Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Her síggja vit húsini hjá FLOTT, sum hava verið fyri herverki Húsini hjá skótaliðnum FLOTT á Tveroyri skulu umvælast fyri 150.000 kr. Herverk framt Skótahúsið á Tveroyri er illa farið og tíverri ikki bert av elli. Í vár brutu tríggir unglingar inn og sorlaðu so at siga alt, ið inni var. Húsið, ið bleiv bygt í 50- unum, av sjálvbodnari ar- beiðsmegi, hevur heldur ikki miðsteðuhita. Saman- umtikið hevur hetta gjørt arbeiðsumsteðurnar hjá skótaliðnum FLOTT sera ringar. Hóast tann rættiliga stóra skaðan, herverks- menninir gjerdu, er av- gjørt ikki at saksøkja teir. Leiðslan metir, at eitt skótalið ikki eigur at sak- sekja ungdómar, tvertur- ímóti. Húsainnsavnan, dansur og dunnuspæl Nú verður so roynt at beta um steðuna. Skótarnir hava verið hús úr húsi og savnað pening, men eisini hevur verið skipað fyri dansi og dunnuspæli og higartil eru innkomnar 27.000 krónur. Tveroyrar býráð hevur eisini vist tiltakinum áhuga, menn enn er nógv eftir um náast skulu 150.000, sum umvælingin væntandi fer at toga upp ímóti. Men skótarnir eru ikki ráðaleysir. Ónsdagin 24. oktober verður skipað fyri dunnuspæli í ítróttar- hellini og aftur 21. novem- br. Vinningarnir eru í teimum flestu ferum givn- ir av handlunum á Tver- oyri. Stórur áhugi Í dag eru umleið 40 skótar og úlvaungar og er hetta javnt býtt dreingir og gentur, liðleiðari er Leivur Nygaard og liðhjálpari Pauli Einarson. Hevuðsuppgávan hjá FLOTT er at fáa húsið umvælt, soleiðiis at ar- beiðsumsteðurnar verða tær bestu. Vónandi fara tverafólk enn einaferð at vísa áhug- an frá 50-unum, har húsið bleiv bygt av sjálvbodnari arbeiðsmegi. Skótaliðið FLOTT vil fegin hava hjálp frá ellum áhugaðum, bæði til um- væling og fyrireiking av teimum ymisku tiltøkun- um, sigur skótaleiðslan í einum tíðindaskrivi. Vetnini í Vagum skulu ikki oyðast, heldur ikki Eiðisvatn Tað, sum hevur sermerkt samgonguna, sum hevur sitið hesi fýra árini, er klandur og stríð. Ein av orsekunum til hetta er tann sokallaða grein 13 í samgonguskjalinum, sum hevur borið í sær, at allur avgerðarrættur er tikin frá okkara fólkavaldu um- boðum. So kunnu vit spyrja nær grein 13 verður brúkt. Formaðurin í SEV-stýri- inum, Ívan Johannesen, hevur alment boðað frá, at SEV nú beinan vegin fer undir at útbyggja Eiðis- vatn, hóast stóra mót- steðu, men tað tykist, at henda útbyggingarætlan skal pressast igjøgnum hvussu víkir og vendir. Tað er heilt ófatiligt, at SEV ikki kann fara undir »Vedranesprojektid«, sum full semja er um. Vit eiga at hava í hgua, at útbyggingin av Eiðis- vatni er byrjanin til ta vit- leysu útbyggingina, sum ætlanin er at fremja í Vág- um. Ein útbygging, sum oyði- leggur tað náttúru- vakrasta eki vit eiga — sum órógvar tað frið- sælasta staðið, vit hava — sum tekur gleðina frá fólki, ikki bert í Vágum, men úr ellum Feroyum, sum í takksemi njóta ta óspiltu og vælsignaðu gávu, ið skaparin gav okkum. Tað er eitt í hesum máli, sum mær tykist sera legið. Samstundis sum formað- urin í SEV kunngerð, at nú verður farið undir tey vitleysu projektini so standa fólkafloksmenn runt landið og bedýra, at fólkaflokkurin er hart ímóti. Tí má eg spyrja, um fólkaflokkurin við vilja hevur gloymt grein 13. Javnaðarflokkurin = er fyri eini skynsamari út- bygging av vatnorkuni. Men vil so sanniliga ar- beiða hart fyri, at aðrar orkukeldur, sum vindork- an, alduorkan og onnur orkufremjandi tiltøk kunnu setast i verk. Orkuleysi politikkurin hjå klandursstyrinum hevur eisini skuldina av, at renovatiónsmálið ikki er loyst. Samgongan hev- ur ikki torað at tikið nakra stødu. Hevur ikki torað at skorið igjøgnum. Avleið- ingarnar av hesum vilja- loysispolitikki eru, at fleiri av okkara vakrastu nátt- úruplássum eru fullkomi- liga umbroytt. Vanvirð- ingin fyri vekru náttúru okkara má steðgast, og tað vil javnaðarflokkurin. Gott val. Johan Magnussen Óli í Aarstovu Bara tað ikki verður bardagi, tá presturin fer at halda valfundir í Norðoyggjum. Ússaligur bóndason- ur, sum biður aðrar koma at hjálpa sær at sópa ein flór. x Lukkutíð fyri handan fuglfirðingin, at tað ikki var Bíblian hjá Levi, men nevin, hann fekk í eygað. * Bókin, sum verður ummæld á síðu 2 í dag, finst enn bara á týskum, so Kveld- skúlin verður helst noyddur at víðka um skeiðini í týskum, tá allir = limirnir hjá Viljanum skulu á skeið. * Nú hevur ein stavnur givið bók út um seg sjálvan. Men man nakar hava stundir at lesa skemtilesnað, nú so nógv valagn er at lesa í blødunum ? sosialurin