týsdagur 30. oktober 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
tíðindablaðið
Nr. 127
30. oktober 1984
ITROTTAVEDDING
Sy ÍFÓTBÓLTI {3
44. LEIKVIKA
Vikuskiftið 3. - 4. nov. 1984
Liðini
Aston Villa -
West Ham United
Chelsea -
Coventry City
Everton -
Leicester City
Luton Town -
Newcastle United
Sheffield Wednesday -
Norwich City
| føl
I
Southampton -
Nottingham Forest
+—
Stoke City -
Liverpool
Sunderland -
Queen's Park Rangers
Barnsley -
Sheffield United
Brighton & Hove Albion -
Manchester City
Charlton Athletic -
Leeds United
Notts County -
Grimsby Town
Ovara liðið
er heimaliðið
Sosialurin
veddar
So er tað 44. leikvika, ið
veddast skal um. Vit fara
beinleiðis til metingar
okkara:
1. Aston Villa-West
Ham: Her má West Ham,
ið jú vann á oddaliðinum
Arsenal seinast, metast at
vera sterkara liðið — ser-
stakliga um ein samstund-
is hevur í huga stóra tapið
hjá Aston Villa móti Lei-
cester. Utisigur (2)
2. Chelsea-Coventry:
Bæði liðini vunnu i sein-
asta leikumfari, men
metast má at Chelsea, ið
er meira steðugt leiandi,
hevur betri meguleikar at
vinna henda dystin eisini.
(1)
3. Everton-Leicester:
Everton tykist at hava
tikið yvir frá hinum bý-
liðnum, Liverpool, og ligg-
ur nú sum nr. tvey. Aftaná
stórsigurin móti Manch-
ester U. er lítið at ivast i,
at Everton hevur sjålvsilit
sum fåur og eru teir eisini
stórfavorittar at vinna á
Leicester (1)
4. Luton-Newcastle:
Hóast Newcastle er á úti-
velli og bert breiddi javn-
leik móti Watford í sein-
asta leikumfari, so er liðið
tað betri enn Luton, at tað
eigur at vinna. Vit hálv-
beta tó fyri javnleiki (X2)
5. Sheffield W-Norwich:
Sheffield liggur í fremra
endanum, men Norwich
tykist at vera komið fyri
seg, so vit velja at fullbøta
henda dyst. (1X 2)
6. Southampton-Nott-
ingham F: Tvey rættiliga
jevn lið, har Nottingham
tó hevur munin — um liðið
spælir upp til sítt besta
Vit trúgva uppá útisigur,
men hálvbeta tó fyri javn-
leiki (X2)
7 Stoke-Liverpool:
Hóast Liverpool er i leik-
ligari kreppu, sum teir tó
hava góðar meguleikar at
koma burtur úr so er
leikaratilfarið so mikið
gott, at Liverpool eigur at
vinna henda dyst. lan
Rush kann gera munin
Utisigur (2)
Kappingarreglurnar
fyri unglingar verða
meguliga broyttar
Jens Erik Magnussen tók ikki við afturvali. Jens
Erik hevur verið í FSF síðani sambandið varð sett
á stoun í 1979. Aðrenn hetta sat hann í fótbólts-
deild ÍSF.
Á aðalfundinum hjá FSF
greiddi Jens Erik Mag-
nussen, fyrrverandi skriv-
ari í starvsnevndini, frá
teimum trupulleikum, ið
hava verið í samband við
unglingadeildina.
Hann nevndi at tað al-
tid kemur fyri, at nærum
helmingurin av feløgunum
taka lið úr kappingini áð-
renn hon er komin í helvt,
ia fleiri áðrenn kappingin
er byrjað. m.a. av ti at fe-
løgini skulu nýta ung-
lingaleikarar i vaksna-
mannadeildini. Hóast
vanligu upp- og niðurflyt-
ingarreglurnar ikki eru
galdandi fyri unglingar,
so eru teir framvegis rakt-
ir av teirri reglu, ið sigur,
at leygar- og sunnudagar
eru at roknað sum ein leik-
dagur. Sum eina roynd
kundi FSF ti hugsað sær,
at broytt hesa reglu eisini
fyri unglingar, segði Jens
Eriki, men av tí at teir
ikki vistu hvat ymsum
felogini vildi siga til hetta
var einki uppskot um ti-
líka lógarbroyting lagt
fyri aðalfundin. Um felog-
ini vóru áhugaði fyri hes-
um bar jú til at saman-
kalla til eykaaðalfund fyri
har at broyta lógina.
Fleiri av fundarluttak-
arunum segdu seg vera
áhugaðar fyri tílíkari
broyting og varð tí av-
gjørt, at FSF skal saman-
kalla til eykaaðalfund har
m.a. nevnda broyting skal
vera á skránni.
8. Sunderland-Queens
Pak Rangers: Lidini eru
jevn, men sum vit hava
greitt frá áður, so hevur
QPR trupult við at fáa
stig á útivelli, so her má
roknast við sigri til
Sunderland. (1)
9. Barnsley-Sheffield U:
Barnsley er so mikið betri
leikandi enn Sheffielt, at
eingin ivi átti at verið um
sigurin. (1)
10. Brighton-Manch-
ester C: Tvey sera jevn
lið, ið bæði ætla sær at
vera við í stríðnum um at
sleppa upp í 1. deild. Vit
heilbeta (1X2)
11. Charlton-Leeds:
Eingin ivi um at Leeds er
gott lid, men leikararnir
roynast tó nakað ósteð-
ugir, men teir hjá Charl-
ton eru tó eonn ósteðugari
í leiki teirra. Hóast trupult
er at finna út av Charlton í
ár, so eru vit tó frekir og
seta eitt óbett 2-tal (2)
12. Notts C-Grimsby:
Tað gongur als ikki hjá
niðurflytarunum úr Nott-
ingham. Teir liggja fram-
vegis aftast og tað verður
neyvan móti vælleikandi
Grimsby at Notts fær
stig. (2)
Tíðindi frá Ítróttaveddingini
Til 44. leikviku verða gjerdar fylgjandi broytingar í
ítróttaveddingini
1. Um eingin 12'ari er í eini leikviku, verður hesin
vinningsluturin, 30
leikviku
fluttur til fylgjandi
Luttakandi í veddingini skulu gjalda fyri minst 4
4 rød
Stórir eykavinningar verða latnir, tå ið tað eru 3
12'arar í eini leikviku
Fleiri eykavinningar verða at vinna hjá teimum
ið luttaka í veddingini
Broytingar verða gjerdar, fyri at gera veddingina
meira spennandi. Ítróttaveddingin hevur síðani før-
oyska fótbóltskappingin endaði, nýtt enskar dystir
Luttekan hevur verið minkandi. P/F Ítróttavedding
vónar, at nú verður hugnaligari at vera við, tí vinn-
ingarnir nú verða nógv sterri
Viðmerkjast skal til broyting nr. 1, at higartil
hevur hesin vinningsluturin verið býttur millum
kægru vinningslutirnar (10'arin og 11'arin). Ítrótta-
veddingin heldur, at broytingin fer at hava góð
ávirkan á luttøkuna
Til broyting nr. 2 skal viðmerkjast, at P/f Ítrótta-
vedding hevur havt í meira lagi av seðlum, sum
ljóða uppá 1,25 kr. Av tí at ítróttaveddingin ikki
hevur fingið dekning fyri grundútreiðslur av hesum
seðlum, hevur P/F Ítróttavedding hildið, at veddast
má fyri minst 4 reð. Henda broyting hevur sostatt
onga broyting fyri veddarar, ið frammanundan
hava veddað fyri 5 kr. ella meir. Tí heldur P/F
Ítróttavedding, at henda broytingin ikki fer at mink
um áhugan fyri veddingini.
Til 3. broytingina sigur ítróttaveddingin, at hon
fer at byrja við einum eykavinningi uppá 60.000 kr.,
og ætlanin er, at hækka hann um so er, at áhugin er
nóg góður
Til 4. broytingina skal sigast, at ítróttaveddingin
hevur hildið, at oll skulu hava meguleika fyri at
vinna, og tí er ætlanin at kasta lut millum lut-
takandi seðlarnar. Ætlanin er at burturluta 10 krov
um vikuna. Um áhugin ekist, er ætlanin at hava
fleiri vinningar.