hósdagur 25. oktober 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 125 — 25. oktober 1984
8 Tiggju mans
á kolinum
Hvalbiarkolið framvegis
týdning fyri bygdina
tíðindablaðið
#
G
Tað arbeiða 10 mans á
kolinum í Hvalba. Hver
maður heggur umleið 1/2
tons dagliga. Í letuni
høgga teir 400 metur inni í
undir Rók-
einum námi
unum. Teir eru ov illa
mannaðir at vera í fleiri
námum samstundis.
Amboðini eru tey somu,
sum nýtt vórðu fyri um-
leið 300 árum síðan, tá
kolgrevsturin byrjaði her
á landi. Kolið verður høgt
við hakkara og spaka, og
einasta ljósið í náminum
kemur frá karbitlampuni.
Tó hava teir fingið ein
luftbor, sum lættir nakað
um arbeiðið. Arbeiðsbýtið
er soleiðis, at allir eru ferir
fyri at gera alt arbeiðið á
kolinum.
Tá kolið er høgt, verður
tað fylt í vognar og koyrt
á skinnarum út úr nám-
inum við handkraft. Síðan
verður tað soldað, og tað
minsta verður koyrt burt-
ur. Til síðst verður tað
koyrt í 100 punds sekkir
og selt. Nakað av leiri
verður eisini selt til leir-
virkið í Hvalba
Helgir Thomsen, sum
hevur arbeitt á kolinum í
nógv ár, trivist væl á kol-
inum. Hann sigur, at
luftin inni í náminum er
góð, við tað at gjerdar
verða gjøgnumgangandi
gongdir. Tað er vanda-
mikið arbeiði, tí námið
kann rapa. Fyri at forða
hesum styðja teir námið
við viði (props)
Arbeiðslenin er vanlig
dagløn, har frítíðarpening-
urin er iroknadur.
150 tons færri i år
Johannes Holm Jacobsen
hevur verid formadur å
kolsøluni sidan 1976.
Hann sigur, at i fjør varð
høgt 1360 tons, men
væntar at í ár verða tað
eini 150 tons færri.
Eftirspurningurin av
kolið er størri um veturin.
Tá arbeiða millum 20—25
mans, meðan hægst
tíggju manns arbeiða um
summarið.
Nógv av koli verður selt
til Vágarnar og Sand og
eisini runt alt Feroya
land.
Til spurningin um nakr-
ar ætlanir eru viðvíkjandi
nýmótansgerð av kol-
grevstri, sigur Johannes,
at kolasølan hevur í um-
búnað at fáa streym til
nýggju kolminuna, sum er
heimaliga á Prestfjalli
Tað vildi ført við sær
at luftin inni í kolminuni
bleiv friskari. Eisini kundi
so verið nýgg elektrisk
amboð ístaðin fyri kom-
pressara, nýttur
verður í dag
Kolagrevsturin verður
stuðlaður. Á figgjarætlan
ini er 1 millión avsett sum
iskoyti til kolavinnuna i
Hvalba
sum
M
Myndirnar, sum tiknar vóru á kolin-
um í Hvalba fyrr í ár, hevur danin
Torben Stroyer, ið arbeiðir á Jyll-
andsposten, tikið.