Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 150 — 20. desember 1984 Eingin grund var at óttast Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Bladfélk: Høgni Djurhuus og Randi .Incobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Hjålp til neydstødd TANN ÓVANLIGA stóri skerping- urin í afríkanska landinum Etiop- ju hevur ført til størstu hungurs- neyð, nakar veit um at siga. Neyðarrópini frá teimum svølt- andi hoyrast langa leið. HER Á LANDI hava fólk tikið stig til at savna pening saman til tey neyåstøddu. Talvan gekk í ollum landsins kirkjum seinasta sunnu- dag og væl av peningi kom inn. Fólk hava eisini møguleika fyri at gjalda pening inn í peningastovn- arnar ella á postgiro. Vónandi verður undirtøkan góð millum fólk. LØGTINGID hevur eisini samtykt at landsstýrið skal veita peninga- ligan stuðul til tey neydstøddu. Hvussu mikið landsstýrið fer at játta, eru vit ikki vitandi um. Okk- ara tilmæli skal verða, at lands- kassin í minsta lagi letur tað sama, sum fólkið í landinum letur. Samanlagt vildi hetta verið ein munagóð hjálp. Her mugu vit íkki hugsa um ráðini. Her eiga vit at hugsa um næstrakærleikan. SAMSTUNDIS, sum hendan inn- savningin fer fram, er ein onnur innsavning eisini í gongd. Hetta er innsavning til frama fyri teir verkfalsraktu kolanámsarbeiðar- arnar í Bretlandi. Føroysku verka- mannafelggini hava longu í skriv- Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Térshavn. Telefon 118 20. oddagrein andi løtu sent 200.000 krónur av- stad til Bretlands. Kortini heldur innsavningin fram og vit fara at mæla fólki til eisini at stuðla hesi innsavningini. ANNAR SPURNINGUR, ið liggur nær, nú vit umrøda hjálp til neyð- stødd, er føroysk menningar- hjálp. Eitt føroyskt felag hevur menningarprojekt í gongd í India. Um neyðugt eiga slík projekt at fáa almennan stuðul. Eisini eiga vit at seta pening av á landsins fíggjarlóg til menningarhjálp. Hendan upphædd eigur at svara til ávísan brøkpart av okkara bruttotjóðarframleiðslu. ANNAR SPURNINGUR er so, um hjálpin skal latast í peningi, ella um vit skulu lata skip, bátar og onnur rakstrargøgn, sum kunnu verða gjørd í Føroyum. Hetta vildi samstundis skapt arbeiði til før- oysk handverk og føroyskan idn- að. Í løtuni hava vit eina aktuella hættisliga støðu og tí mugu vit senda pening. Men í longdini mugu vit ganga aðra leið við eini føroyskari menningarhjålp. UTTAN MUN TIL hvør samgonga verður skipað, so må ein komandi samgonga hava spurningin um miðvísa menningarhjálp í huga. HONDA lakærust garanti ++ 8 «findes ikke bedre Vid atkvødugreidsluni å tingi seinasta friggjadag kom sannførandi til sjónd- ar, at ótt min,soleidis sum eg bendi á í einum Sosiali herfyri, var púra óneyðug- ur — Jóannes Dalsgaard stóð manniligur. Takk fyri Jóannes Dals- gaard, Tummas Arabo, Atli Dam, Jákup Linden- skov, Vilhelm Johanne- sen, Hendrik Old og takk fyri Jorgin Thomsen. Nú hevur so legtingið talaðog gevur hetta vón um, at tann vatnorkuút- bygging sum fer at fara fram her á landi, fer at vera gjerd avviga og í sterstu virðing fyri økjum sum eru feroyskir náttúru- gripir. Við stórari virðing Jógvan í Leðuni ÉÉ|[————————o———yY————————u———…P|”—|||f|fJé AA Framhald av forsíðuni og meiri peningur verður sogin úr Ráfiskagrunnin- um. Talan er um tað fiska slagið, ið er hevuðsgrund- arlagið undir okkara fiski- vinnu. Heldur > henda gongdin fram, kann henda, at flakavirkini fara at nokta at taka ímóti upsa og so kann einhver gita sær til, hvat kann henda. Antin leggjast skipini á hini fiskaslegini sum eru ov nógv troytt frammanundan ella verða skipini legd. Steðan eru vissuliga álv- arslig, hóast einstakir pol- itikarar ferð eftir ferð hava víst á, at landið er als ikki í nakrari kreppu. Tá tosað verður við fólk í vinnulívinum, so siga tey, at steðan er heilt út av lagi vánalig. So galið er, at upsaprís- urin nú eftir tveimum ár- um er fallin við fleiri krón- um. Úr 13.70 niður í 8.47 og bert í tríggjar mánaðir er hann fallin við 2 kr. kilo. Nógv bendir á, at henda niðurgongd í prísinum fer at halda fram og tá so nærkast móti vári aftur og upsagóðskan er vánalig, verður steðan enn hættis- ligari, verður mett. Avrokningarprísurin á t.d. grenum upsa til virk- ini er fallin við 2.30 kr. kilo frá í vár til nú. Tá prísurin verður so lágur, merkir tað, at skiftisavlopið til virkini minkar. Undir vanligum prísvið- urskiftum er skiftisavlop- ið fastlagt til 1.31 kr. kilo fyri ráfisk fyri grenan upsa. Men tá ið samlaða virðið fyri ráveruna fer undir 2.62 kr. kilo, so minkar skiftisavlopið við helvtini av tí upphædd, ið er minni enn 2.62. Hetta kunnu virkini ikki liva við verður sagt. Ráfiskagrunnurin hevur eina reglu sum sigur, at skiftisavlopið má ongan- tíð vera meira enn 50 % av seluvirðinum. Nú er upsin so bíligur, at tað ikki ein gang er dekningur fyri minsta markið. Onkur råfiskakeypari heldur, at tað næsta stigið verður, at Ráfiskagrunn- urin sigur, at virkini mugu klára seg við einum skift- isavlopi uppá 1.31 kr. men fáa bert 1.10 kr. og verður grundgivið at marknaður- in er so vánaligur. Ráfiskagrunnurin skyldar 30 mill. kr. Umframt hesa steðuna við upsanum so eru flaka- virkini eisini illa fyri or- sakað av vantandi út- gjaldi úr Ráfiskagrunn- inum. Mett verður at tey eiga einar 30 mill. kr. til góðar í Ráfiskagrunnin- um, sum longu skuldu verið útgoldnar. Haraftrat kemur, at virkini enn ikki hava fingið eitt oyra av legtingið samtykti at lata virkjunum í likviditets- hjálp fyrr í ár. Flakavirk- ini hava vent sær til lands- stýrið men har veit eingin nakað at svara. Er stødan so ring, so kann hon gerast enn verri, tá upsafiskiskapurin tek- ur seg upp av álvara í febr- uar. Tá er kvaliteturin so nógv verri á upsanum, og tí eru avmarkaðir megu- leikar at gera dýrari veru burturúr. So útlitið er alt annað enn gott. teimum 12 mill. kr., sum jan Yvirlysing Lærararådid vid Føroya Studentaskula og HF-skeið, sum heldur, at næmingar og lær- arar við hendan skúlan hava kneykað undir vánaligum arbeiðsumsteðum, sum als ikki standa mát við tey krev, ið eitt framkomið samfelag má krevja av skúlum sínum, ógv- ast við ta líkasælu, stuttskygni og klandur, sum nú í skjótt fimm ár hevur forðað fyri ein- ari skilagóðari loysn viðvíkjandi Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði. Hvørki næm- ingar, foreldur teirra ella lærarar, id varda av hesum skúla, hava grett orð um, hvar skúlin átti at staðið. Tey hava ivaleyst mett, at hetta var ein politiskur spurningur. Tey hava einans biðið um eitt, at ein loysn mátti finnast skjótast gjerligt. Í 1982 vóru tær fyrstu HF-pisurnar klaktar, og komandi ár verða so bæði HF'arar og studentar klaktir úr Getu undir so vánaligum umsteðum, at orsek er at stúra fyri, at útbúgvingin kann vera merkt av hesum. Tað áttu Feroya Landsstýri og Feroya Legting ikki at latið sitið á sær. Tad føroyska samfelagið er so lít- ið og hóast alt á slíkum menningarsteði, at tað átti at verið gjørligt at gjørt heildarætl- anir til høvudstættirnar í samfelagi okkara, men tá ið vit síggja, hvussu gongdin hevur verið í studentaskúlamálinum í Eysturoy, so mugu vit etast. Lærararáðið við Feroya Studentaskúla og HF-skeið vil við hesi yvirlýsing stuðla krav- inum hjá næmingunum og lærarunum við Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði um at fáa nýggjan skúla bygdan og heitir tí á landsins myndugleikar um at fáa hetta mál loyst bæði væl og virðiliga — og tað í bræði. Lærararáðið við Feroya Studenta- skúla og HF-skeið 14.12.84 Anfinnur Skaale, formaður