Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— 3. november 1984 316 berjast um 29.000 krossar — Bara 38 kvinnur uppstilladar Hósdagin 8. november sleppa 29.000 veljarar at avgera, hverji av teimum 316 uppstillaðu valevn unum, 278 menn og 38 kvinnur, skula vera í Løg- tinginum næstu fýra árini. Í mesta lagi 32 sleppa inn um ta høgu tinghúsgáttina Ymiskt er, hvussu nógv valevni eru í teimum sjey valdømunum, úr 23 upp i 94. I Sudurstreymoyar val- dømi eru 94 valevni, 18 kvinnur og 76 menn. Men her eru eisini nógv flestir veljarar, 9.834. Í Vágum og Norð- streymi eru bara 23 val- evni. Í Sandoyar valdemi eru 24, í Suðuroynni 44, í Norðoygjum 48 og í Eyst- uroynni 60 valevni. Í Havnini eru 8.563 veljarar og í Klaksvík 3.034. Tað verður tó ikki allastaðni so trongligt í valhelunum Á Stóru Dímun eru tríggir velj- arar, á Skarvanesi sjey, í Víkarbyrgi sjey, í Múla eisini sjey, í Syðradali á Kalsoynni niggju og á Trellanesi eru tíggju velj- arar. Lutfallið millum valevni og veljarar er eisini rætti- liga ójavnt. Siga vit, at valluttøkan verður 100% og atkveðurnar býttar javnt millum valevnini, so fáa valevni í Norðoya valdømi 79,1 atkveðu i part, i Eysturoynni 102,5, i Norðstreymi 98,7, i Sud- urstreymi 104,6, í Vágum 83,3, i Sandoyar valdømi 47,0 og i Suduroynni 88,7 atkvødur hvør Næstan 3.000 fleiri Til løgtingsvalid í 1980 vóru 27.085 veljarar, so knappliga 2.000 eru komn- ir afturat hesi fyra årini. 26.559 høvdu valrætt til logtingsvalið í 1978. Bæði árini var valluttekan 86 % A valinum í 1980 fekk fólkaflokkurin 4.399 at- kveður, sambandsflokkur- in 5.557, javnaðarflokkur- in 5.043, sjålvstyrisflokk- urin 1.953, tjóðveldis- flokkurin 4.415 og fram- burås- og fiskivinnuflokk- urin 1.905. Minningardagur teirra sjólátnu Hósdagin, alla halganna dag, varð minningarhald teirra sjólátnu hildið um alt landið, við minnisvarðar og í kirkjum. Í Havn var fitt av fólki komið saman í Viðalundini, tá legmaður vegna Landsstýrið legði krans við minnisvarðan yvir teir, sum fórust undir eðrum heimsbardaga. Fáar kvinnur Tad eru framvegis fáar kvinnur í politikki. Til log tingsvalið hesaferð eru bara 38 kvinnur uppstill- aðar. Valevnini eru til- samans 316, so 12% eru kvinnur. I 1980 vóru 312 valevni, og harav vóru 32 kvinnur (10,26 %). Í 1978 vóru 318 valevni, og tá vóru 29 kvinnur uppstillaðar. Tað eru 9,1 %. I Sudurstreymoyar val- dømi eru 18 kvinnur upp- stilladar og i hinum val- dømunum liggur talið millum sjey í Norðoyggj- um og onga í Vága val- demi. hd Fáa longri tíð at skriva um ung- mannafeløg Freistin at vera vid i savn ingarkappingini hjá Fróð skaparsetrinum um ung mannafeløg skuldi vera úti 1. november. Men Fróðskaparsetrið hevur avgjert at longja hana til 10. desember. Nakað tilfar er longu komið og annað er fráboðað, men seinkað Hetta er orsekin til, at freistin er longd Fróðskaparsetrið vónar, at væl verður tikið undir við kappingini. Um ikki stundir verða at skriva stórvegis, hevði tað eisini komið væl við at fingið at vitað um skjel og annað tilfar, ið hevur samband við ungmannafeløgini Trolarar biða til mánadagin Fíggjarnevndin hevur urin månadagir ð fund aftur inadagin tant i k 1.00 I gg ] grur x eru á skránni, millun ArnevnC annað byggilánsveð ýsdag hald til tríggjar trolar skr ir, ætlanin er at byggja Feroyum. Ein skal greiða tey lí Hin byggjast á Skála og tiggju blivt se tveir i Vestmanna månadagin Landsstýrið hevur játtað at veita veðhald hd Fíggjarnevndarfund »Brendar bryr« å Strondum Í morgin, sunnudagin kl. 16.00, og måna- dagin kl. 20.00 spælir Gríma leikin >Brendar brýr< í Biografsalinum í Bygdarhúsinum á Strondum. Næsta vikuskiftið aftur fara tey til Klaks- víkar við leikinum um systrarnar, sum klandrast, meðan mamman liggur at doyggja. HONDA lakærust garanti -findes ikke bedre