leygardagur 24. november 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 139 — 24. november 1984 tíðindablaðið B | SÍ Jurin| Síða 3
Her stendur so tjóðveldisflokkurin fyri tørni. Erlendur Patursson leiðir eðrumegin borðið tjóðveldisflokkin og Aili
zu
Dam hinumegin javnadarflokkin
Tummas Arabo aftaná valsigurin
Nú umræður at menna
og skapa arbeiðs-
pláss í Norðstreymoy
Bergholsgerðin millum Oyrarreingir og Kaldbaksbotn skal í
gongd næsta ár og byrjað eigur at vera norðaru megin. Alt
grótið sum kemur út, skal brúkast til virksemi norðanfyri
Stóri sigurharrin til løg-
tingsvalið 8. november
var Tummas Arabo, sum
varð fyrst valdur í Norð-
streymoyar valdømi við út
ímóti 600 atkveðum.
Javnaðarflokkurin hevur
ikki áður havt tingmann í
hesum valdøminum og tað
var tí eitt satt bragd
Tummas Arabo her
gjørdi.
Sosialurin hevur tosað
við Tummas Arabo, nú
valið er farið aftur um bak
og spurt hann, um hann
hevði roknað við eini so
stórari undirteku.
Hann sigur: — Tað
gekst jú avbera væl. Eg
hevði ikki væntað eitt so
gott úrslit, men roknaði
kanska við, at eg fór at
vera við í dystinum um ein
eykavaldan tingmann fyri
Norðstreymoy. Men her
varð gjert eitt ómetaliga
stórt arbeiði, allir norð-
streymoyingar eiga tí
stóra tekk uppiborna frá
mær, og kanska ikki minst
kollfirðingar, sum so
manniliga fóru á val at
velja ein javnaðarmann á
ting á fyrsta sinni.
Persónurin !
— Tað hevur verið fert
fram í pressuni nú eftir
valid, at fólk hava ikki at-
kvett fyri einum javnaðar-
manni, men fyri persónin-
um Tummas Arabo.
Hverja viðmerking hevur
tú til tað?
— Tað er tá klárt, at
nógvar eru lokalatkveður,
sum givið eru tverpolitisk-
ar. Fólk her í Norðstreym-
oy eru vorðin ónegd við ta
skeivu tingumboðanina,
sum nú í nógv ár bert hev-
ur verið frá Vestmanna.
— Hava teir báðir ting-
menninir, sum vóru í
undanfarna skeiði, gjert
ov lítið fyri ekið sum so?
— Eg haldi, at teir hava
víst rættiliga lítlan áhuga
fyri ekinum uttanfyri
Vestmanna. Tá mál so
hava verið frammi í Vest-
manna hava teir verið á
gosi, og hetta haldi eg, at
bæði fólk í Vestmanna og
aðrastaðni, hava verið
misnegd við. Teir hava
sum so virka meira sum
kommunalpolitikarar fyri
tí eini bygdini enn fyri alt
ekið Norðstreymoy.
— Merkir tað, at tú nú
fer at virka meira fyri ekið
uttanfyri Vestmanna og
sleppa Vestmanna uppé
fjali?
— Nei, avgjørt ikki. Vit
mugu sum tingmenn ar-
beida fyri alt økid. Ein av
orsøkunum til trupulleik-
arnar hér í økinum er helst
tann, at tað hevur verið ov
lítið hgusað um at arbeiða
alt Norðstreymoy upp
FERÐSLUTRYGD
tt 2
tk. 4
er at halda seg til
loyvdu ferðina
saman. Tað er hetta vit
mugu royna.
Ikki bert Dyllan
— Tú verður nógv kritiser-
aður í bleðum, serstakliga
Dagblaðnum, har víst
verður á, at tú var valdur
inn uppá Dylluprojektið,
sum tú ert stjóri fyri ?
— Øll mál hava stóran
týdning fyri hetta valúr-
slitið. Tað hevur eisini
verið skrivað, at brenni-
steðin hevur havt stóran
týdning, og sjálvandi
hevur hon havt vissan
týdning serstakliga í Hós-
vík, og Dylluprojektið
hevur meguliga havt
nakað av týdningi her í
Kollafirði, men tað er virk-
semi generelt sum hevur
Skjótt i Føroyum!
manglad. Vit hava i val-
stríðnum lagt stóran dent
á at skapa
Norðstreymoy, at norð
stremoyingar kunnu
skapa virksemi, um teir
vilja og standa
Hetta hava vit koyrt uppá
generelt og ikki bert í
Kollafirði.
— Nú er tú settur sum
idnadarrådgevi og tú ert ti
noyddur at fara frå sum
stjori å Dylluni. Tad hevur
verid sagt, at tå nu skulk-
ar tær undan åbyrgdini
vidvikjandi Dylluni. Er
hetta so?
— So avgjert ikki. Tað
hevur verið gjert eitt ó-
metaliga stórt arbeiði hig-
artil og sjálvur havi eg
verið uppi í arbeiðinum frá
byrjan. Eg havi sitið sum
stjóri, men havi so eisini
arbeitt við Vestnorden-
projektið, og hetta hevur
gjørt, at eg havi verið
burturstaddur stóran part
av árinum. Sum ídnaðar-
ráðgevi kann eg ikki sita
sum stjóri á slíkari fyri-
teku, men eingin kann
forða mær at brúka mína
fritid til at arbeiða fyri
Dylluni og eðrum projekt-
um. Tí fái eg tverturímóti
nógv betur meguleikar
fyri sum ídnaðarráðgevi.
Eg fari heilt givið at
vera í nánd, har okkurt
hendir bæði viðvíkjandi
Dylluni og Blue North.
Uppá fyrispurning um
aðrar treytir fylgdu við
nýggja starvinum sum
ídnaðarráðgevi sigur
Tummas Arabo, at tað
gjørdi tað sum so ikki.
Men hann sigur seg vera
samdan við nevndina, at
tað er ikk' rætt at vera
limur i fíggjarnevndini
samstundis. — Eg havi
valt ta steðu sum Jógvan
Sundstein hevur valt, ikki
at vera limur í fíggjar-
virksemi
saman.
nevndini tí hann arbeiðir
sum revisor og eg haldi
ikki ídnaðarráðgevin eigur
at vera limur i figgjar
nevndini. Ti tå veri eg in-
habilur í nógvum málum
Bergholið
Hvat liggur so næst
fyri at fremja í Norð-
streymoy ?
Tað er virksemið her í
Norðstreymoy sum liggur
fremst. Síðani er tað sam
ferðslan. T. v. s. samband
ið suðureftir. Har havi eg
alla tíðina sagt, at tað er
givið, at berghol skal ger-
ast millum Oyrarreingir
og Kaldbaksbotn. Tað,
sum eg haldi
her, er, at arbeiðið byrjar
umræður
norðanífrá, soleiðis at vit
fáa tað
hevur samband við tunn-
virksemi, sum
ilsgerðina, at liggja norð
uri í Kollafirði. Eisini skal
alt tað, sum kemur úr
bergholinum brúkast í
Norðstreymoy. Tað er
einki at ivast í, at vit
koma at hava brúk fyri tí
til útfylling av arbeiðseki,
av havnaøki o.ø. Eg vil
leggja sera stóran dent á,
at arbeiðið tí byrjar norð-
anfyri.
— Nær væntar tú at
bergholsgerðin har kann
byrja?
- Nú er projekteringin
ikki heilt liðug, men eg
rokni við, at tað verður
einaferð í næsta ár.
— Javnaðarflokkurin
leggur sera stóran dent á
at beina fyri arbeiðsloys-
inum og serstakliga har ov
lítið virksemi er framman-
undan. Her liggja tí stórar
uppgávur hjá okkum í
Norðstreymoy, endar
Tummas Arabo.
jan
Japanskur aliringur
kann fáa avgerandi
týdning fyri alingina
Royndir við einum jap-
anskum aliringi úr gummi
vísa, at fiskurin veksur
nærum tvifalt so skjótt
sum í eðrum ringum. Nú
eru føroyingar farnir at
vísa hesum aliringum ans.
Og merkir hetta, at megu-
leikar eru fyri at fáa fleiri
100 mill. kr. meira burtur
úr alivinnuni enn í dag.
Mikudagin í næstu viku
verður fundur á Hotel
Feroyum, har ein breti fer
at vísa film og greiða frá
japanska aliringinum.
Tað er umboðið hjá
Bridgestone-dekkunum í
Feroyum, Finnbogi Arge,
sum hevur tikið stig til
hetta. Finnbogi Arge sig-
ur í samreðu við Sosialin,
at tað var heilt av tilvild,
at hann fekk at vita, at
Bridgestoneverksmiðjur-
nar eisini gera aliringar.
Tað vísir seg nú at hesir
aliringar meguliga eru teir
rettu at brúka i Føroyum.
Vit hava roynt nógv sløg
av aliringum og teir flestu
halda ikki til veðurlagið.
Hesi japonsku ringarnir
sigast at egna seg væl til
veðurlag sum tað í Fer-
oyum. Gummievnið teir
eru gjerdir úr taka orkuna
frá alduni, soleiðis at hon
ikki ger so nógv um seg.
Hesir japonsku ringar-
nir verða gjerdir í nógvum
steddum, og tað áhuga-
verda er eisini, at teir
kunnu vera óvanliga stórir
og brúkast á nærum opn-
um havi, sigur Finnbogi
Arge, ið annars hevur ætl-
anir at tilrættaleggja eina
ferð til Skotlands at
hyggja eftir hesum ring-
unum, sum verða brúktir
har.
jan