Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 138 — 22. november 1984 Vatnsoyrar Vatnsoyrar er hin bygdin í kommununi. Hans Jerg- ensen sigur, at landsstýrið skal hava samtykt at gera eina kloakk av Vatnsoyr- um til Miðvágs. Hetta er eitt mál, sum leingi hevur verið tosað um, men eing- in loysn funnin á. Nýggja kloakkin verður so helst legd við síðina av nýggja vegnum, sum nú verður breiðkaður og umvældur. Hetta er eitt rættiliga stórt vegarbeiði. Hvat viðvíkir húsa- bygging á Vatnsoyrum, so er steðgur í nú, sigur Hans Jergensen. Har er eitt stórt arbeiðspláss. Tað er H-Vindeygað-virkið, sum gevur arbeiði til nógvar hendur. H-vindeygu verða seld kring alt landið og hava gott orð á sær. Uppá fyrispurning um kommunan hevur fingið fleiri umsóknir til bygging av nýggjum ídnaðarvirkj- um, sigur Hans Jergen- sen, at fleiri umsóknir eru, eitt nú um verkstaðið á Prestlandinum í samband við sýggju havnaútbygg- ingina har. Hesir hava so samband við skipaumvæl- ingar. Hvat viðvíkir nýggjum virkjum, so er eisini ætl- anin at gera eitt trolbet- ingarvirki nærhendis Snarfrost. Trygg vatnveiting Vatnveitingin í Miðvági er sera trygg. Teir fáa vatnið úr Leitisvatni. Tað verður pumpað niðan í tríggjar stórar brunnar, har tað verður reinsað. Kanningar eru gjørdar av vatninum og siga tær, at tað er sera reint, hóast kloakkin av Vatnsoyrum rennur út í Leitisvatn. Hvat viðvíkir fyribyrgj- an og slekking av eldi. so verður tað ein av uppgáv- unum hjá komandi bygd- arráði at leggja brand- postar úti i utjadarøkinum av bygdini. Annars verður tað á flogvellinum arbeitt við at gera eina betri slekkiliðsskipan í Vág oynni. Í Miðvági eru eisini fleiri fornminni. Har er Kálvalíð og so húsini Beit- ið, har Mikkjal á Ryggi varð føddur og vaks upp. Ætlanin er helst at gera Beitið til eitt bygdarsavn. Tað kann eisini brúkast av pensionistum. Húsini verða so eitt bygdarsavn yvir menn sum Mikkjal á Ryggi, Olivar á Ryggi, Rasmus Rasmussen, Svabo o. a. Vit spurdu eisini Hans Jergensen, hvat hann metir vera tað týdningar- mestu uppgávurnar sum eitt komandi bygdarráð skal taka sær av. Til tað sigur hann, at havnaútbyggingin undir Prestlandinum er sera átrokandi, eisini hevur tað stóran týdning at halda fram við kloakkeringini í bygdini. Ein uppgáva er at loysa í ferðsluviður- skiftunum í Húsagarði, har tað er alt ov trongligt í dag. Her er neyðugt at breiðka vegin og tí er neyðugt at flyta hús, so talan verður um eina stóra ílegu Kirkjugarður má gerast. Verandi kirkjugarður er ov lítill. Møguliga skal sviljihylurin í bygdarhús- inum gerast komandi val- skeið — Hvat heldur tú er tað stersta tiltakið, sum er hent tey árini, tú hevur verið í bygdarráðnum ? Tað er havnaútbygg- ingin, bygdarskúlin í Mið- vågi og Heilsumidstødin Miðvágs kommuna hevur annars lagt seg eftir at vera við í utbyggjan av vinnulívinum. Í dag er kommunan stersti eigari í flakavirkinum. Hans Jer- gensen heldur sjálvur, at tað er gott, at kommunan sum so er við í vinnulív- inum, tí tá er tað fyrst og fremst bygdin, talan er um, og ikki privat áhuga- mál. Miðvágs kommuna er eisini við í projektinum Giljanes. tíðindablaðið Uppá fyrispurning hvussuleiðis Giljanes fer at klára seg, sigur Hans Jørgensen, at við rækju- loyvinum fer båturin helst at klåra seg, og tå svart- kjafturin kemur aftur av ålvara, so verdur haldgott grundarlag undir hesum trolaranum. jan fevnir um bygdirnar Mið- vág og Vatnsoyrar Stødd: 47,39 km* Markatal: 48 Huski: 296 Ibugvar: 1061 Bygdarráðið: Hans Jergensen, form. Inna Nattestad Fritz With Jens Eli Ellefsen og Martin Nielsen Pláss er fyri 80 bátum í snotuliga bátahylinum Miðvágs kommuna Síða 11 Íbúgvartalið síðan 1973 (1.1) 1973 1974 1975 1976 1977 1978 1979 1980 1981 1982 1983 1984 846 866 895 941 948 957 1032 1031 1029 1035 1057 1061