Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. William Heinesen heiðraður Sunnudagin fekk William Heinesen handað Gelsted-Kirk-Scherfig heiðurslenina á samkomu, sum var hildin í Norðurlandahúsinum. Tað er Danmarks Kommunistiske Parti, sum býtir út prísin, og formaðurin í flokkinum, Jergen Jensen, var komin til Feroya at handa Williami heiðurslenina, sum í ár var 25.000 krónur. Byggiloyvið bíðar Nú skal kannast um hús- ini hjá Knút Lambaa við Tinghúsvegin hava forn- frødiligt virði fyri at fáa at vita, um tey eiga at verða varðveitt. Tað samtykti Tórshavnar Býráð á fundi hóskveldið í seinastu viku. Feroya Sparikassi hev- ur keypt húsini, ið ætlanin er at taka niður og at stykkið í staðin. Fyri Fer- oya Sparikassa hevur J. P. Gregoriussen, arkitektur, søkt um byggiloyvi, i all- ir byrådslimirnir ikki fegn- ir vilja geva. Å byrådsfundinum kom fram, at tað nýggja húsið sambært tekningur lýkur tær treytir, ið byggisam- tyktin fyri Havnina setur. bygja eitt stórt hús á Byggi- og býarskipanar- = t 41: NI y | i U —|— + r í í - 9 % Are r? % F rt”. "3. n v : mr ALE . SU = FE. ej FR to HL" ? i > 7. i se þú US nevndin hevur vidgjørt málið og hevur roynt at fingið umsekjararnar at byggja eitt lægri hús, men tað hevur ikki eydnast. Heðin Mortensen segði seg á býráðsfundinum bera ótta fyri, at eitt stórt hús fór at spilla alt um- hvervið við Tinghúsvegin. Húsið skal byggjast beint omanfyri Sloans hús og na : — sr 4. fr Í Få — ft 3 í VER Heinesenshús, ið ætlanin er at varðveita. Býráðið samtykti eima tilráðing frá Heðini Mort- ensen, at heita á Forn- minnissavnið um at gera eina meting av, hvat forn- freðiligt virði húsini hava. rj 2 +, | A, AV y 4 PE Føroya Sparikassi keypti husini hjå Knut Lambaa vid Tinghusvegin og ætlar at byggja eitt stort hus i stadin 700 færri børn i 1990 Í 1990 vera 700 færri børn i fólkaskúlanum enn tað vóru skúlaárið 1982-83, skrivar Ludvig Petersen, landsskúlastjóri í ársfrá- greiðingini fyri hetta skúlaárið. Hann væntar, at talið fer úr 8.000 niður í 7.300 bern. Higartil hevur ikki verið munandi fall í næminga- tali fólkaskúlans, stendur í ársfrágreiðingini. Tí hó- ast talið í yngru flokkun- um tey seinastu árini er vorðið heldur minni, so hevur ein sterri tilgongd til framhaldsskúlan mót- vigað tí. Hetta er tó ikki galdandi longur. Skúlaárið 1982-83 vóru yvir hundrað børn færri í fólkaskúl- anum enn árið fyri. Við hetta lag verður bæði stjórnar- streymloysi. og Listafolk sleppa nu i Pætursastovu Byrådsfundurin i Havn seinasta hóskveld mundi vera ein av teimum bestu hjá Finni Johansen, frá- farandi mentanarnevndar- formanni. Av teimum níggju málunum, ið mentamålanevndin hevði fingið á skránna fyri fund- in, fall ikki eitt einasta. Nekur vórðu samtykt, og onnur fóru aftur í nevnd. Eitt av málunum, sum varð samtykt, soleiðis sum mentamálanevndin hevði tilmælt var um Pæt- ursastovu. Samtykt varð, at Pætursastova í framtíð- ini eigur at verða nýtt til mentunarligt virksemi, og at ymisk felog kunnu fáa innivist. Reglugerð skal eisini gerast fyri, hvussu húsið skal nýtast. Finnur Johansen greiddi á fundinum frá, at ætlanin ikki er at geva nøkrum Pætursastovu. Hon skal framvegis vera ogn hjá býráðnum, men feløgini skulu sleppa at læna hana. Leivur Johannesen og Ingi Mohr talaðu fyri, at fólk aftur kom at búgva í Pætursastovu. Teir hildu tað vera spell, at fleiri hús á Reyni eru myrk tey flestu kveldini í vikuni. Tí tóku hinir býráðslimirnir ikki undir við. Teir hildu, at feløgini við sínum virk- semi fóru at brúka Pætur- sastovu. Projektkapping Málið um nýtt býarbóka- savn í Havn kom eisini eitt petti longri. Býráðið samtykti í prinsippinum at byggja býarbókasavn og at projektkapping skal útskrivast til at tekna bókasavn/miðbýarhús. Tekning til nýtt býar- bókasavn hevur arkitekt- urin J. P. Gregoriussen gjørt. Eftir uppskotinum skal bókasavnið byggjast millum Posthúsið og Sjó- mansheimið. Tekningar- nar hjá J. P. Gregoriussen skulu verða grundarlag undir kappingini, sum verður útskrivað. Heðin Mortensen mót- mælti, at málið kom fyri á hesum fundinum. Hann var ikki ímóti nýggjum bókasavni, men býráðið samtykti fyrr í ár at lata tað komandi býráðið taka steðu til málið. Zakarias Vang vildi ikki atkveða fyri at útskriva kappingina. Býráðið hevur ikki avgjert, hvar savnið skal byggjast, og tað helt hann, at býráðið skuldi gera fyrst. Men so hildu hinir býráðslimirnir ikki. Allir uttan Zakarias atkveddu fyri at útskriva kappingina. rj