hósdagur 22. november 1984síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Senda upplýsing um
hernað í hvønn krók
„Spurningurin um hernað-
in í Feroyum er ikki ein
spurningur um at vera í
parti við eðrum ella hinum
risaveldinum. Vit hava
ongar grundir til at koma
okkum og tjóð okkara í
vanda fyri at verja áhuga-
málini hjá USA ella Sov-
jett«.
Við hesum orðum byrjar
ein bóklingur, sum nú
verður sendur í hvert hús í
Feroyum. Hann eitur
„Hernaður í Føroyum« og
14. September Fylkingin
gevur út. Bóklingurin er
átta síður í A5-stødd.
Um útgávuna sigur 14.
September Fylkingin:
»Upprunaliga var ætl-
anin at fáa bóklingin út
tíðliga í oktober, men av
ymiskum praktiskum or-
søkum og, tí ein stórur
partur av arbeiðinum er
fram íhjá, eydnaðist hetta
ikki.
Vit eiga hvørki at halla okkum móti USA ella Sovjett,
Tá vit nærkaðust val-
inum, varð avgjert at bíða
til eftir valið, tí okkara
meting er, at hernaðar-
spurningurin ikki eigur at
verða blandaður upp í
partapolitikkin. Til tað er
spurningurin ov álvarslig-
ur.
Av somu praktisku or-
sekum verður bóklingurin
sendur út í tveimum um-
forum. Fyrsta upplag
kemur til flestu húski í
Feroyum. Annað upplag
verður sent út sum skjót-
ast til tey húski, sum resta
í, og til útisetar í Keyp-
mannahavn.
Bóklingurin er goldin av
tí peningi, sum kom inn á
einari kvøldsetu í Keyp-
mannahavn 24. mars 1984
við stuðli frá nógvum
lista- og eðrum fólki.
Ongin nevndur ongin
gloymdur.«
sigur 14. September Fylkingin
Ordabokin
er nu
prentad
Føroyska-svenska
orðabókin >Fárøord<
hjá Samfundet Sver-
ige-Fårøarna er nú
prentað og givin út.
Tey, sum hava bílagt
hana, fáa hana send-
andi, upplýsir Sam-
fundet í einum tíðinda-
skrivi. Onnur kunnu bí-
leggja bókina hjá Sam-
fundet Sverige-Fár-
øarna, Box 20186, 104
60 Stockholm. Hon
kostar 115 svkr. fyri
tey, sum ikki eru limir.
Afturat koma 15 kr.
fyri frimerki.
Í »Fåréord« er eisini
ein stutt mållæra og
málsega, sum Ebba
Lindberg og Birgitta
Hylin hava skrivað.
Samfundet hevur
annars nakrar fer-
oyskar bekur í svensk-
ari umseting, sum lim-
irnir og onnur kunnu
keypa. Eisini fæst
segnin um Snæbjern á
kasettubandi — á før-
oyskum. Oskar Her-
mannsson lesur. Og
eitt byrjanarskeið i før-
oyskum fæst fyri 50 kr.
Gunnar Hoydal
vitjar
Samfundet Sverige-
Fåréarna er virkið
felag og av og á fær tað
vitjanir úr Feroyum.
Nú í vikuni hevur
Gunnar Hoydal verið í
Stockholm. Sunnudag-
in helt hann fyrilestur
um nýggjar feroyskar
bókmentir og týskveld-
ið hittu limirnir í Sam-
fundet arkitektin
Gunnar Hoydal, sum
greiddi teimum frá
Tórshavn, heimsins
minsta hevuðsstað.
hd
tíðindablaðið
Í ár eru jóla-
kalendarar til oll
— Í ár eru prentaðir 8.000. 5.000 vóru ov
fáir í fjor
Barnabati hevur lært av
royndunum í fjør og hevur
hesa ferð prentað 3.000
fleiri jólakalendarar. So-
statt skuldi borið til hjá
ellum teimum bernum,
sum vilja, at fingið fatur í
einum føroyskum jólakal-
endara í ár, so tey kunnu
fylgja við í útvarpi og
sjónvarpi, tá lúkurnar
verða latnar upp.
Jólakalendarin verður
seldur á sama hátt sum
fyrr. Skótar ganga hús úr
húsi. Eru fólk ikki inni, tá
; teir koma, ber til at venda
sær til næstu skótaleiðslu
og keypa kalendaran har.
Tað ber eisini til at seta
pengarnar, 20 kr., á giro-
konto 54437 ella á eina av
hesum kontoum: nr.
185081-6 í Feroya Spari-
kassa, nr. 49977992 í Fer-
oya Banka ella ar.
49977116 í Sjóvinnubank-
anum
Fyri at lætta um av-
greiðsluna verður heitt á
fólk um at skriva týðiliga
navn og bústað.
Jól í sjónum
Barnabati gevur út jóla-
kalendaran og fær hálva
inntøkuna av honum.
Hina helvtina fáa KFUM-
skótarnir og Feroya
Skótasamband.
Tað verður ikki tann
stóri munurin á inntekun-
um brutto og netto, tí
bankarnir, sparikassarnir
og Feroya Fiskasela
stuðla tiltakinum við at
Jólaaftan kenna flestu
bern í hvussu so er 24 fisk-
ar og skeljadjór
gjalda tað, kalendarin
kostaði at gera.
Jólakalendarin í ár er
óvanligur. Hann er ikki
serliga jólaligur, uttaná í
hvussu so er. vit hava
sjálvandi ikki hugt aftan
fyri lúkurnar. Á kalendar-
anum eru 24 fiskar og
skeljadjór, sum liva í sjón-
um við Feroyar. Á hverj-
um er so ein lúka. Á bak-
síðuni á hverjari lúku er
erindi, sum ivaleyst fer at
hjálpa nógvum foreldrum,
sum ikki kenna allar 24
pussfiskarnar og tí ikki
kunna svara forvitnum
bernum !
Bárður Jákupsson hev-
ur teknað kalendaran.
hd
Framhald av síðu 20
inum, sigur Sverre
Midjord.
— Sjálvt um vit onkun-
tíð hava verið ósamdir um
mátan, altíð
kunnað loyst spurningar-
nar á breiðum grundar-
lagi. Sjálvandi hava vit
onkuntíð tikið skeivar av-
gerðir, tá má so verða,
sigur hann.
Tær vinnuligu útbygg-
ingarnar í Tveroyrar
kommunu byrjaðu, tá ið
Javnaðarflokkurin tók við
í 1966. Saman við fakfel-
egunum syrgdi býráðið
fyri, at flakavirkið bleiv
bygt og trolarar keyptir.
Nú er so væl útbygt, at
fólkið hevur trygg arbeiðs-
pláss.
Skúli er eisini bygdur á
Tveroyri, Ellis- og Rektar-
heimið varð bygt í
hava vit
dyggum samarbeiði við
hinar kommunurnar í
oynni, skúli og ítróttarhell
eru komin í Trongisvági
og arbeiðið við at gera
ferjulegu á Drelnesi er
byrjað. Arbeiðið kundi
ikki setast í gongd, fyrr
enn fíggingin var í lagi.
Bryggjan er eisini útbygd,
bátahylur er gjørdur i
Trongisvági og ein undir
Tverábakka.
Eitt tað seinasta, ið
Sverre Midjord hevur
undirskrivað sum býráðs-
formaður, er umsóknin frá
býráðnum, sum hevur
samtykt at byggja barna-
garð í Trongisvági.
rj
Nr. 138 — 22. november 1984
Barnadansur
i annadkvøld
Barnadansur verður í
Norðurlandahúsinum í
annaðkveld kl. 20.00.
Dansað verður í ein tíma
og vaksin eru eisini væl-
komin.
Meira um
Nólsoyar-Páll
Í kveid kl. 20.00 heldur
John Davidsen seinna
partin av fyrilestri sínum
um Nólsoyar-Páll.
Fyrilesturin er almenn-
ur og verður í fyrilestrar-
salinum á Debesartrød.
Kirkjubólkurin
í Árhus
Feroysk gudstænasta
verður í Hasle kirkju 25.
november kl. 15.00.
Armgarð M. Arge præd-
ikar.
Hvussu verður tú
eydnusamur ?
Bíbliuhondbók
á føroyskum
Sum ein hjálp til at koma
fram á tær meira nýtiligu
upplýsingarnar í Bíbliuni
viðvíkjandi gerandislív-
inum, er henda bókin nú
givin út á føroyskum. Hon
er skrivað á tann hátt, at
hon vendir sær til fólk, tey
sum eru trúgvandi og tey
sum onga trúgv hava.
Á 192 síðum og í 20 kap-
itlum tekur hon evni upp
sum t. d.: >Er nakað hepi í
at trúgva á Gud?«, >Tú
kanst læra at vinna á lívs-
ins trupulleikum“- og
„Hvussu vit liva sunnari
og longur«.
Hon er nú komin út á 23
tungumálum. Tá ið hon
kom út á donskum varð
hon rópt: >Tann gylta
bókin við tí bláa stemplin-
um« av tí at perman er
prentað við bláum stavum
á gull. Hon kostar bert 10
kr., men verður ikki at
keypa í bókhandlunum.
Jehova vitni hava givið
út, og tey selja bókina í
sínum arbeiði hús úr húsi.
FDM í SMS
FDM, Forenede Danske
Motørejere, hevur gjert
avtalu við SMS-Turist,
sum nu skal umboda tad
umfatandi ferdaskriv-
stovuvirkið hjá FDM.
FDM, sum hevur limir í
Feroyum, selur ferðaseðl-
ar til flogfer, tok og ferjur,
tekur móti bíleggingum til
gistingarhús, leigar bilar,
frítíðarhús og summarhús
og skipar fyri handilsferð-
um. *
Eisini fæst ymisk trygd-
arútgerð til bilar í SMS-
Turist, sum hinvegin ikki
tekur sær av tekniskum
og lógarspurningum fyri
FDM. Í slíkum ferum
noyðast limirnir at venda
sær til hevuðsskrivstov-
una í Keypmannahavn.