hósdagur 1. november 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Útgevari: P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Ein ábyrgdar-
leysur
sambands-
flokkur
Í EVSTU LOTU hevur landsstýrið
nú vidgjørt og tikið stødu til
brennistødina, sum IRF ætlar at
byggja við Áir og úrslitið varð, at
ein meiriluti í landsstýrinum góð-
kendi, at byggisamtyktin fyri
Hvalvikar = kommunu verður
broytt, soleiðis at byggingin av
brennistødini kann fara í gongd.
Í SJÓNVARPI og útvarpi hevur
almenningurin frætt um støðuna
hjá teimum ymisku flokkunum í
landsstýrinum. Sjálvstýrisflokk-
urin og fólkaflokkurin vóru fyri at
góðkenna broytingina í byggi-
samtyktini fyri Hvalvíkar komm-
unu og høvdu hesir eisini sínar
grundgevingar fyri tí støduni. Teir
vístu á, at Hvalvíkar bygdarráð
hevur samtykt broytingina, at
friðingarmyndugleikarnir og
heilsumyndugleikarnir hava sagt
ja til byggingina.
MEN SO KOM tann ábyrgdar-
leysa stødutakanin hjá løgmanni
og partamanni hansara í lands-
stýrinum. Teir tóku stødu ímóti
við tí grundgeving, at Sundalagið
er hjartað i alivinnuni. Løgmaður
leggur dent á, at hann umsitir ali-
vinnuna sum málsgki í landsstýr-
inum. Men hetta hevur løgmaður
gjørt í skjótt fýra ár. Øll hesi fýra
árini hevur Sundalagið verið
hjartað í alivinnuni. Og tað er
meira enn eitt ár síðani, at IRF
gjørdi av at byggja brennistød við
Áir. Fleiri mánaðar eru gingnir síð-
ani felagsskapurin setti ein part
av arbeiðnum í gongd.
FLEIRI HALDA at grundgevingin
hjá løgmanni er rétt. Men handan
grundgevingin er gomul. Hon var
til staðar fyri einum hálvum ári
síðani.Hon var eisini til staðar fyri
einum ári síðani. Alla hesa tíð
hava fleiri onnur tikið støðu út frå
somu grundgeving. Bara ikki løg-
U0IndaDIa0id
Argjavegur 26,
3800 Argir.
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn.
Telefon 118 20.
oddagrein
maður fyrr enn í fyrradagin.
Ongin broyting er hend viðvíkj-
andi gongdini í alivinnuni í
Sundalagnum. Miðvíst er alivinn-
an útbygd í tí gkinum seinastu
seks árini.
SJÁLVANDI stendur almenning-
urin spyrjandi. Vit mugu spyrja,
hví løgmadur ikki hevur syrgt fyri
at landsstýrið tók stóðu í mål-
inum fyrr. Hví tók landsstýrið ikki
stóðu áðrenn IRF fór í gongd vid -
ÁIR. Hví skal ein kommunalur
felagsskapur nýta nógvan pening
meðan bíðað verður eftir, at løg-
maður og hansara landsstýri taka
stóðu. Og tá løgmadur so tekur
eina stóðu, sum byggir á eina
grundgeving, ið er elligomul,
skínur ábyrgdarloysið hjá
løgmanni út á allar geilar.
MEN HETTA er bara tað vanliga
ábyrgdarloysið hjá løgmanni og
sambandsflokkinum. Avgerðir
verða ikki tiknar. Tær verða alla
tíðina útsettar. Einstaklingar,
feløg og kommunur bíða í mán-
aðar og ár eftir svari frå løgmanni
og landsstýrinum. Hetta hava vit
eitt ótal av dómum um hesi fýra
árini. Hetta er eisini eitt dømi um,
at tað er rætt, sum eitt av val
evnum javnaðarfloksins segði í
útvarpinum mánakveldið.
Alivinnan hevur verið hjáputur
hjá løgmanni hesi fýra árini.
NÚ GJØRDIST henda vinna rætti-
ligt hjáputur hjá løgmanni. Hon
kundi nýtast at bjarga atkvødun-
um hjá Agnar Nielsen við. Um
hetta ikki var tilfellið, kundi løg-
maður havt tikið sína støðu i
brennistødarmålinum fyri minst
einum hålvum og møguliga ein-
um heilum åri sidani, tå onki nytt
er komið fram í málinum hesa tíð-
ina.
Nr. 128 — 1. november 1984
Dimmalætting er vorðin
tíðindafróð!!!
Sjónvarpið fer nú at hava
politiskar valsendingar.
Tær verða hvert kveld í
næstu viku, uttan hós-
kveldið, Minningardag
teirra sjólatnu.
Hver flokkur fær sítt
kveld, og flokkarnir hava
sjálvir lagt sendingar sín-
ar til rættis.
Tann fyrsta sendingin
kemur mánakveldið kl.
20.30. Javnaðarflokkurin
eigur ta fyrstu sending-
ina, sum varar í 10 minut-
tir. Aftaná verður eitt um-
boð fyri flokkin í And-
gletti.
Soleiðis verður skráin
hvert kveld, og hvert
kveld verður byrjað kl.
20.30.
Týskvoldið er tað fólka-
flokkurin, mikukveldið
sembandsflokkurin,
friggjakveldið framburðs-
flokkurin, leygarkveldið
sjálvstýrisflokkurin og
sunnukveldið tjóðveldis-
flokkurin, ið er seinastur.
Í Dimmu sást týsdagin
eitt sera áhugavert bílæt,
teksturin = var: Henry
prinsur …
Millum annað stóð tað
sera áhugaverda, at prins-
urin var sera ínegdur tá
myndurnar skuldu takast;
merkiligt hann græt eisini
hóast hann er ein heilan
mána gamal. Dimma
skrivar eisini hvussu
»LADY DI« var ílatin,
men eitt manglar hvussu
vorðnar hosur og tr ..…
var hon i. Hartil er sera
illa greitt frá hvussu
ringurin hjá henni var, var
hann eisini við safirum og
diamantum, og ikki at
gloyma, úr hverjum
metalli var hann gjørdur?
Mær hevði dámað betur
um Dimma, tá hon skriv-
aði slíkar stubbar, at alt
kemur við soleiðis at vit í
Feroyum kunnu fáa at
vita hvat gongur fyri seg
úti í stóru verð.
Harafturat skrivar Terji
Davidsen nekur, heilt út í
odd og egg, sera klók orð,
Sambandsflokkurin er
sambandsflokkur, best
hevði verið um Terji kundi
greitt eitt sindur frá
steget
hvussu hetta ber til!!!!!
Ein, id trågvur lesur
DIMMU
Stridshetjan Levi
Tad var sera skemtiligt at
siggja hvalbingin mikla i
sjálvum Sosialinum, út-
bas::nera sína krigsav-
bjóðing til okkum mongu
dulnevndu skribentum
Sosialsins.
Tað er gleðiligt, at Levi
er til dystin fús, tí her
kemur fyrsta útspæl okk-
ara.
Tað hevur verið ógvu-
liga hugstoytt hjá mær
sum einum trúgvandi
javnaðarmanni at sæð
ávísar garpar út tí kapital-
istiskt gjøgnumsyrada
fólkaflokkinum, standa
fram og proklamera, at
teirra politikkur hevur
nakað sum helst av upp-
bakningi at heinta í Halgu
bók. Tí hetta er beinleiðis
ósatt.
Tað átti Levi at vita, at
eitt tað stersta vónbrot, ið
lærusveinar Jesusar
fingu, var, at hann ikki
vildi leggja seg út í tey
politisku viðurskiftini, ið á
ongan hátt vóru hansara
fólki góð. Nei, orðini vóru
„Gevið keisaranum tað, ið
keisararans er, og Guði
tað, ið Guðs er.
Men eisini í teirri tíð
vóru menn, ið ynsktu at
gera sær politiskan vinn-
ing av átrúnaði sínum.
Teirra skoðsmál var tá
sum nu. l ttan eru tit
vakrir á at líta, men innar
eru tit sum kálkaðar grav
ir.
At so meistarin, ið dag
er drigin inn á politiska
leikpallin, ja hevur fingið
sín egna flokk, er bert ein
syrgilig fylgja av tí av
skeplaða trúarlívi, ið hesir
menn, ið ynskja politiskan
vinning fram um alt ann-
að, framvísa. Á hesum
sinni fari eg at nýta mítt
dulnevni, men seinni skal
eg nokk seta mítt egna
kristna navn undir.
Stríðsmaður
Hví ikki í Leirvik
Nógv tjak hevur verið um
hvar studentaskúlin og
HF-skeiðið í Eysturoy
skal liggja. Politikararnir í
Eysturoy royna hvat teir
kunnu at fáa skúlan nærri
tí bygdini, hvar teir sjálvir
búgva, og úrslitið er ein
vánalig fyribilsloysn, sum
ger, at skúlin verður hang-
andi í Getugjógv. Nú er
upp á tíðina, at politikar-
arnir úr norðuroyggjum
vakna, og fara at arbeiða
fyri næmingunum úr
teirra valdømi, sum nýta
minst 1 1/2 tíma um dagin
til at ferðast í, ella noyðast
at fáa sær innivist í Eyst-
uroy, sum 1 mongum før-
um er ov kostnaðarmikið.
Um skúlin haraftur-
ímóti lå i Leirvík, høvdu
nordingar sloppid frå at
koyrt i bussi, eftir at hava
siglt hålvan tima vid Tern-
uni, og fyri Eysturoy-
ingar, måtti tad verid lika
mikið, um teir sótu 5 min.
meira ella minni i buss-
inum. Nú kemur bergholið
eisini igjøgnum, so teir
sleppa frá Leirvíksvegn-
um.
Fyri at lætta um hjá
norðingum hevur talan
verið um, at byggja sam-
búgv í Eysturoy, men
hetta hevði heldur ikki
HONDA
lakærust
garanti
verið neyðugt, um skúlin
lå í Leirvik, og so høvdu
vit spart fleiri mill. kr.
So hví ikki fáa eina
endaliga semju í lag, og
byggja HF og studenta
skúlan fyri norðingar og
eysturoyingar í Leirvík?
K. Johannesen
H
-findes ikke bedre