leygardagur 3. november 1984síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 129 — 3. november 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 3
Kelduskattaskipanin
broytir onga skattalog
— Henda skipan gongur eftir somu skattareglum sum tann gamla skattalógin.
Okkara kelduskattaskipan er bert ein broyting av innkrevningarskipanini og ger als
2
sinki við tann ójavna og tað órættvísi, sum er í verandi skattalóg, skrivar Ernst
Hansen, valevni javnaðarfloksins í Suðuroynni m. a.
Á teimum fundum, ið ver-
ið hava, hava landsstýris-
flokkarnir fert fram, at
tann figgjarligi politikkur,
ið førdur hevur verið hesi
seinastu 4 árini, hevur
verið sera fyrimyndarliga
góður.
Fólkaflokkurin ferir
fram, at hver føroyingur
hesi seinastu 4 árini hevur
spart upp 80.000 kr.
Hesin peningur er settur
inn á bók í teimum fer-
oysku bankunum.
Hetta er peningur, ella
avlopspeningur, sum hver
av okkum hevur eftir, tá
skattur og fastar útreiðsl-
ur til vanligt húsarhald
eru drignar frá.
Sjálvur havi eg seinastu
8 árini havt sera góðan
meguleika at fylgja við,
hvussu inntekuveksturin
hevur verið í landinum.
Satt at siga, havi eg
ikki verið varugur við,
hver bólkur ella bólkar her
er talan um, at kunna
leggja 80.000 burturav og
seta teir inn. Talan kann
als ikki vera um arbeið-
arar, fiskimenn ella starvs-
fólk.
Hesir bólkar hava allir
havt minkandi keypiorku
hesi seinastu 4 árini. Tað
hevur alsamt verið strevn-
ari at fingið endarnar at
røkka til. Eisini skulu vit
hava í huga, at skatturin
er vaksin fyri allar miðal-
inntkur hesi somu 4 árini.
Eg vil her spyrja fólka-
flokkin — hverji eru hesir
bólkar í samfelagi okkara,
sum hava fyrrnevndu
meguleikar, at kunna lagt
hesar 80.000 krónur til eg-
inogn sína?
Sambandsflokkurin fer-
di fram til seinasta val, at
seinasta landsstýrið undir
javnaðarfloksins leiðslu
hevði fert ein skilaleysan
figgjarpolitikk, at land
okkara var komið at
skylda 1 milliard í uttan-
landsskuld.
Hesin politikkur, segdu
teir, førdi tað við sær, at
landið bleiv koyrt á húsa-
gang. Henda uttanlands-
skuld svaraði til 22.000
kr. pr íbúgva. Kom íkki
vend í her, og kom sam-
bandsflokkurin ikki til, og
fekk steðgað hesum skila-
leysa politikki, so komu
vit í tað óbótaligu steðu,
at eingin meguleiki fór at
vera at gjalda hetta aftur,
og vit blivu bundnir figgj-
arliga allar ævir.
Sambandsflokkurin kom
til, fekk leiðsluna í Tinga-
nesi, men eftir 4 árum
undir hesi leiðslu eru vit
komnir í eina uttanlands-
skuld, sum er 3 milliardir
og sum svarar til 70.000
kr. pr. íbúgva.
Nú sigur bæði fólka-
flokkurin og sambands-
flokkurin, at hetta at vit
nú skylda 3 milliardir —
tað er sera skilagóður poli-
tikkur, vit hava tað sera
gott. Eingin nýtist at
verða erkymlaður av hes-
um stóra talið 3 millardir.
Vinnan skal nokk klára
hetta — tað er vinnan,
sum skal gjalda.
Eg eri í hvussu so er
ímillum teirra, sum ivast,
um vinnan er fer fyri at
gjalda nakað av hesum
milliardum.
Er vinnan ikki ell sum
hon er í kreppustødu? Og
sigur tað ikki nakað —
sum upplýst varð á einum
veljarafundi — at lands-
kassin hevur longu nú lagt
25 milliónir út fyri tvey
skip?
Mín metan er tí tann, at
oll uttanlandsskuldin at
enda øll verður løgd yvir
til skattgjaldaran at
gjalda. Tá fara vit — len-
takarar — at merkja
broytta liviumsteður til
tað verra, og fer hetta at
ganga út yvir ell okkum,
sum í dag hava heiti A-
skattgjaldarar.
Hetta er so úrslitið eftir
4 ár við einum liberalum
stýri.
Sjálvstýrisflokkurin lov-
aði okkum til seinasta val,
at komu teir til, so skuldu
teir syrgja fyri. at vit
fingu eina nýggja skatta-
lóg. Teir komu til, fingu
sjálvan fíggjarmálaráð-
harran. Men ikki nokk við
hesum. Teir fingu eisini
$13 í samgongusáttmál-
an, sum sigur, at allar
lógir, sum landsstýrið
leggur fram, skulu allir
landsstýrisflokkar = vera
samdir um, áðrenn hesar
kunna leggjast fyri tingið.
Tit hava sostatt havt
allar møguleikar at fingið
allar broytingar igjøgn-
um, sum tit hava ynskt.
Men tað komu ongar
broytingar. Kelduskatta-
skipanin broytir onga
skattalóg. Henda skipan
gongur eftir somu skatta-
reglum sum tann gamla
skattalógin. Okkara keldu-
skattaskipan er ein broyt-
an av innkrevjingarskip-
anini. Hetta á tann hátt,
at tað almenna fær skattin
fyrr frá skattgjaldaranum
nú enn eftir ti gomlu skip-
anini.
Hetta, vita tit, var ong-
antíð ætlanin skuldi verða
einasta úrslitið við keldu-
skattinum.
Nú siga tit, at sjálv-
stýrisflokkurin kundi ikki
fáa nakrar broytingar
igjøgnum viðvð. skatta-
lógini, tí samgonguflokk-
ar tykkara — sambands-
flokkurin og fólkaflokk-
urin — vildu ikki ganga
við til hetta. Tit siga eisini
frá, at um tit ístaðin fyri
tykkara núverandi sam-
starvsflokkar hevdu javn-
aðarflokkin, so vildu vit
fingið eina góða skattalóg
Í hesum eru vit sera
samdir. Hetta er eisini or-
sekin til, at vit heita á
veljarar um at fara á val
tann 8. nov. og seta ein
sterkan javnaðarflokk á
ting.
Ernst Hansen