mikudagur 7. november 1984síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
REE
LL EO A
Nr. 131 — 7. november 1984
tíðindablaðið
Kollafjerður fer at fáa alstóran týdning fyri alla menningina í Norðstreymoy, serstakliga tá berghol verður gjert
millum Kaldbaksbotn og Oyrareingir
Renovatiónsmálið:
Uppskot til Feroya
Løgting
Nú er komið so langt við
renovatiånsmålinum, at
nú fer legtingið, sambært
Tíðindablaðið Sosialin, at
taka málið um brennisteð
til viðgerðar, áðrenn valið
8. nov. komandi. Úrslitið
verður, sambært valevnini
í Norðurstreymoy, hjá
Kristiliga Fólkaflokk-
inum, Javnaðarflokkinum
(teimum, sum tosaðu í
Hvalvík), Tjóðveldisflokk-
inum og Sambandsflokk-
inum, at ein legtingsmeiri-
luti verður ímóti brenni-
stød við Áir.
Tí, einaferð enn, Tór-
bjørn Poulsen, landsstýr-
ismaður í kommunalum
málum, forðað einum IRF
framskundan í hesum mál-
inum, soleiðis at kommun-
urnar í ådurnevnda felags-
skapi ikki aftur skulu
rinda nógvan pening fyri
einki úrslit.
Eg kundi hugsað mær
at givið Feroya Legtingi
eitt uppskot um plasering
av brennisteðini: Setið
brennisteðina við Dala-
gjógv, norðuri í (el. á) Døl-
um, sum tað verður kallað
í Vestmanna; samtykkið,
háttvirdu tingmenn, at
Feroya legting rindar, ein
tunnil, úr Saksunardagli
og vstur í Dalar og gerð av
veg hagar sum brennisteð-
in skal liggja. Við orðing-
ini »at Føroya legting
rindar< er meint við, at
hetta verður goldið av
landskassanum. Hátt-
virdu tingmenn, broytið
samtyktina um at hitin
skal útnyttast til sovorðið
endamál, at ein brenni-
steð, sum nú er, má liggja
upp at bygdum eki.
Tað, sum fær meg at
koma við hesum uppskoti
nú, er
fyri tað fyrsta:
Skuldi nakað kiksað við
brennisteðini har norð-
urin, so dálkaði roykurin-
frá henni ikki nakað
drekkivatn, sum higartil
verður brúkt av fólki í
Norðurstreymoy ;
fyri tað næsta:
Ég trúgvi heilt vist upp-
á, at hitin kann gerast um
til el-megi, og el-megi er
lett af flyta
fyri tað triðja:
At við einar tunnil úr
Saksunnardali og vestur í
Dalar kemur eitt stórt
landbúnaðareki at verða
munin lættari at rekja enn
higartil;
fyri tað fjórða:
Hetta telur ikki minst,
tey, sum hava mótmælt
hesari ætlaðu plasering av
brennisteðini við Áir, tey
eru ein ovurhonds stórur
meiriluti í Sundalagnum,
og í einum demokratisk-
um landi sum Feroyar enn
eru, her átti vilji teirra at
verðið gingin teimum á
meti.
Ein bygdarráðslimur
Harra blaðstjóri
Vilja tygum gera so væl
at seta hesa grein í blað
tygara:
A valfundinum í Kolla-
firði 3.11.84, sum var
ógvuliga góður og siðilig-
ur fundur, framførdu pol-
itikararnir síni mál.
P/f Dyllan og dóttur-
felagið P/f Blue North
vóru eisini á skránni. Tey
vórðu sakliga vidgjørd av
øllum flokkum uttan av
sambandsumboði okkara i
Kollafirði, Terje David-
sen, tannlækna.
Terje segði, at nú hevdu
hesir somu menn gjert
dótturfelag P/f Blue North
og slapp eingin á fund,
uttan hann nú var eigari
av Blue North.
Hetta er
ósannindi.
beinleiðis
Tað hevur
Terji Davidsen
og ósannindi
eingin fundur verið hildin
uttan tað er nevndin fyri
P/f Dylluna, sum hevur
lýst hann og partaeigar-
arnir har hava havt av-
gerðarrættin.
Eitt annað er at ein, ið
ikki er parteigar, ikki
sleppur inn.
Eisini segði Terje Dav-
idsen, at 2 av hesum
monnum, undirritaði og
Tummas Arabo, hevdu
verið í Japan og havt kon-
urnar við og P/f Dyllan
hevði goldið. Hetta er eis-
ini ósannindi. Vit hevdu
konurnar við, men tað
hava vit goldið sjálvir.
Sambandsmenn mugu
ikki trúgva, at vit eru so
illa komnir, at vit ikki
klára okkara konur.
Hann skuldi heldur tos-
að um ta orku, sum nevnd-
in hevur lagt í fyri at
skapa nakað í Kollafirði
(saman við Kvívík og Hós-
vík).
Í Dimmu 30.10.84 skriv-
ar ein sambandskollfirð-
ingur, at tað er ikki neyð-
ugt at velja Kristiliga
flokkin, tí Sambandið
hevur 2 deknar á listan-
um, nevniliga Terja og
Agnar. Sannleikin er tann,
at um Agnar gongur við
líka grovum ósannindum
sum Terje, so haldi eg, at
vit fyrst mugu fáa teir
vekk sum deknar og síðani
úr flokkinum, um tit
ynskja nakrar stemmur til
Sambandið.
Vinarligest
Helgi Geyti
form. fyri P/f Dylluna og
Dótturfelagið
P/f Blue North