Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 1984síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður breðralag 57. árg. % kr. 5,- Endaði aftur á hjólunum Um fýra-tíðina tók ein við mána- morgunin hvirla ein bil Norðradals- skarð. Hvirlan snaraði bil- „ inum soleiðis, at hann end- aði aftur á hjólunum og á vegnum. Fólkaskaði var ongin. Heldur ongin fólka- skaði hendi, tá tveir bilar stoyttu saman á Hoyvíks- vegnum í gjár, men bilar- | nir fingu stóran skaða. Nr. 149 * Týsdagur 18. desember 1984 Hættaði sær ikki inn í Havn Hendan myndin er tikin á molanum í Havn í gjár. Tað breyt ófert uppum. Líkindini vóru so ring, at bæði Smyril og Líðartindur leitaðu inn á Skålafjørdin. Líðartindur kom inn móti Havnini um fimmtidina i gjáramorgunin, men tå teir sóu, hvussu vorðið var, hildu teir tað ikki vera vert at royna at fara inn. Teir fóru tí inn á Runavík í staðin. Har lógu teir úti á fjørdinum og bíðaðu eftir líkindum at leggja at og ikki fyrr enn klokkan hálvgumfýra seinnapartin bar til. Líðartindur skuldi síðani fara til Havnar og so haðani til Klaksvíkar og Tveroyrar. Á Traderline væntaðu teir, hann kundi fara niður aftur einaferð um náttina. Men hetta kemur tó ikki at tarna skipinum, tí tað hendan túrin hevur góða tíð, við tað tað ikki skal inn í Hirtshals. Smyril gjørdi skjótt av, tå hann kom úr Suðuroynni í gjåramorgunin. Tað vardi eina letu, áðrenn hann fekk lagt at. Hann lá ikki longur enn, at fólk og bilar sluppu í land. So loystu teir aftur og hildu inn á Skålafjørdin at kroka. Tað var so nógvur súgur inni í havnini í gjáramorgunin, at teir hjá Star Shipping noyddust at gevast við lossing- ini, tí skipið livdi so nógv. Føroyingar keypa nu heimsins størsta aliring 15 føroyingar heimaftur av ferð í Írlandi at hyggja eftir japanskum aliringi, sum kann fáa kollveltandi týdning fyri alivinn- una í Feroyum. Síða 8 og 9. Eitt úrslit av ferðini hjá føroyskum alarum o. ø. við tilknyti til alivinnuna i Ir- landi nå um dagarnar er, at tann fyrsti stóri jap- anski aliringurin nú er bí- lagdur og kemur til Fer- oya einaferð í komandi ári. Finnbogi Arge, sum marknaðarferir hesar nýggju aliringarnar í Fer- oyum sigur, at nú er tann fyrsti aliringurin bílagdur. Hann vil kortini ikki upp- lýsa, hver skal hava henda ringin. Annars hava fleiri fyri- spurningar verið og rokn- ar Finnbogi Arge við, at fleiri eru hugaðir at keypa Verður hon byråds- formaður i Havn!!! Lisbeth Petersen, einasta kvinnan í Tórs- havnar Byråd, stendur i bodi at gerast býráðsformaður. Í gjár hevði hon samråd- ingar við hinar flokkarnar í býráðnum. Lisbeth Petersen er tungan á vágskálini í eini komandi býráðssamgongu. og er sum so fegin um, at hann sum umboðsmaður fyri Bridgestone kann vera við til at hjálpa for- ovskari alivinnu, hetta slagið av aliringum. Sjálvur heldur hann, at hesir aliringarnir fara at merkja eina kollvelting innan føroyska alivinnu