leygardagur 22. desember 1984síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20
tíðindablaðið
Jól og jólasiðir
í Stóra Bretlandi
Ýmist sum tey halda ársins stóru høgtid í Skotlandi og
Onglandi
Ein av teimum elstu føroysku blað- og tíðindamonnunum, Eiden Miller, hevur gjørt
„Tíðindablaðnum Sosialurin« tann beina at skriva grein um jól, sum tey verða hildin i
grannalandi okkara, Bretlandi, og um hverjar jóla- og nýggjárssiðir, teir varðveita
har:
CHRISTMAS EVE, jóla-
aftan, ella í uppruna sín-
um >The holly evening“,
hevur frá tíðarinnar
morgni verið hátíðardagur
og kveld í grannalandi
okkara, Bretlandi, har
bernini gledast sum
kanska onga aðrastaðir til
alt jólahtíðarhaldið og
jólastákið, ið verður boðið
teimum næstu dagarnar
frá 24. desember og út
eftir — hjá summum bæði
styttri og longri tíð bæði
undan og eftir 24.
desember.
Handlar og skrivstovur
steingja oftast stutt eftir
middag jólaaftan, og tá
hava fólkini, ið starvast
har, eisini havt úr at gera
og eru aloftast deyða-
givin. Men í ár ber so til,
at tað lagar seg so, at jól-
ini koma at strekkja seg
yvir = mangar dagar!
Heima við hús roynir fað-
irin at gleða bernini við at
siga teimum jólasegur, og
útvarpið spælir teir gomlu
jólasálmarnar og -legini,
alt meðan móðir aftanfyri
læsta hurð stásar upp jóla-
træið, The Christmas tree,
ið er borið til hús ofta
fyrst í desember. Sum hjá
okkum hevur móðir úr at
gera, at pynta hitt grena
granntræið. Har heingja
tey eisini jólagóðgæti
uppá træið, umfram súr-
epli, »kræmarhus«, silki-
bond, »lametta« og hvert
av sínum, ið hoyrir eini
bretsk jól til.
Jólamatur: karpu-
fiskur og turkeys
Rúmini inni eru stásað
upp við alskyns, ið kann
hugna tey smáu og eldri
við: pappírseinglum, gull-
stjórnum, barnatekn-
ingum, ið tilknýti hava til
jólini, og so framvegis
Sjálvsagt hevur hitt grena
træið ljósperur í hópatali,
livandi ljós“ úr
stearini prýðka
ini, kirkjuklokkurnar
men eisini
1
nusrum
hoyrast snjallar allar dag-
ar fyri jól og sjålvar jóla-
dagarnar. Borðreitt
verður jóladagarnar við
t.d. karpufiski og turkeys
(kalkun). sum bretar har
tað ber til at hava sum
hevuðsmáltíð, har vit um
okkara leiðir hava gás ella
dunnu.
Kristintrúgvin er rót-
fest í nongum enskum og
skotskum heimum, annað-
hvert tey eru katólsk ella
protestantisk, so familjan
Nr. 149 — 18. desember 1984
fer í kirkju til jólaguds-
tænastur seinnapart á
degi ella á miðnátt.
Manga aðrastaðni
brúka tey at seta upp liv-
andi ljós á grevunum í
kirkjugerðunum, um veðr-
ið annars ikki forðar. Har
verða eisini ofta smá
granntre sett upp-
Jólini í Yorkshire,
Cornwall, Wales —
og í Skotlandi
YMISKT er sum tey
halda jól í Bretlandi
landspartarnir bæði í
Skotlandi og Onglandi
eiga teirra egnu eydkenni:
í tí skotska hálandi, the
Tighlands, á Hebridu-
oyggjunum, the inner and
outer Hebrides, á Orkney-
oyggjunum og í Hetlandi.
Í Onglandi sum í lands-
pertunum Yorkshire,
Cumberland, Corwall,
Wales, Clocestershire,
Devon og hvat ið so allir
landspartarnir eita. Men
allastaðni ræður: »My
Framhald á síðu 16
Tá tey eldru í ættini rokka
hegan aldur, við so verða,
at familjan hittist oftari
enn vanligt, og sostatt
gerast ættarbondini sterk-
ari.
Soleiðis er við Snikkara-
stovuættini. Í fleiri ættar-
lið hava nekur upplivað
tey gott og væl nítiárini,
og vit yngu hava notið
nógv ríkt og hugnaligt av
hesum og komu at standa
hver eðrum ógvuliga nær.
Men tá so deyðin vitjar, so
kennist alt svárari og
meinari.
Innan fyri hálvtannað
ár hava vit mist 4 av okk-
ara: 2 mammubeiggjar i
fjør og 2 systkinabørn nú.
Richard doyði i juni 84,
og eg royndi í takksemi at
minnast hann her í blaðn-
um, men tá so Gunnar fór
bert 3 mánaðar seinni,
orkaði eg ikki at skriva,
hóast hann so sanniliga
hevði uppiborið at verðið
mintur av mær.
Gunnar Karbech
Mouritsen
Gunnar fekk sína útbúgv-
ing sum málari í Dan-
merk, og hann var allar
dagar mettur sum ein av-
bera góður handverkari,
bæði vælgerðin og eisini
ógvuliga heppin við at
seta litir saman, á hesum
seinna ekinum kundi hann
nokk kallast listamaður,
tað sást týðiliga á teimum
málningum, hann hevði
gjørt, men lítillátaður,
sum hann altíð var, vildi
hann ikki koma alment
fram við teimum.
Frá tí at Gunnar byrjaði
at arbeiða, og til hann
legði frá sær, var hann
fastur málari hjá
K.F.U.K., og eru vit hon-
um sera takksamar fyri
trúfesti og hjálpsemi
hansara móti okkum.
Í 1934 giftis Gunnar við
Marini Restorff Jacobsen
og fingu tey 3 bern: Ar-
nold, Fanny og Poul, men
hevdu tey ta stóru sorg at
missa elsta sonin Arnold í
góðum árum.
Aftaná kríggið fóru tey
undir at byggja uppi í
Niels Finsensgetu, tá var
lítið at mála í Havnini, so
Gunnar arbeiddi tíðliga og
seint uppá húsini, og úr-
slitið bleiv eitt vakurt og
hugnaligt heim, ikki minst
takkað veri Marini. Har
foldi tú teg altíð væl, ser-
liga vóru feðingardagarnir
»festligir« har. Fyrst var
tað Gunnar, sum á sín
stillføra hátt var so skemt-
ingarsamur og hittinorð-
aður, síðan setti familjan
hjá Marini: Restorff-Jac-
obsens fólkini teirra ser-
staka dám á kveldini.
Marin og Gunnar vóru
heimamenniskju og les-
andi fólk, sum eiga hópin
av bókum, og sum vit
fleiri hava notið gott av.
Nógv ár var Gunnar sjúk-
ur, men tolin, sum hann
altíð var, bar hann sjúk-
una so stillisliga, at tú
varnaðist kanska ikki,
hvussu álvarsliga tilstóð
fyrrenn til allar seinast.
Sárliga var hann saknaður
av sínum og okkum ellum.
Systkinabernini
Eyðun og Arnbjern
Árið eftir hendi so tað
syndarliga, at Arnbjern,
47 ára gamal, varð yvir-
koyrdur hin 7. oktober og
doyði, áðrenn útkomin á
Landssjúkrahúsið, og bert
7 vikur seinni hin 30. nov-
ember andaðist elsti bróð-
urin Eyðun, 48 ára gamal.
Minningarorð
Teir vóru synir Andrias
Karbech Mouritsen og Al-
vildu ættað av Tveroyri.
Eyðun, Arnbjørn og
yngru breður teirra Finn-
bjørn og Áki vóru allir
feddir uppi í Snikkara-
stovu, har foreldrini búðu
í trettan ár, til tey fingu
teirra eisini so vakra og
hugnaliga heim í Tórfinns-
getu.
Vit systkinabernini
komu serliga nógv saman
við dreingjunum hjá
Andriasi, tí teir vóru jú í
sama húsi, sum omma og
abbi, haraftrat vóru Eyð-
un og Arnbjern javnaldrar
við yngru beiggjar mínar,
so teir spældu nógv
saman, vóru skótar saman
o.s.fr. Og samanhaldið
helt fram í ungdóminum
og øll árini framyvir. Eis-
ini blivu Eyðun og Andr-
ias bróður svágrar, so vit
hittust ofta.
Aftaná skúlan fór Eyð-
un í læru hjá pápanum,
meðan Arnbjørn lærdi til
bakara, men hesum starvi
mátti Arnbjern fara frá
vegna heilsubrek aftana
álvarsliga sjúku, og valdi
hann so eisini at fara mál-
aravegin. Báðir vóru teir
arbeiðssamir og dugna-
ligir og væl umtóktir av
fólki.
Tá beiggjarnir Finn-
bjørn og Eyðun í 1962
byrjadu Målingahandilin,
sum seinni gjørdist parta-
felag, før Eydun eini 2-3 år
seinni sjålvur at arbeida
har, sidan kom Arnbjøn til
og seinast yngsti beiggin
Åki, umframt var
mamman eisini i handl-
inum í nógv år, og nú eru
nekur av næsta ættarlið-
num, so tað kann av sonn-
um kallast ein familjufyri-
tøka.
Uttan at taka nakad frå
ti dugnaliga starvsfólki i
Målingahandlinum, so
varð oftast spurt eftir
Eyðuni, tí sum fáur dugdi
hann at blanda litir, og
hendi tað, at onkur var
byrjaður at mála og hevði
ov lítið av máling, so
kundi tú vera vísur, at
Eyðun fann fram til upp-
runalitin. Okkum i
K.F.U.K. hevur Målinga-
handilin verid ein hollur
vinur, var og er nakað á-
fatt, so var og er bert at
ringja eftir teimum.
Eisini takkar Javnadar-
flokkurin Gunnari,
Eyduni og Arnbjørn fyri
trúfesti.
Eyðun og Arnbjern gift-
ust sama ár í 1958, Eyðun
við Daniu ættað av Argj-
um, tey eiga 4 synir: And-
rias, Hans Jacob, Eyðfinn
og lítli Eyðun. Fyrstu ár-
ini búðu tey í Havn, men
so bygdu tey á Argjum,
meðan Arnbjørn fekk
heim sítt í Jóannesar Pat-
urssonargetu. Konan Jo-
hanna er úr Hvalba og tey
fingu bernini: Annie, Mar-
tin, Anver, Maud og Guð-
ny. Í báðum hesum so
hugnaligu heimum vóru
vit altíð væl móttikin og
føldu okkum væl.
Nú hevur deyðin vitjað
og tikið so miskunnar-
leyst, tað er líka sum vit
ikki fata, at Eyðun og
Arnbjern ikki eru her
meira, hesir livandi menn:
Arnbjern var altíð í góð-
um lag og altíð við tí góða
orðinum, av rettum kann
sigast um hann, at hann
lýsti upp, har hann kom,
hann hevði eisini ta ríku
gávuna at duga at vitja
fólk, og nógv eru nokk tey,
serliga eldri, ið sakna vitj-
an hansara, tí fáur dugdi
sum hann at liva tey upp.
Eyðun var stillførari,
men álíkavæl skemtingar-
samur og hittinorðaður,
og hvat vóru ikki báðir
hjálpsamir.
Sorgin er stór og sakn-
urin svárur, hjá okkum
ellum, vit vilja so fegin
vísa tykkum Alvildu,
Daniu, Johonnu, børnum
og abbabørnum og beiggj-
um djúpastu samkenslu
okkara.
Tað verður sagt, at kær-
leikans gjald er deyðin ella
skilnaðurin, eitt miskunn-
arleyst gjald, sum vit øll
so gjarna vildu verið fyri
uttan, og tó hava vit ta
ríku troyst, at skilnaðurin
er ikki ævigur.
Í ovurmorgin kveikja
vit jólaljósini til minni um
hitt sama ljósið, sum kom
inn í heimin jólanátt, og
sum vann á deyðans mátti
og soleiðis opnaði okkum
himnagrindina, har øll
okkara kæru bíða okkum.
Góðu Gunnar, Eyðun og
Arnbjern takk fyri alt.
Jona
3