leygardagur 24. november 1984síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 139 — 24. november 1984
Hitt ljós
á
gøtu mín
BO - A
v/ Johs. A. Næs
„Við trúgv var Enok tikin burtur, at
hann ikki skuldi fáa deyðan at síggja
— tí at áðrenn hann var tikin burtur,
hevði hann fingið tann vitnisburð, at
hann hevði tóknast Gudi«.
(Hebr. 11,5).
Hví mundi Enok tóknast Gudi? Eingin av
okkum eigur at trúgva, at Enok í sjálvum
sær hevði eginskapir, sum gjørdu hann væl
umtóktan av Gudi. Vit eru ell av natúruni
vreiðinnar bern, sigur Bíbilin; eisini Enok.
Tí verður skilað til í Hebrearabrævinum, at
tað var við trúgv, Enok hevði tóknast Gudi.
Tann syndari, sum trýr Guds frelsunnarskip-
an, verður væl tóknaður av Gudi, annað-
hvert hann livir í hinum gamla ella í hinum
nýggja sáttmálanum. Hann er millum teirra,
ið Harrin ikki tilroknar misgerð. Men eftir
hesum teksti er skililigt, at nakað var við
Enoki, sum gjerdi hann serliga væl umtókt-
an av Gudi. Í 1. Mós. 5,24 fáa vit at hoyra,
hvat ið tað var: >Enok ferðaðist við Gudi«.
Hvat vil tað siga? Ja, tað verður ikki sagt
okkum; men eg trúgvi tí, beint sum tað
stendur, at Enok dagliga gekk saman við
Gudi. Tað verður sagt, at hann livdi í 365 ár.
Og í ell hesi ár gekk hann saman við Gudi: í
heimi sínum, í dagliga yrki sínum millum
seyðafylgini har eftir rásunum á teimum
víðu grasfløtunum.
Hetta var tað, ið Gud legði so nógv í. So-
leiðis er kærleikin. Vit vilja fegin ferðast
saman við teimum, hjarta okkara er knýtt
at.
Kæra Guds barn! Gud bíðar eftir at koma
at ferðast við tær, at liva hitt dagliga lív
saman við tær. Hann kennir seg sviknan av
tær, tí tú bert biður til hansara tvær ella
trírmiar ferðir um dagin í tínum stilla sinni.
Hann vil, at tú skal ganga og tala við seg í
tínum dagliga yrki, soleiðis sum eitt barn
allan dagin gongur og talar við mammu sína.
Tað er mammunnar stóra gleði, at barnið sig-
ur henni alt, tað hugsar.
7. november fingu Randi
og Sámal Jákup í Jógv-
anstovu, Leirvík, eina
dóttur.
11. november fingu Odd-
ver Askildsen og Hanus
Højgaard, Tórshavn, ein
son.
15. november fingu
Eyðna Hammer og Ing-
ålvur Kjærbo, Torshavn,
eina dóttur.
lítla barn
16. november fingu
Frida og Símun Berg
Hansen, Klaksvík, ein
son.
2. november fingu Randi
og Símun Absalonsen,
Tórshavn, eina dóttur.
16. november fingu
Ninni og Símin Forna-
+ 3 VR 343%
tidindabladid
Gudstænastur 23. sunnudag eftir
trinitatis
Havnar kirkja: Hans J. Joensen
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen kl. 11.00
Argir: Høgni Poulsen kl. 14.00, barnagudstænasta.
Talvan gongur til frama fyri sunnudagsskúlan.
Kollafjørdur: Jákup Magnussen kl. 11.00
Kvivik: Martin R. Jacobsen kl. 12.00
Nordskåli: Petur m. Rasmussen kl. 12.00, altargongd
Gjógv: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd
Elduvik: Torkil Beder, altargongd
Søldarfjørdur: Jåkup Kass kl. 11.00
Sjóvar kirkja: Salomon J. Joensen kl. 12.00
Skúlin i Skálafirði: Petur Petersen kl. 12.00
Klaksvik: Niels P. Danielsen
Haraldssund: Henning Bøgesvang
Svinoy: Ejvind Vilhelm, altargongd
Sørvågur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd
Husavik: Jåkup R. Hansen kl. 12.00
Hvalba: Elsa Funding kl. 12.00, altargongd. Fråfar-
ingargudstænasta.
Sandvik: Elsa Funding kl. 19.00, altargongd. Fråfaring-
argudstænasta.
Øravik: Jonsvein Bech kl. 12.00
Sumba: Bjarni Bæk kl. 12.00, altargongd
Evangeliska røddin
Føroyska sendingin frå Trans World Radio, Monte
Carlo hoyrist hvørt månakvøld kl. 21.45 GMT å mill-
umbylgju 205 m. (1466 kHz).
Mánakveldið 26. nov. talar Sonne Poulsen av Sandi
Evni: >Vendið vid«
Sangur: Ebenezerkórið og Ingálvur av Reyni
Læknavaktirnar — Vågar:Tlf. 32413
Suduroy (nordur«:
Tlf. 71560
Suduroy (sudur): Tlf.
73030
Tórshavn: Ålvur av
Kåk, tlf. 12557, leyg-
ard. og Kaj
berg, tlf.
sunnud.
Eysturoy: Magnus å
Kalls-
13150,
Stongunum, tif.
23006, leygard. og
Sigvald Kristiansen,
tlf. 41517, sunnud.
Norduroyggjar: Jasp- fæst i dag og i morgin
ur Petersen, tlf. kl. 13.00-14.00. Tlf.
56400 14544.
Tannlæknavakt,
Tórshavn
Bráðfeingishjálp
garð, Fuglafjerður, ein
son. 19. november fingu Unn
Eldevig og Jens Kári
Petersen, Fuglafjerður,
ein son.
16. november fingu
Hrenn Rasmussen og
Seren Thorn, Tórshavn,
eina dóttur. 20. november fingu Elin-
borg Hansen og Hans
Gert Nielsen, Tórshavn,
eina dóttur.
17. november fingu
Selva og Poul Havn Ras-
mussen, Klaksvík, ein
son. 21. november fingu Liss
og Eli Andresen, Tórs-
17. november fingu Elin- havn, eina dóttur.
Billa Ørvarodd og Ben-
jamin Clementsen, Sand-
22. november fingu Ann-
ur, eina dóttur.
Dorit og Dánjai Thom-
sen, Sandavágur, ein
18. november fingu son.
Anna Kristian Petersen
og Kim Anfinn Hansen,
Hósvík, ein son.
Síða 21
Verður at
Í næstan hverjum blaði standa sterv leys, og so
stendur: Umsóknin verður at senda til ein stovn,
og so stendur heitið á stovninum undir lýsingini.
Verður onkur at fara út, so er hann noyddur at
fara, annað gerst ikki.
Sum lýsingin er orðað, so noyðist tú, um tú
kundi hugsað annað, at senda stovninum um-
sóknina, honum, ið lýsir eftir fólki. Hvagar skal
umsóknin annars verða send ?
Vit skulu heldur siga: Sendið (og so navnið á
stovninum) umsóknina. Tað er ikki ófólkaligt at
siga: Sendið ...; men dámar teimum, ið lysingina
eiga, ikki hetta orðalagið, so ber til at siga: Gerið
so væl og sendið...
Í einari lýsing stóð: Fyrstu tvey árini verða at
rokna sum royndartíð. Betri er orðalagið: Bæði
tey fyrstu árini eru royndartíð.
Prísurin verður at falla við 15 %,
frágreiðing. Har skuldi havt staðið: Prísurin fer at
falla 15 %, ella: Prísurin fellur 15 %.
Um eina framsýning stóð skrivað: Tá ið vit lata
stóð í einari
upp framsýningina í morgin, verður orkestrið hjá
H.H. at spæla. Einki stóð, hví orkestrið noyddist
at spæla, og tað mundu tey, ið skipaðu fyri, held-
ur ikki ætla. Tey kundu sagt: Tá ið latið verður
upp í morgin, spælir orkestrið hjá H.H
Í yrkingini, Tey standa og vagga og tráa, sigur
H. A. Djurhuus tað, ið verður at er:
men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit
„Ég havi væl loyvi at liva
her lika so væl sum tit.«
Tað verða tey oks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
hvenn vøkstur Guð hevur fagnað,
og hver eigur lívsins rætt.
Sv.T.
Kunngerð
Val av býráði og skúlanevnd í Vágs
kommunu verður týsdagin 4. desem-
ber 1984.
Atkvødugreidslan fer fram í sam-
komuhøll skålans frå kl. 10 til kl. 13
og frå kl. 15 til kl. 20, ella so leingi,
fólk stødugt møta til atkvødu-
greidslu.
Veljarar, sum ynskja at greida at-
kvødu, men sum orsakað av sjúku
el. I. ikki kunnu meta á valstaðnum,
hava høvi til at atkvgða heima, um
teir boða býráðsskrivstovuni, tlf.
73 024 ella 73 315, frá í seinasta lagi kl.
15 mánadagin 3. desember 1984.
z
Kommunuvalnevndin i
22. november 1984
Petur Vilhelm, form.
Vági