Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 128 — 1. november 1984 Borgarliga landsstýrið! Teir veðhalda fyri milliónir uppá nakkan á tær og mær — og fylgja als ikki teimum treytum sum fylgja við. Jørgen Thomsen skrivar um kreppustuðul landsstýrisins til ívíkavist Giljanes og Reynsatind og spyr, hví treytirnar, ið fylgja við veð- haldum ikki verða fylgdar. Sagt verður um okkara borgarliga landsstýrið, at tað er óarbeiðsfert og ikki tekur tær politisku av- gerðir, sum eitt landsstýri noyðist at taka. Tað er nógv, ið bendir á, at lættliga verður farið um tær avgerðir, sum tiknar verða. Nú kemur annað, og meir óhugnaligt fram í hesum sambandi, og sum ikki kann fara óátalað framvið. Hetta hendi í legtingsins fíggjarnevnd. undan Av og á verða veðhald játtað, sum eru út um tað vanliga. Tað kann vera so- leiðis, at fíggjarnevndar- limir meta, at hetta skip ella virkið, sum umsókn- ina eigur, er arbeiðsfremj- andi og ikki eigur at steð- ga, men hevur framman- fingið rættiliga høgt veðhald, soleiðis at tað almenna náttúrliga eigur at hava eftirlit og ávirkan hvar ið rakstri og leiðslu viðvíkur. Nú um dagarnar var umsókn til viðgerðar í figgjarnevndini um veð- hald frá tí so nógv umtal- aða, Reynsatindi. Lands- stýrið hevði fyri sín part játtað hesi umsókn eitt veðhald uppá í millum sjey og átta milliónir krónur. Samgonguflokkarnir í figgjarnevndini vóru sjálvandi ikki samdir við sínum egna landsstýri, so her kom at vænta ein at- kveða í fyri at fáa hetta mål igjøgnum. Tá ið Giljanes fekk játtað sítt veðhald fyri einum ári síðani varð av javnaðarflokkinum kravt, at um vit skuldu taka undir so skuldi setast eft- irlitsfólk av landsstýri- num at fylgja við gongd- ini. Tá ið umsóknin um veð- hald til Reynsatind kom til viðgerðar í fíggjar- nevndini varð av undirrit- aða spurt, um eftirlitsfólk var sett á Giljanes pro- jektið, um hver hetta var og um hetta gekk sum ætlað. Upplýst var, at eft- irlitsfólk hevði einki víst seg, og at leiðslan fyri Giljanes fleiri ferðir hevði sóknast eftir hesum hjá landsstýrinum, men sum sagt, eingin hevði gjert vart við seg enn, og nú er meira enn eitt heilt ár farið aftur um bak. Tessvegna lat eg vita, at vit ikki kundu taka undir við um- sóknin til Reynsatind, tá ið landsstýrið vanvirðir tær avgerðir og treytir, ið lagdar verða við teimum málum, sum figgjar- nevndin vidtekur. 1. ER tað fíggjarmálaráð- harrin T. Poulsen, sum ikki fylgir við í, hvat hendir á ti figjjarliga ekinum? 2. Er tað fiskimálaráð- harrin, sum umsitur $ hetta málseki, og heldur ikki vil gera sum figgjarnevndin vidtekur? 3. Ella er tad sjålvur løg- maður, ið ger slíkt? Í ellum førum er tað borgarliga landsstýrið, sum í heimildarloysi veð- heldur fyri milliónupp- hæddum upp á nakkan á feroyska skattgjaldaran- um, sum framman undan er púrgaður eftir skatti. Lánið er tikið og Gilja- nes hevur fingið peningin. Spennandi hevði verið at fingið at vita um heimild var fyri at gjalda pening- in, áðrenn treytirnar, sum fíggjarnevndin ålegdi, vóru fylgdar. Og enn meiri spennandi um hetta hevði hildið í rættinum, tí eitt heilt ár er nú farið. Reynsatindur fekk eis- ini sína umsókn viðtikna, uttan hjálp frá undirrit- aða, og treytirnar eru tær somu sum fyri Giljanes- lánið. Eftir øllum at døma er lítið virði í hesum treyt- um. Jergen Thomsen Sambandsflokkurin er sjálvstýrisflokkur Tað er lætt at rokna øll mål upp, sum ikki eru framd, tí so lítið er útrætt- að hesa løgtingssetu, sum eingin hevði droymt um. Tey fólk, sum eru komin væl yvir 70 ár, tey minn- ast Sjálvstýrisflokkin og Sambandsflokkin, tá ið teir vóru stovnaðir, og tað hevur verið so nógv kland- ur innan Sjálvstýrisflokk- in, at nú eru tað 4 Sjálv- stýrisflokkar og ein er horvin. Vinnuflokkurin, tann fimti, ja har hevur verið klandur við lít. Og hesir 4 sjálvstýrisflokkar tóku seg saman og skip- aðu landsstýri í felag í 1962, men so nógv var klandrið innanborðað á sjálvstýrisskútuni, at skútan strandaði á Hálv- ari leið og var vrak. Legmaðurin Hákun Djur- huus rópti neyðarróp í Út- varp Feroya, at skútan var strandað og hann var noyddur at leggja frá sær. Men teir lappaðu sjálv- stýrisskútuna aftur so hon larraði setuna út. Sjálv- stýrisflokkarnir = ræðast sjálvstýri. Til legtingsval 1966 vóru tað fleiri valevni hjá Fólkaflokkinum, sum lovaðu, at komu teir inn á ting skuldi einki yvirtøku- mál verða framt. Og nú er Tjóðveldisflokkurin ging- in eina nýggja loysingar- leið, vit skulu loysa og danir skulu gjalda loys- ingina. Ja, Sjálvstýris- flokkarnir eru ússaligir (nógv er ímillum Sam- bandsflokkinum). Í 1931 setti Sambands- flokkurin punkt 1 á stevnuskrá sína inn á ting at stemma um, eg havi latið mær fortalt, at punkt 1 í stevnuskrá Samband- floksins ljóðaði nakað so- leidis: »Den nuværende statsretslige stilling må bevares usvækkelig i kongeriget Danmark. Tå vóru vit amt i Danmark. Og tak Sambandsflokkin i dag. I dag er Sambands- flokkurin ein framstand- andi sjálvstýrisflokkur, og tá ið loysing verður í Feroyum verður tað Sam- bandsflokkurin, ið loysur frá Danmark og ikki nakar sjålvstyrisflokkur, ti sjålvstyrisflokkarnir eru ræddir fyri øllum sjålv- stýri. Vit hava lisið og hoyrt tá ið vit fingu hevi at stemma fyri loysing, tá ráddi fólkaflokkurin velj- arunum at stemma nei fyri loysing. Tað brennur á — vit fylkjast um javnaðar- flokkin og fella hitt svart- asta borgarliga afturhald- ið. Gunnar Staksá