Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 tíðindablaðið Eg tori ikki annað enn at stilla upp Eyðun Joensen, sálarfreðingur, hevur seinastu fýra árini umboðað Javnaðar- flokkin í skúlaráði Tórshavnar býráðs. Hann greiðir her frá arbeiðinum í skúla- ráðnum í seinasta valskeiði, og hvat hann heldur verður umráðandi at arbeiða við tey komandi árini. Skúlaráðið er í mun til aðr- ar byrådsnevndir sjálv- stødugt og beinleiðis valt á býráðsvali og er leyst av býráðsmanningiini, men skal saman við býráðnum sambært legtingslóg fyri fólkaskúlan syrgja fyri, at bern og ung fáa holla und- irvísing fult og heilt í tráð við endamál lógarinnar. Ábyrgdarekið hjá skúla- ráðnum fevnir eisini um framhaldsdeildina, ser- undirvísing, kveld- og ungdómsskúlan. Vanliga frættist lítið um, hverjum skúlaráðini arbeiða við, og hvat tey avrika. — Tað má so verða, av tí at ein stórur partur av virkseminum fevnir um persónsmál. Fundirnir í skúlaráðnum eru tí ikki al- mennir, og limirnir í ráðn- um hava tagnarskyldu. Sum feroyingar hava vit bert ta einu grundlógar- : skylduna, nevniliga undir- vísingarskyldu í sjey ár. Skúlaráðið hevur umsjón við, at bernini alt eftir for- treytum lúka hesa skyldu, annaðhvert heimini (sum í nærum øllum førum) gera brúk av skúlum felagsins ella ikki. Eitt nú hevur skúlaráðið umsjón við 7. floks royndunum, eins og eftirlit er við fráveru næm- inganna. Tað hendir seg eisini, at klagað verður um undir- vísingina, til demis tí lær- arar ikki eru í skúla, og eisini í slíkum feri mugu vit taka steðu til, hvat gerast kann. — Er skúlaráðið tá at sammeta við eina undir- vísingarlegreglu ? — Nei, helst ikki. Tað stendur jú púra greitt longu í endamálsorðing fólkaskúlans, »at fólka- skúlin skal í sátt og vinnu við heimini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og sidalagsliga uppaling og fyrireika teir til at liva við og vera við... 0.s. fr.«, og sam- virkanarleidin til tad g6da eigur sjålvsagt altid at verða roynd sum longst, men vit skulu samstundis minnast til, at Torshavnar skúlaverk er ógvuliga um- fatandi við umleið 3000 næmingum og umleið 200 næmingum, og tá so har- aftrat allir aðrir viðkom- andi partar verða tiknir við, skuldu meira enn ríki- lig líkindi verið til, at eitt skúlaráð fekk nakað at takast við fyri at tryggja lógarinnar bókstav um holla undirvísing av kom- andi ættarliðum, og vit hava so sanniliga eisini havt álvarsmál at drigist við hesi árini, mær hevur unst at verið limur í Tórs- havnar skúlaráði, sigur Eyðun Joensen. Skúlagongdin á Hvítanesi — Tað ber ikki til at nevna nekur persónsmál, men eg kann nevna tvey stórmál, eftirsum tey í eðrum sam- bandi frammanundan hava verið frammi í dags- pressuni. Annað er spurningurin um skúlagongdina á Hvítanesi, har ein partur av foreldrunum ynskti, at bernini gingu allan grund- skúlan (frá 1. til og við 7. flokk) á Hvítanesi, hóast gamli skulabygningurin har als ikki hevði helis- meguleikar fyri at tryggja næmingunum forsvarliga undirvísing í læru- greinum, sum teir elstu flokkarnir í grundskúlan- um hava. Og tað ynsktu tey, hóast spildurnýggjur skúli/skúlar við góðum hølisfortreytum lógu rimi- liga nær. Persónliga eri eg av- gjørt fyri smáum skúlum í nærumhvervinum, men vit kunnu altso ikki sam- stundis góðtaka, at upp- vaksandi ættarlið verða forðað í at fáa gagn av teirri frægastu undirvís- ing, sum býðst, og ser- stakliga ikki, tá ein hevur varhugan av, at privat vaksnamannaáhugamál ganga fram um framtíð skúlabarnanna. Bern kunnu sjáldan verja egnu sakir sínar, og kann skúlaráðið her vera teimum ein verji upp á longri sikt, er skúlaráðsar- beiðið ikki til fánýtis. Málsviðgerðin viðvíkj- andi Hvítanesar skúla kendist long, strævin og við tíðini leiðilig, men tað flovdi at vita sær eitt púra samt skúlaráð — uttan mun til floksbýti — aftan fyri hverja telving og endaligu avgerðina, styttri sum upp á longri sikt børnunum til frama. Nunnuskúlin yvirtikin — Eitt annað stórmál, sum vit hava arbeitt nógv við, er yvirteka av nunnu- skúlanum um eini 10 ár. Mær vitandi er tað ikki — sum sagt frá í bleðun- um — Tórshavnar komm- una, sum av sínum ein- tingum hevur ynskt at yvirtaka henda privata skúla, men systrarnar hava sjálvar ynskt at verða loystar úr hesum virkseminum, av teirri ein- faldu orsek, at tær, sum enn starvast við undirvís- ingina, eru við at eldast, samstundis sum illa gongst at seta ungar nunnur við í skúlans virk- semi. Bæði býráðið og skúla- ráðið eru nunnunum takk- som fyri tað sjálvbodna arbeiðið, sum tær í mong, mong ár hava útint við skúlanum, serstakliga í eini tíð, tá stórt trot var á skúlum í býnum. Tað er rímiligt at taka yvir, nú nunnurnar vilja gevast. Mær kunnugt er endur- gjaldið fyri skúlabygning- in longu væl í gongd, og býráðið fíggjar eisini raksturin av skúlanum, samstundis sum tryggjað er systrunum, at skúlin fram til formellu yvirtek- una kann verða rikin í teirra anda og undir teirra umsjón. Skúlin er privatskúli, og lærararnir eru gjøgnum tíðina settir uttan ávirk- an skúlaráðsins. Hvussu verður við hesum, tá nunnurnar gevast, tykist í løtuni um at verða av- greitt á fult forsvarligan hátt. Var spurningurin við- gjørdur við kyniskum rat- ionaliseringseygum, bar væl til at vísa málið frá sær sum óviðkomandi, serstakliga tá hugsað verður um, at miðbýar- ekið við minkandi barna- tali er væl fyri viðvíkjandi skúlahelum, samstundis sum útjaðarekjunum tørv- ar lokalskular, men har eru altso mannalagnur, søga og tradition vid i myndini, og so ber illa til eirindaleyst at bruka ein- faldan bókhaldslogikk. Fleiri lokalskular — Hverjar uppgávur eigur skúlaráðið at átaka sær nu? — Fyrst og fremst ligg- ur sjálvsagt at nevna eitt natúrligt framhald av tí virksemi, sum eitt og hvert skúlaráð sambært lógarinnar anda eigur at - virka eftir. Av meira lokalum og itøkiligum spurningum hevur ein sjálvsagt gjert sær ávísar hugsanir í val- skeiðinum og kanska ser- stakliga nú, gerast skal upp, og lítast skal fram- eftir yvir eitt arbeiðsskeið, har eg kanska sjálvur ikki verði við. Sum býurin hevur ment seg hesi seinastu árini, og skjótt mennist, er lítil ivi um, at tað heilt skjótt gerst eitt beinleiðis fólka- krav at fáa smáar lokal- skúlar aftrat í teinum nýggju býlingunum, sum stinga seg upp langt burt- ur frá verandi skúlamegu- leikum. Her verður í fyrstu syftu hugsað um úti í Havnardali og í ovara Ternuryggi/Undir Brúnni og í sambandi við ta bygg- ing, sum ætlanin er at fara víðari fram har í letuni. Skúlabygningar kosta nógv, men máti skal vera við, og hóast undanfarnir býarmyndugleikar iva- leyst í bestu ætlan hava bygt Eysturskúlan so stóran, sum hann er, hugsi eg ikki, at tað í longdini fer at bera til at frakta smábern longri og longri veg hagar. Eftir míni meting slepst ikki undan skúlum í útjað- araøkjunum, men fyri tann skuld kunnu stóru miðstaðarskúlarnir í mið- býnum taka sær av fram- haldsdeildarundirvísing- ini frá komandi útjaðara- skúlum. Nr. 139 — 24. november 1984 Foreldur mugu hava trygd fyri, at bernini fara væl til og frá skúla Skúlaverkið má samskipast — Eitt annað mál, sum hevur verið frammi í skúlaráðnum, men enn ikki hevur funnið nakra loysn, er ein betri sam- skipan av tí stóra skúla- verkinum í býnum, kveld- og ungdómsundirvísingin íroknað. Møguliga skuldi tað verið ein yvirskúla- stjóri. Talan er ikki um at skipa eitt kostnaðarmikið embæti, men skúlagkið er so mikið stórt, fjølbroytt og kanska eisini fløkt, at býurin á tí skúlaliga ekin- um sum heild hevði verið betur fyri við einum slík- um stovni at samskipa málini og arbeitt tey áveg- is til endaliga politiska steðutakan hjá skúlaráðn- um. Tí, sum er, tykir mær skúlaráðið og ikki minst formanni tess saman við skrivaranum ikki sert ov- byrjaðir av praktiskum ar- beiði, sum aðrastaðni í roynd og veru er embætis- arbeiði hjá einum skúla- stjóra. Asannast skal, at eg sjálvur higartil ikki havi havt tikið nóg væl undir við eini slíkari hugsan, men samstundis eri eg „ikki bangin fyri at hava broytt steðu. Stað at vera uttan- fyri skúlatíð — Eitt triðja mál, sum eg meti ógvuliga týðandi, er, at kunna veita foreldr- unum ekta trygd fyri, at bernini eru væl farin til og frá skúla og ikki minst í millumtímum og í teimum tímum, sum útiarbeiðandi foreldur ikki kunnu vera um tey. Í hesum sambandi verður hugsað um, at mong foreldur hava fult dagsarbeiði, samstundis sum skúlabern teirra bert hava partvísan skúlaar- beiðsdag, og tað er einki dulsmál, at nógv hava heilt stórar trupulleikar av at fáa herbergað bern- unum fyri skúlatíð, í mill- umtímum og aftaná skúla- tíð, áðrenn arbeiðsdagurin hjá foreldrunum er lokin, og heimið er opið. Í eðrum londum hava tey frítíðarheim við ser- støkum frítíðarpedagog- um at taka sær av bernun- um. Ein slík skipan er eis- ini hóskilig í konstentrer- aðum íbúðarekjum við vøggustovu, barnagarði og skúla, frítíðarheimi og ungdómsklubba, alt sam- alt í nánd av hverjum eðr- um. Mn her hjá okkum eru viðurskiftini kortini ov smá og spjadd til, at slíkt ber til at gera fyri ein rími- ligan pening. Tískil eiga her hjá okk- um meguleikarnir at verða kannaðir fyri at saman- sjóða hetta virksemi við sjálvar fólkaskúlarnar, sjálvsagt bara har plássið loyvir tí. Har, sum meguleiki er fyri tí, átti við góðum vilja at borið til at lent skikkað- um fólki at ansa næming- um, sum eru á skúlanum í vanligari arbeiðstíð, men sum kortini ikki eru til tíma. Her er als ikki talan um bera ansing, men bern- ini kundu fingið hjálp til eitt nú at gera skúlating, so tey heimafturkomin kundu luttikið fult og heilt í tí annars avmarkaða familjulívinum, sum nú- tíðin tíanverri í mongum føri hevur avmarkað tað til. Hetta seinasta havi eg ikki einsamallur funnið uppá, men tað tykist vera ein meira og meira vanlig hugsan millum politikar- ar í ellum flokkum, og sum avgjert er nakað at virka víðari fyri hjá einum kom- andi skúlaráði. Hóast ikki beinleiðis nevnt í lógini, meti eg, at málið kann fat- ast at hoyra inn undir ekið hjá skúlaráðnum, nevni- liga at virka fyri tryggum og hollum undirvísingar- steðum. Framhald á síðu 17