týsdagur 6. november 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Feroyar í dag
Fremsta fiskivinnutjóð
— aftasta landbúnaðartjóð
Orsøkin: foroyskt jarðarbrúk er rikið eftir fólkafloks-
uppskrift
Javnaðarflokkurin má og skal út í Tinga-
nes og har syrgja fyri, at gongd kemur á
jarðarbrúk. Í dag verður tað rikið eftir
borgarligum prinsippi og tí arbeiða bónd-
ur 24 tímar um samdøgrid allar 365 dagar
um árið. Teir hava tí ongantíð frí og eru
einasti stættur í samfelagnum, sum ikki
hevur frítíðarpening, sigur Jákup Eides-
gaard, bóndi á Eiði og valevni javnaðar-
floksins í Eysturoynni
— Fyri umleið 30 árum
síðani tosaðu teir borgar-
ligu nógv um, at nú fingu
vit fjøllini heim, og nógvir,
sum vóru áhugaðir fyri
jaíðarbrúki, roknadu við,
at nú fór gond at koma í
føroyska jardarbrukid,
sum bert hevði gingið
aftur á hondina síðani
krigslok.
Reinur fólkafloks-
politikkur
Men tianverri siggja vit i
dag, skjótt 30 ár aftaná, at
tað hevur verið rikið ein
reinur fólkaflokspolit-
ikkur: ... einki skal
henda, tað skal vera
ójavni í fíggjarmeguleik-
um og meguleikum sum
heild at fáa úrteku.
Ti er tað neyðugt, at
javnaðarflokkurin tekur
sær um reiggj eins og
hann syrgdi fyri, at vit
fingu endurnýggjað skipa-
flotan, sum varð vorðin
avoldaður, og meginpart-
urin av honum niður-
skotin undir krígnum. Vit
síggja á livifótinum,
hvussu stórt gagn javnað-
arflokkurin gjerdi fiski-
vinnuni
Vit eru ein tann fremsta
fiskivinnutjóðin i dag,
men å landbiinadar-
økinum eru vit ein tanri
aftasta, og tad kemur
helst av ti, at vit bert hava
havt jarðarbrúk eftir
fólkafloksuppskrift Og
víðari sigur Jákup Eides-
gaard:
— Vit hava tí fyri neyðini,
at tað verður javnaðar-
flokkurin, sum kemur
framat. Hyggja vit i
stevnuskrá javnaðarfloks-
ins, so síggja vit, at har er
ein útbyggingarmeguleiki
har allir, sum raka jarðar-
brúk, hava meguleika at
koma inn undir somu
semdir og hava somu
kappingarmeguleikar.
Tað ber til við føroysk-
um jarðarbrúki. Ein hoyr-
ir tíverri sum jarðarbrúk-
ari, at tað loysir seg betri
at keypa mjólkina uttan-
lands enn at framleiða
hana í Føroyum. Eg vil
siga, at hetta er rong tala,
tí hver litur av mjólk, sum
verður framleiddur í Før-
oyum, hann sparir okkum
umleið 1,50 til 2,00 kr. í út-
lendskum gjaldoyra.
Nú hesi seinastu fýra
árini er tað vernsað í stór-
um við tað, at vit hava
keypt meira enn vit hava
selt fyri. Ti er neyðugt at
vit fáa eina framleiðslu
sjálvir.
Í aðrar mátar er hetta
ein trygging. Vit tryggja
okkum, vit tryggja bilar-
nar o. s. fr. Men kemur ein
krepputíð eins og mong av
teimum eldru minnast, ja
so hava vit ongar megu-
leikar at yvirliva í Feroy-
um, uttan at vit fáa jarðar-
brúkið bygt upp.
Bygdamenning er
menning av
jarðarbrúki
Tað er eisini fávitskut at
tosa um bygdamenning,
kemur ikki jarðarbrúkið
sum nummar 1. Vit mugu
geva bygdunum megu-
leika til at arbeiða ta jøri
Javnaðarflokkurin tekur grundarlagið
undan bæði fasistiskum høgrakreftum
og kommunistiskum diktaturi.
tíðindablaðið
har sum hon liggur. Meg-
inlandið og tey stóru
plássini fáa gagn av hes-
um, tey fáa ein trygging
ímóti krepputíðum.
Vit síggja, at tað prutlar
undir lokinum rundan um
okkum. Í Bretlandi og Is-
landi reka teir ein slíkan
politikk, sum gevur gróðr-
arbotn fyri kommunismu,
og skulu vit slepaa undan
hesum í Feroyum, er neyð-
ugt, at vit fáa javnaðar-
flokkin til at stýra aftur í
Tinganesi. Hann tekur
grundarlagið undan bæði
fasistiskum hegrakreftum
og kommunistiskum
diktaturi.
Ongantid frí
At jarðarbrúkið verður
stýrt eftir borgarligum
prinsippi er eyðsæð. Sum
demi kann eg nevna, at vit
sum arbeiða innan jarðar-
brúk hava 24 tímar vakt
um samdegrið, 365 dagar
um árið. Vit hava ongan
meguleika fyri frítíð. Vit
er einasti stættur í sam-
felagnum, sum ikki hevur
frítíðarpening. Og minnir
tað nógv um tann borgar-
liga politikk, sum ein lesur
um í Miðamerika, har
einki er fyri tey smærru,
sum onga frítíð skulu
hava. Har eru vit aftar-
liga. Eg veit, at tað før-
oyska samfelagið, so ríkt
tað er í dag, orsakað av
javndarpolitikki, eitt av
heimsins bestu, at vit
hava ráð til eisini at fáa frí
sum onnur.
Royndir kring
landið
Royndarbrúk er alneyð-
ugt fyri tað føroyska jarð-
arbrúkið. Ein planlegging
av, hvat vit skulu brúka
til gras, hvat til retur og
grønmeti, er neyðugt.
Royndarsteðin verður
bygd nú, alt gott um tað,
Jákup Eidesgaard hevur megnað at byggja upp stórt fjós eftir fáum árum
i þá 0
Nr. 130 — 6. november 1984
3 i
2
+
MR f… > f
pr
Jákup Eidesgaard, bóndi á Eiði oktober 1984
men hon loysir ikki trup-
ulleikarnar úti á smápláss-
unum, tí gróðrarlíkindini í
Kollafirði, á Sandi og í
Norðoyggjum eru ikki tey
somu. Tí krevja vit roynd-
arbrúk kring oyggjarnar,
t.v.s., at royndir verða
gjørdar ymsastadni, har
vit einastaðni skulu fram-
leiða grønmeti, einastaðni
kjøt og í einum eðrum
plássi skulu vit framleiða
mjólk.
Hetta er nakað av tí,
sum neyðugt er og sum
javnaðarflokkurin vil
átaka sær at syrgja fyri,
at vit fáa eitt slíkt jarðar-
brúk soleiðis, at vit, um
stórkreppa tekur seg upp,
ikki líða hungur, men hava
ein ressurs og reserva,
sum rekkur yvir eina
longri tíð. Hava vit mjólk,
kjøt, egg og grønmeti, so
fåa vit væl nakrar fiskar
aftrat vid strendurnar og
klára so at yvirliva til
kreppan er av, sigur
Jákup Eidesgaard at
enda. jan