miðvágs kommunu hesi seinastu fýra árini. Hann var eisini i bygdar- ráðnum tey fýra árini frammanundan. Nú ætlar Hans at gevast fyri eina tíð og lata aðrar sleppa framat. Hann er ikki still- aður uppaftur til nýggja bygdarráðið. Nógv er hent i kommun- uni hesi seinastu árini. Sjálvur heldur Hans Jørg- ensen, at tað stendur væl til í kommununi. Har er arbeiði til allar hendur og fólkatalið veksur. Havna- útbygging, skúlabygging, bátahylur, heilsumiðsteð og útstykkingar eru bert nakað av tí, sum er farið fram. Bygging Nakað væl er bygt í Mið- vági seinastu árini. ' Kommunan hevur eisini framt fleiri nýggjar út- stykkingar. Fyrireiking- arnar eru gjørdar soleiðis, at tað ikki verður tervur á grundstykkjum tey komandi nógvu árini. Kommunan fær javnan umsóknir um grund- stykki, og tað hevur borið til at lata umsekjarum stykki beinanvegin. Enn hevur verið óneyðugt við bíðilista. Økid, sum er stykkjað út, er norðuri á Heiðum, nakað innanfyri, har Keypssamtekubygn- ingurin stendur. Í letuni eru 18 grundir útstykkj- aðar, men metir Hans Jergensen at har eru enn sterri meguleikar. Eisini eru 14 stykki seld inni á Giljanesi. Nakað verður so eisini bygt við Kirkjar, nakað omanfyri heilsumiðsteðina. Her er ein útstykking uppá seks grundir. Harumframt verður so nakað selt privat og frá Jarðar- ráðnum. Samanumtikið kann tí- skil sigast, at kommunan er væl fyri við grund- stykkjum. Bygdarmyndin. Miðvágur í dag Bygdin í besta blóma Hans Jergensen sigur annars, at bygdin er í besta blóma, og hetta kemst helst av tí, at virk- ismeguleikarnir eru góðir. Nógv arbeiðspláss eru og hetta ger, at bygdin veks- ur skjótt. Eisini vísir tað seg, at ungdómurin leitar ikki burtur, med alla, men nógv fáa útbugving, eitt nú í smiðjuni hjá J. K. Joensen. Nú er eitt hevuðsmál at fáa ein Hetta er eitt ynski hjá fólki í Miðvági, ikki minst tí bygdin hevur rættiliga langa traditión fyri ávís- um ídnaði so sum maskin- smíð o. I. Frá snellum til vindmyllur Smiðjan hjá J. K. Joensen gevur arbeiði til eini 50 fólk. Her verður ymisk út- gerð til fiskivinnuna gjørd eitt nú trolspel, snellur o.1. Eisini hava teir gjørt okkurt fiskifarið og ann- ars skipaumvælingar. Sum nakað heilt nýtt er verksmiðjan har farin at gera vindmyllur. Ein mylla varð gjerd fyri tveimum árum síðani og seld Orkuráðnum. Hon ídnaðarskúla. . hevur virkað sum royndarmylla. Nú teir so einar 25 vindmyll- ur, sum skulu til USA. Tær fyrstu eru avskip- aðar, og tær næstu fara skjótt. Kemur rættilig gongd á hesa nýggju framleiðsl- una, verður helst neyðugt at byggja verkstaðin út. So her eru meguleikar fyri ektum ídnaði í framtíðini. gera Flakavirkið gevur steðugt arbeiði Flakavirkið man tó helst vera stersta arbeiðs- plássið í bygdini. Har ar- beiða eini 150 fólk. Snar- frost hevur fingið rætti- liga javna tilgongd av fiski, so arbeiði hevur ver- ið rættiliga steðugt alt árið. Annars er flakavirkið útbygt við keli- og frysti- goymslu og nú verður sjálv skeriorkan ekt. Hetta arbeiðið verður helst liðugt einaferð í vet- ur. Rættiliga væl stendur eisini til við fiskiskipum, ið avreiða til virkið. Um- framt Giljanes, ið fiskar rækjur og svartkjaft og gevur arbeiði til millum 50 og 100 vágamenn, so eru fleiri trolarar heimahoyr- andi í Miðvági. Trolar- arnir eru 7 í tali. Teir eru Neptunus, Festuvarði, Hans Jergensen, bygdarráðsformaður Hamraberg, Nýpuberg, Mars, Leivur í Hesti og Vágaklettur, sum hoyrir heima í Sandavági. Síðani kemur Venus, sum roynir við línu. Umframt hesi skipini eru nógvir smærri útróðrarbátar. Bátahylurin hýsir teim- um. Har er pláss fyri 80 bátum. Hans Jergensen sigur, at hóast hylurin er stórur, so er ikki pláss fyri ellum bátunum. Nógvir nýggir bátar verða bygdir í Miðvági. Har eru tveir bátasmiðir. Teir eru Hans Christoffer Hansen og Jan Joensen. Teir hava úr at gera. Havnin skapti grundarlagið Grundarlagið undir allari menningini í Miðvági er helst tann stóra havnaút- byggingin. Hon byrjaði við tí stóra grótgarðinum í síni tíð. Hann gjerdi, at vágin bleiv kyrr og góð. Hetta seti so gongd á. Menn fóru at keypa skip. Frammanundan høvdu umstødurnar verid sera vánaligar. Síðani varð far- ið undir at gera keipláss. Tilsamans vórðu gjerdir 200 metrar av havna- plássi. Nú er so eftir at byggja havn úti á Prestlandinum, hinumegin vánna, nakað uttanfyri sjálvan bátahyl- in. Har er ætlanin at leggja umvælingarvirki og smiðjur í samband við fiskivinnuna. Kommunan hevði annars bygt havnina upp í tríggjar partar. A Prest- landinum verður ídnaðar- og arbeiðshavn og pláss til oljutangar, millum grótkastini verður góðs- havn, og tann gamla havn- in verður so fiskivinnu- havn. Hans Jergensen sigur, at kommunan enn eigur 5,6 mill kr. til góðar, ið eru játtaðar til eina nýggja havn undir Prestland- inum, og roknar hann við,