Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 138 — 22. november 1984 Annfinn Kallsberg veit ikki hvat fyri- ferst í landsstýrinum — hann hevur ikki} verið her úti tað mesta av árinum — mr veitirnar uttaná. Har gera vit so tað, at vit offra mill- iónir og aftur milliónir av krónum nettupp fyri at ganga umhvervinum á meti. — Men eru tað íkki byrgingarnar við Eiðis- vatn, sum umhvervisfólk- ini hugsa mest um ? — Jú, tað er mikið meguligt, men vilja vit út- byggja vatnorkuna í Fer- oyum, so kunnu vit ikki koma uttanum byrgingar. Tað, sum so verður gjørt, skal fáa sum minst ávirk- an á umhvervið. Tað er koruini neyðugt at gera byrgingar. — Hvat hevur tú sjálvur at siga til uppskotið hjá Páll Mikkelsen og eðrum um at gera ein brunn á Veðranesi og brúka grótið til havnir o.1. soleiðis at ein kundi fingið nærum ein ókeypis brunn ? — Tað er væl einki sum forðar, at hetta kann gerast einaferð í framtíð- ini, tá umsteðurnar eru eðrvísi, enn tær eru í dag. Tað er í hesum máli ikki ein spurningur um annað- hvert ella. Tað er ein spurningur um bæði og. Ein neyðug ílega — Men Eilif Samuelsen, tað skulu stórar ílegur til hetta projektið. Heldur tú okkara samfelag hevur ráð til at gera hesar ílegur- nar? — Hetta eru neyðugar í- legur, tí orkuspurningurin er ein ógvuliga álvars- samur spurningur, og vit vita, at tað kostar nógvar pengar, og at tað er neyð- ugt at gera tað. — Tað at gongd nú er komin á í Eysturoynni, merkir tað so, útbygging- in í Vágoynni fer í gongd eisini? — Nei, tað er eingin automatikkur í hesum. Tað einasta loyvið, sum er givið nú, er tað norðuri á Eiði. At tað verður gjert uppá henda mátan er til tess at loysa regulerings- spurningin. Hann treytar tó ikki, at tað verður nak- að útbygt aðrastaðni eis- ini. Men tað næsta, sum SEV ætlar, er so ein út- bygging í Vestmanna. — Tað hevur verið frammi, at tað var skeivt, at landsstýrið avgreiddi SEV-málið, áðrenn tingið fekk hevi til at viðgera Veðranesfrágreiðingina. Hverja viðmerking hevur tú til tað ? — Eg meini ikki, at nak- að avgerandi nýtt hevði komið fram, um tingið fór at umreða Veðranesætl- anina. Ikki neyðugt at við- gera Veðranes í tinginum — Hevur tú ikki lovað tingmonnum, at teir skulu sleppa at viðgera Veðra- neskanningina ? — Nei, tað havi eg ikki. Eg havi lovað tinginum, at SEV fór ikki í gongd við nakra bygging fyrr enn ein kanning varð gjerd. Og kanningin er nú gjerd. Tí er hetta málið eitt avgreidslumål. Nú kann so onkur spyrja, hví hetta varð avgreitt nú! Til tað er at siga, at tað er heilt eftir reglunum. Vit hava fingið frágreiðingina, vit høvdu fundir so skjótt vit kundu, vit fingu svar frá SEV og sendu svarið til ummælis hjá Orkuráð- num, og so tá vit høvdu tað, avgreiddu vit málið, tí tað var neyðugt. Og onkur sigur, at hetta varð gjert eftir valið, men kann eg bert siga, at hetta varð undirskrivað fyri valið. — So tú vísir aftur git- ingunum hjá Annfinni Kallsberg um at hetta luktar eitt sindur av val- taktikki? — Annfinn Kallsberg kann ikki vita um nakað, sum fyrigongur her, tí vit hava ikki sæð hann her úti í landsstýrinum tað mesta av árinum. — Men hevði tað nú ikki verið rætt og rímiligt, at tingmenn sluppu at við- gera Veðranesfrágreiðing- ina, soleiðis, at tú hevði kunnað avgreitt málið eina viku ella mánað seinni? — Veðranes varð jú við- gjørt, tá orkudebattin var í tinginum ! — Men tá hevdu ting- menn ikki verandi Veðra- nesfrágreiðing, sum jú er gjerd aftaná orkuumreð- una í tinginum ! — Tað lá nakað í tí frammanundan. Veðranes- ætlanin er jú ikki nakað nýtt. Hana hava SEV og Højgaard & Schultz við- gjørt rættiliga gjølla, og nógvar av teimum niður- Eilif Samuelsen orkumálaráðharri í november 1984 steðunum, sum nú eru komnar fram í Berdalfrá- greiðingini eru í stóran mun tær somu sum tær SEV og HáS komu til. Nevniliga at tað varð ógvuliga dýrt at útbyggja har suðuri, um ein skuldi hava eitt kraftverk og eina vatngoymslu. — Men Eilif St muelsen, enn einaferð, hevði tað ikki verið rætt, at ting- menn sluppu at siga sína meining, nú aftaná at Ber- dalfrágreiðingin var gjørd? — Kanningarnar vistu ju, at tad sum SEV fram- manundan hevði sagt, tað var tað rætta. Tað kom fyri so vítt einki nýtt fram uttan tað, at tá vatnið verður savnað hægri, so virkar tað betri, men tað er so heldur ikki nakað nýtt. — Metir tú alt SEV-mál- ið nú sum avgreitt ? — Tað teir hava fingið loyvi til er avgreitt. Teir hava fingið loyvi til at fara undir tað, sum liggur inn- anfyri Eiði 1-3 projektið. Annars heldur Eilif Samuelsen, at tað er mikið meguligt, at tá SEV er lið- ugt við Eiði 1, at teir so fara suðureftir og taka Veðranes uppí. — Metir tú, at ell henda mótsteða ímóti Vatnorku- útbyggingini við Eiðis- vatn, at hon bert stavar frá nekrum fáum persón- um? — Eg haldi tað eru fá fólk, sum eru ímóti vatn- orkuni. EG ivist ikki í, at tey flestu fólk í Feroyum eru fyri at útbyggja ork- una uppá henda mátan. — Kennir tú sum orku- málaráðharri allan sátt- málan millum SEV og H&S? — Ja, tad geri eg. — Nevnt hevur verid og gitt, ti såttmålin er ikki al- mannakunngjørdur, at SEV vid at undirskriva såttmålan longu fyri lang- ari tíð síðani hevur bundið seg við hond og fót til H&S! — Teir hava ikki bundið seg við hond og fót. Landsstýrið hevur bæði fyri SEV og H&S undir- strikað, at so nógv arbeiði sum gjerligt skal gerast í Feroyum og av feroy- ingum, og tað eru teir gingnir við til. Ikki demokratiskt at fara í tingið nú — Men skuldi nú vatn- orkumálið komið fyri ting- ið aftur og uppskot var um at steðga tí, hvussu hevði tú tá atkvett ? — Eg vóni ikki, at nakar er so ørur í høvdinum, at hann fer at leggja eitt slíkt mál fyri tingið. Nú hevur tað verið tosað nógv um demokratiskar fram- gangsmátar, og ikki minst javnaðarflokkurin hevur sett eitt ógvuliga stórt spurnartekin við ta demo- kratisku framferðina. Hetta málið hevur fingið eina sera demokratiska framferð. metir tú tað at vera ódemokratiskt 1 1, tá eitt san stýri hevur tikið eina av gerð hesum málinum Landsstýrið er tann av greiðandi | myndugleikin og skal tingið so eins og við IRF í brennistaðar- málinum fara og broyta tær avgerðir, sum lands- stýrið hevur tikið, er tað í allar mátar oydileggjandi fyri demokratiið her á landi. — Men mótsigur tú ikki tær sjálvum, tí tú hevur jú verið við til at umgera av- gerðina hjá landsstýrinum um at geva Hvalvíkar kommunu loyvi til at broyta byggisamtyktina til tess at brennisteðin kundi byggjast við Åir? — Eg eri ógvuliga hart ímóti, at tað nakrantíð kom igjøgnum. Eg hevði ikki atkveðurætt í ting- inum. Og hevði eg tað, so hevði eg atkvett ímóti. Eilif Samuelsen sigur víðari, at hann í landsstýr- inum atkveddi ímóti, at € x Vic 2 so ein meilriuti tinginun fyri at broyta avgerðina hjá landsstýrinum, og vit boyggja okkum fyri tí demokratiska meirlutan- um. Ein fær jú ikki altíð sítt igjøgnum. Og er eitt mál avgjert, so er tað av- gjørt. — Hvussu nogvar peng- ar hava tit brúkt til kann- ingarnar i samband vid vatnorkuna? — Tað eru nógvar mill- iónir kr. — Vóru óbrúktar ? — Tað haldi eg so av- gjørt ikki, tí vit eiga at gera allar tær kanningar vit kunnu, tá hetta er eitt fólkaynski og tá víst verð- ur á nýggjar meguleikar og vandan at umhvervið verður rakt. Eg haldi ikki, at hesin peningurin er brúktur til fánýtis, endar Eilif Samuelsen. tær betri jan Framhald av síðu 6 seks... Hetta er steðan hjá nógvum í dag og nógv vinna ikki burtur úr hesi steðuni. Tað er óreingi- ligur veruleiki. Men eg skal ikki halda fram við hesum sorgarkapitlinum í tíðarskeiði vælferdarsam- felagsins, men vísa á, at Javnaðarflokkurin fram- haldandi vil stríðast fyri at beta um hesi óverdugu viðurskiftini. Latið biddara- gongdina fara i søguna »Arbeidi er mannarætt- ur«, verður ofta sagt. Vit leggja aftrat, at »bustadur er mannarættur«. og ti må eisini biddaragongdin eft- ir íbúðum eisini verða far- in í seguna um fá ár. Og tí má eisini »svarta« barna- ansingin vera sjálvboðin um fá ár, um fólk taka undir við okkara politikki. Javnaðarflokkurin i Tórshavnar kommunu å- sannar, at íbúðartrotið er ein skammblettur, og mælir tí til, at Tórshavnar býráð skjótast gjerligt tekur stig til at nekta mest átrokandi tervin á . íbúðum. Síðan má leggjast ein miðvísur íbúðarpolitikkur, sum má vera grundaður á bráfeingisterv, á ynskini hjá teimum sum vilja hava eina eigaraíbúð, á ynskini hjá teimum sum vilja búgva til leigu í bí- ligum ella dýrum íbúðum og sjálvandi eisini á ynsk- ini hjá tí stersta partinum, sum vil hava egin hús í góðum útstykkingum. Latið »svørtu« barna-ansingina fara i søguna Fyri at koma ti óverdugu »svørtu« barna-ansingini til livs, må byrådid skjót- ast møguligt fara at økja tilboðið á ansingarplåss- um. Hetta kann gerast við at byggja minni dagstovn- ar í teimum nýggju íbúð- arekjunum vestan- og norðanfyri. Men tað kostar at byggja og reka dagstovn- ar, rópar onkur varskó. Víst so, men samfelagið — bæði framleiðsluvinnan og tænastuvinnan — hevur kravt alt fleiri fólk, og alt fleiri kvinnur eru farnar til arbeiðis. Kvinn- an skapar ein stóran part av tjóðarúrtekuni og tí eisini skattagrundarlagn- um, so tá teir borgarligu vísa á, at hetta við ellum »Stovnunum« koyrir okkum figgjarliga ut å bláman, er tað aftur eitt demi um mótsagnarfullu samfelagsáskoðan teirra. Javnaðarflokkurin hev- ur sína rót í aðalmálinum at skapa fólkinum betri kor. Men hesi verða ikki skapt uttan ein sterkan búskap og hann fáa vit ikki uttan góð, livilig og fjølbroytt framleidslu- skapandi arbeiðspláss. Hetta hevur Javnaðar- flokkurin altíð ásannað og hevur tí virkað fyri góðum umsteðum fyri framleiðsl- una. A hesum eki liggja eisini stór tek at taka og her skal Javnaðarfloksins lutur ikki liggja eftir. Jóhann Mortensen BJÓÐA IKKI MÆR! EG KOYRI Á + Arad, RÅDID FYRI FERÐSLUTRYGD